Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 Sosialurin Leo Poulsen Í tíðindaskrivi boðar Magni Laksáfoss í morgun frá, at hann stillar ikki upp til løg­tingsvalið komandi. Og orsøkin er einføld. – Tað, sum Løgtingið hev­ ur gjørt skeivt er tað, sum Løgtingið ikki hevur gjørt. Løgtingið hevur ikki við­ gjørt tey stóru politisku mál­ini, sum eru átrokandi. Løg­tingið hevur ikki tikið støðu til, hvat skal gerast við stóru fráflytingina av fólki. Hvat er ætlanin at gera, fyri at vaksa um vinnu­lívið. Hvat er ætlanin at gera, fyri at rationalisera al­menna sek­ torin. Hond er stutt sagt ikki tikin um stóru sam­felagsligu spurningarnar, ið eyðkenna okkara tíð, sigur Magni Laksá­foss. Úrslitið er, at førdur hevur verið ein passivur politikkur, sum onga kós hevur havt yvir­høvur. – Tað ber ikki til at siga, hvør kósin hevur verið síðstu árini, tí tað hevur eingin kós verið. Í staðin er førdur ein »einki-politikkur«, har man einki hevur gjørt. Tað verður mest tosað um at friða lund­ an ella onnur smámál, ið onga ávirkan hava á samfelagsligu gongdina, sigur Magni Laksá­ foss. Herman Oskarsson hevur nevnt, at Føroyar eru einasta Norðanlandið við negativum fólkavøkstri. – Negativur fólkavøkstur er ein stórur trupulleiki í sær sjálvum, men stóri spurn­ing­ urin er: Hví er hann nega­tiv­ ur. Orsøkin er ikki ov fá børn, men politiska kósin er skeiv. Fólk støðast ikki í landinum, tey velja eitt annað stað til sítt lívs­uppi­hald. Og tað er tann stóri trupul­leikin, sigur Magni Laksáfoss. Kommunur og lundar Trupulleikin er tí ikki nega­ tivi fólkavøksturin í sær sjálv­um. – Gongdin í fólkatalinum er eitt úttrykk fyri teirri gongd­ini, ið er í samfelagnum ann­ars. Og tað er gongdin í sam­felagnum annars, ið er trupulleikin. Støða verður ikki tikin til stóru politisku trupul­leikarnar, ið eru, og tað ger, at man fær tað gongdina í fólkatalinum, sum er, sigur Magni Laksáfoss. Sambandsmaðurin hev­ur ofta havt frammi um vant­ andi gransking og íløgur í alternativa orku. – Tað er ein av trupul­leik­ unum. Trupulleikin er ikki eitt einstakt mál, trupulleikin er teir stóru samfelagsligu spurn­ingarnir, vit standa framman fyri. Tað verður einki gjørt við teir. Í staðin verður kjakast um onnur mál, sum í veruleikanum ong­an týdning hava, sigur Magni Laksáfoss. Sum dømi nevnir hann, at stór orka verður løgd í, um talið á kommunum skal vera sjey ella níggju ella 30. – Fyri samfelagsgongdina er tað flunkandi líkamikið hvat talið av kommunum er. Tað er líkamikið, hvat ta­ lið av kommunum er fyri sam­felagsgongdina, um tær eru sjey, níggju ella 30. Tað verður kjakast um mál, ið kunnu hava stóran týdning fyri hvønn einstaka borgara, sum til dømis talið av komm­ unum, men tað hevur ongan týdning fyri stóru sam­ felagsgongdina, sigur Magni Laksáfoss. Hann sigur, at talið av kommunum fær ikki fólk at støðast í landinum. Broytingar skulu til Stóru spurningarnir, ið burdu verið tiknir upp, verða ikki tiknir upp. – Tað verður ignorerað og í staðin verður tosað um onkrar petitessir, sigur Magni Laksáfoss. Hetta er umfatandi og álvarsligur kritikkur, sum í stóran mun er vendur ímóti Sambandsflokkinum og løgmanni. – Hetta hevur verið uppi og vent óteljandi ferðir. Hetta er nakað, eg havi nevnt í hvørjari røðu, eg havi havt um fíggjarlógina og um fíggjarkarmar, og hvørja ferð stórt kjak