mánadagur 26. september 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111
Sosialurin
Snorri Brend
Havn: Í Tilhaldinum hava
eldri borgarar møguleika fyri
at luttaka í nógvum ymiskum
virksemi, bæði innan rørslu,
handaligt arbeiði, samveru
og menning og annað.
Eitt av hesum tilboðunum
er mosjónsrúmið, hvørs út
gerð varð keypt eftir stór
fingnu gávuna frá Várfestini
í 2009.
- Vóru øll hesi tilboðini ikki
til, so sótu tey eldru kanska
bara heima og stardu út í
tóman heim og fingu einki
upp í lag, vísir Linda Helen
á. - Ja, her fáa tey møguleika
fyri einum innihaldsríkum
gerandisdegi undir skipaðum
umstøðum.
Alt hetta er nakað sum
hon ætlar at taka við sær, tá
hon, eftir lokna útbúgving,
vónandi fær arbeiði á onkrum
sambýli á Sandoynni.
- Tað er so gott at síggja,
at tey eldru kunnu vera bæði
kring og røsk. Og tað er eisini
so gott at hoyra tey siga, at
tað er ikki keðiligt at blíva
gamal, leggur hon aftrat.
snorri@sosialurin.fo
Aldur er eingin forðan
Stórur vøkstur er í innflutninginum
higartil í ár, samanborið við sama
tíðarskeið í fjør - úr 2,6 til 3,0
mia krónur, svarandi til 17 %.
Higartil í ár eru 60.000 tons av
fiski komin upp á land. Hetta eru
17.000 tons færri enn somu tíð í
fjør. Serliga nøgdin av upsa er minkað.
Til lisitasjónina av vegnum Hov-
Porkeri og gamla Sumbiarvegnum
komu trý tilboð: Frá landsverki, EM
Asfalt og HJ Asfalt, ið varbíligast.
Næstseinasta vikuskifti vóru
umfatandi herverk framd á Sandoynni.
Skaðarnir eru mettir til 40.000 krónur,
men enn er eingin handtikin.
ELDRU - Eg haldi, at tað er ótrúligt, at tey gomlu her
kunnu so nógv, sigur 30 ára gamla, Linda Helen Winther
Olsen úr Skopun og sum lærir til heilsuhjálpara í Hovi. Fyrr
í mánaðinum var hon í starvsvenjing í Tilhaldinum.
Íalt hava um 120 fólk
sæð showið. Eftir ætlanini
verður Magic Night aftur á
skránni nú mikukvøldið.
Gyklar fram
ein gamlan
dreym
Strendur: Í meiri enn 15
ár hevur strandingurin
Ásbjørn
Berthelsen
gingið við einum dreymi:
At hava sítt egna show
sum gyklari.
Ikki
fyrrenn
hós
kvøldið 15. september 2011
gjørdist hetta veruleiki,
tá hann á fyrsta sinni
gyklaði fyri vaksnum
fólki í Bygdarhúsinum í
heimbygd hansara.
Hetta var valkvøldið,
men tað helt ikki honum
aftur í at geva seg fult, og
gykla fyri fólki, soleiðis
at tey sótu púra paff.
Ein teirra tók soleiðis
til: "Langt síðani, eg havi
flent so nógv. Og tá vit
gloymdu at klappa, ja,
so var tað tí at vit vóru
so - paff.
Vónandi verður eyka
sýning, so tey sleppa at
síggja, sum ikki kundu
koma í kvøld ella í gjár
kvøldið".
snorri@sosialurin.fo
Sands Havn verður ein
teirra, sum vitjað verður
í samband við Regatta
siglingina hjá Felagnum
Føroysk Træseglskip kom
andi ár. - Vit fegnast um, at
sjóneykan nú eisini verð
ur sett á Sand, sigur borg
arstjórin, Brandur Sandoy.
Hóast tað nærum er
eitt ár til træseglskipini
leggja til brots, er greitt,
at vitjanin á Sandi verður
fríggjadagin 6. juli. Í hesum
sambandi
skipar
Sands
kommuna fyri hugnaligari
móttøku á bryggjuni, við
harmonikutónleiki
og
øðrum undirhaldi.
– Umframt at varpa ljós
á og økja um áhugan fyri
føroysku
seglskipunum,
gleðist Sands kommuna
um
at
kunna
bjóða
oyggjafólki og fólki úr
øllum landinum hjartaliga
vælkomin til perlu okkara
heima á Sandi, sum verð
ur karmur um hetta
trivnaðartiltak,
leggur
borgarstjórin aftrat.
snorri@sosialurin.fo
kring landið
GÓÐ VENJING
68 ára gamli, Petur Martin Frederiksen arbeiddi í 35 ár á Tórshavnar Skipasmiðju (nú MEST)
og dámar væl at sita við rógvimaskinuna í Tilhaldinum. - Hetta er góð venjing, sigur hann,
sum her fær vegleiðing frá Lindu Helenu Winther Olsen, sum lesur til heilsuhjálpara
Mynd: Álvur Haraldsen
Serstøk skip á Sandi