Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 8 Sosialurin Snorri Brend Selatrað: – Bara á Signabø fingu vit so nógvar sum 60 undirskriftir, vísir Jákup á. Bygdarfólkið á Selatrað vóru fullgreið um, at varð ikki okkurt munagott gjørt, so hvurvu tær seinastu seks áirnar í bygdini – Gjógvará, Svartá, Breiðá, Mittúnsá, Bøá, og tann so nógv umrødda Sandá, ið rennur oman gjøg­ num bygdina. Saman við góðum fólki varð ein kampanja sett í verk til tess at forða Sev í at fremja ætlan sína. Orku­ felagsskapurin hevði søkt Sjóvar kommunu um loyvi at fremja hesa ætlan, men hesum ynsktu fólk at vísa sína misnøgd við á ymiskan hátt. Ein kunnandi fundur sum Sjóvar kommuna skipaði fyri, vísti greitt hugsanina hjá bygdarfólkinum. Ein bólkur varð stovnaður á Facebook, eins og eitt mótmælisskriv varð lagt út í handlar og aðra­staðni. Bara á Facebook hava om­ an fyri 3000 fólk stuðlað fólk­ in­um á Selatrað í ynskinum um at varðveita áirnar, eins og 200 onnur hava skrivað teldupost til Jákup við sama innihaldi. – Jú, tað hevur verið stutt­ ligt at uppliva stuðulin sum vit hava fingið, sigur Jákup, og vísir brosandi til eina av yvirskriftunum í miðlunum: »Selatrað vann á Sev«. snorri@sosialurin.fo Tryggari fram við landsvegnum – Vit eiga áirnar Hósvík: Landsverk hev­ur í ár sett sær sum mál at seta umleið 4800 metrar av bilverju upp á ávísum støðum framvið landsvegnum. Úrslitið av hesum arbeiði sæst longu á mongum støðum kring oyggjarnar. Í farnu viku vóru menn í ferð við at seta bilverju upp í Hósvík. Eins og her verður ein nýggj bilverja sett upp, meðan ein aðrastaðni endurnýggjar ta verandi, ið er farin av tíðarinnar tonn. Sambært heima­síð­ uni hjá Landsverki fer hetta arbeiðið at kosta 1,5 mió krónur í ár. snorri@sosialurin.fo Varð ikki okkurt munagott gjørt, so hvurvu tær seinastu seks áirnar í bygdini Fyrr í summar lænti Landsverk ein serbygdan pelabil úr Noregi. Hann var í sving frá 23. mai til 20. juni Sjómansmissiónin hevur sett Hannu Nattestad úr Miðvági sum frítíðarstarvsfólk. Hon skal m.a. vitja sjómanskvinnuringarnar kring landið. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Norðara vegamótið á Húsum skal nú gerast tryggari, tí sýnið er so vánaligt. Arbeiðið kostar 300.000 krónur og verður liðugt í næstum. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud "Hvat skal Bacalao í Havn brúkast til?". Hetta evnið fer Heðin Mortensen, borgarstjóri at kjatta beinleiðis við borgararnar um í aðru viku. VATNORKA – Tað hevur verið ótrúligt at síggja, hvussu fólk úr øllum landinum hava tikið undir við okkara mótmæli, sigur selatrað­ mað­urin, Jákup Weihe av Selatrað. Hann var ein av forsprákarunum ímóti ætlanini hjá Sev at taka seks áir í bygdini til vatnorku. – Eg tori at siga næstan 100 prosent, at hetta er fyrstu ferð at bygdin hevur staðið saman um eina sak. Áirnar eru okkara! kring landið BEVÍST - Fólk í dag eru nógv meiri bevíst enn áður um týdningin av at varðveita náttúruna. Eg trúgvi tí, at alt tosið um grøna orku, eisini hevur fingið nógv fólk at skriva undir mótmælið, sigur Jákup Weihe. Aftanfyri hann er Sandá, sum er ein perla í Selatrað Fram til 7. oktober er Hvalbiartunnilin stongdur millum klokkan 21 og 6, vegna arbeiði. Ferðslan verður tó leidd gjøgnum ávísar tíðir.