hevur verið í Tinginum, havi eg havt hetta uppi og vent. Eg havi gjørt greitt hvørjar stóru avbjóðingarnar eru, hvørj­ar loysnirnar eru og heitt á tingfólk um at taka málið upp. Eg havi verið so ítøkiligur at sagt, hvat vit kunnu broyta í fíggjarlógini, sigur Magni Laksáfoss. Eisini í fíggjarnevndini hev­ur hann tikið slagið upp. – Og har hava vit reint fakt­iskt fingið nakrar broyt­ ingar inn, til dømis við at seta pengar av til alternativa orku. Meiningin var at kunna hækka ta upphæddina so ar­ beiðið veruliga kundi fara í gongd at bjálva al­menn­ ar bygningar, gongd kundi setast á gransking í alterna­ tiv­ari orku. Men tað, sum hendi, var at landsstýrið tek­ ur pengarnar av aftur, sigur Magni Laksáfoss. So í staðin fyri at taka stig á rættari leið, verður gongdin mótarbeidd í landsstýrinum. Einki at gera í Tinginum Farið verður inn aftur á eina skeiva samfelagsliga kós. – Tað er eingin politisk stýring yvirhøvur, sigur Magni Laksáfoss. Løgmaður hevur róð upp undir, at tingmaðurin var eitt sindur firtin, at hann ikki fekk ein landsstýrissess, men tað vísir Magni Laksáfoss aftur. – Vit skulu lata vera við at hugsa um persónligar spurn­ingar. Føroyskur poli­ tikkur verður altíð gjørdur til persónligar spurningar, men hetta snýr seg um okk­ara samfelag. Ætla vit í okkara samfelagi bara at halda áfram sum nú á einari so skeivari kós, ella ætla vit aktivt at taka støðu til tær avbjóðingar, ið eru fyri framman, og taka tær avgerðir, ið neyðugar eru at taka, fyri at samfelagsgongdin kann vendast, sigur Magni Laksáfoss. Tað er ikki ein spurningur um persónar. – Hetta er ein spurningur um samfelagsgongdina, og um hvat vit ynskja fyri okk­ ara samfelag, sigur Magni Laksá­foss. Spurningurin er so, um talan er um eitt time-out, ella talan er um eitt farvæl til politikk hjá Magna Laksá­ foss. – Skal eg inn í politikk aftur, so skal tað vera tí, at politiska skipanin ætlar sær at taka stóru spurningarnar upp. Eg havi einki at gera í politikki so leingi ætlanin ikki er at nema teir stóru spurningarnar. Ein og hvør kann sita og kjakast um, hvørt tað skulu vera sjey ella níggju kommunur, ella um lundin skal friðast. Tað nýtist ikki ein búskaparfrøðingur til við teirri servitan, sum eg havi, at avgera tað. Tað nýtist ikki mær at sita í Tinginum til slíkar spurningar. Skal eg kunna brúkast til nakað í politisku skipanini, so skal tað vera at viðgera teir stóru spurningarnar í sam­ felagnum, og tá má politiska skipanin vera búgvin at taka teir spurningarnar upp. Annars havi eg einki at gera har, sigur Magni Laksáfoss, sum gjørdist toppskorari hjá Sambandsflokkinum til seinasta løgtingsval við 979 persónligum atkvøðum. Nýtist ikki serfrøði at avgera petitessur ÚR POLITIKKI - So leingi sum Løgtingið ikki viðgerð veruliga stóru málini, men heldur kjakast um einkisigandi spurningar sum talið av kommunum, ella um lundin skal friðast, so er ikki brúk fyri teirri serfrøði, ið eg sum búskaparfrøðingur havi, sigur Magni Laksáfoss, ið sum kunnugt ikki stillar upp til løgtingsvalið komandi TOPPSKORARI Magni Laksáfoss gjørdist toppskorari til seinasta løgtingsval við 979 persónligum atkvøðum Tað ber ikki til at siga, hvør kósin hevur verið síðstu árini, tí tað hevur eingin kós verið Tað nýtist ikki ein búskapar­frøð­ ingur til við teirri servitan, sum eg havi, at avgera petitessur