Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 6 Sosialurin Randi Jacobsen Seinnapartin sunnu­dag­ in visti Vágaportal­ur­in, at Magni Laksáfoss ikki stillar upp aftur til løg­ tingsvalið. Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, visti ikki av nøkrum, fyrr enn hann las tey tíðindini. – Tað er altíð keðiligt, tá ið ein politikari fer, men vit eru framvegis ein flokkur, og Sam­ bands­flokkurin hevur nógv at takka Laksáfoss fyri, sigur Kaj Leo Jo­ hanne­sen. Hann skilir als ikki at­ finningarnar frá Magna Laksáfoss um, at poli­ tikkurin er farin av kós. – Hann hevur verið ein av høvuðsaktørurunum aftan fyri førda politikk­ in og kann ikki siga, at vit ikki hava húsast rætt, tí hann hevur sitið í fíggjarnevndini saman við Bjørn Kalsø, eingin illstøða hevur verið, og einki er gjørt uttan við teirra vælsignilsi, sigur Kaj Leo Johannesen. Svaraði ikki Hann fer at royna at fáa fatur á Magna Laksáfoss. Flokkurin hevur í fleiri dagar roynt at ringt til mannin, men tað hevru ikki eydnast. Flokkurin hevði brúk fyri honum m.a. í sambandi við at­ kvøðugreiðslur í ting­in­ um. – Eg skilji ikki nakað av hesum. Tað er rætt, at Magni Laksáfoss var misnøgdur, tí hann ikki varð valdur til lands­stýrismann, men tað er farið, og sum fígg j­arnevndarlimur hevur hann úttalað seg ógvuliga jaliga, sigur Kaj Leo Johannesen. Magni hevur havt allar møguleikar Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins skilir ikki ábreiðslurnar frá Magna Laksáfoss móti førda politikkinum hjá samgonguni Randi Jacobsen Mikudagin klokkan 10 í sein­astu viku riggaði eingin fastnettelefon á Lands­sjúkra­ húsinum knappliga ikki. Sjúkrahúsið setti seg bein­anvegin í samband við Føroya Tele bæði fyri at fáa at vita, hvat var galið, og nær telefonirnar kundu vænast at rigga aftur. Tað gekk ein góð løta, áðr­ enn Føroya Tele kundi upp­ lýsa, at eitt kaðalslit hevði verið. Mett varð, at ein tíma seinni skuldi brekið vera rætt­að. Men brekið vísti seg at vera álvarsligari enn so, tí tað tók seks tímar. – Ikki tí, Føroya Tele gjørdi sítt besta og sendi fleiri fólk á staðið, sigur Einar Wenned, leiðari á Medi­co Tekn­isku deildini á Lands­sjúkra­hús­ in­um. Vekslarin tagnaði Brekið hevði við sær, at tele­ fonsambandið út og inn úr húsinum lá lamið. Men 112 neyðtelefonin riggaði, og tað bar eisini til hjá vakt­ telefonini at ringja beinleiðis til portørarnar. Ikki bar til teir seks tím­ arnar at ringja eftir blóð­ donor­um, at ringja til sjúk­ lingar, og einki sam­skifti var við avvarðandi og deildirnar umvegis vekslaran. Brekið rakti eisini Al­ mannamálaráðið og Heilsu­ málaráðið. Slíkt brek hevur ongantíð áður rakt Landssjúkrahúsið so meint. Einar Wenned heldur tað ikki vera nóg gott, at eitt brek skal kunna raka allar fast­nettelefonlinjurnar hjá Lands­sjúkrahúsinum. Betri trygd Annars verður arbeitt við at leggja alternativar linjur inn fyri at forða, at sjúkrahúsið nakrantíð aftur fer at liggja heilt í telefonloysi við fast- telefon. Tað arbeiðið er komið so langt áleiðis, at tað verður liðugt um tvær ella tríggjar vikur, metir Einar Wenned. Páll Vesturbúð, leiðari á FT-neti sigur, at brekið hendi á einum gomlum kápli úti á Argjum, og neyðugt var at rætta tað fyri at fáa telefonirnar at rigga aftur. Størsti trupulleikin var, at sambandi við vekslaran fór. Hetta átti ikki at hent, men tað hendi kortini, og tað fer at hjálpa, at aðrar linjur verða lagdar inn á Landssjúkrahúsið. Trygdin við 112 og bráð­ feingis telefonunum er betri. Breiðbandið og datasam­ bandið var ikki nervað. Telefonslit í fleiri tímar Orsakað av kaðalsliti riggaðu fastnettelefonirnar á Landssjúkrahúsinum mikudagin ikki í fleiri tímar Í seks tímar riggaðu fastnettelefonirnar ikki á Landssjúkrahúsinum Kaj Leo Johannesen skilir ikki, hví Magni Laksáfoss er so misnøgdur Tað er ikki nóg gott, at eitt brek skal kunna raka allar fast­ nettelefonlinjurnar hjá Lands­sjúkrahúsinum