mánadagur 26. september 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111
10
Sosialurin
25. apríl 2011 kemur altíð at
standa fastur í minni mín
um. Ein dagur, har ein av
heimsins vakrastu einglum
fór her frá og heim aftur til
Himmals. Nú tað eru fimm
mánaðir síðani, vil eg fegin
skriva nøkur orð niður til
minnis um mína elskaðu
vinkonu Rúnu, sjálvt um orð
eru alt ov fá til at lýsa hana
til fulnar.
Tað er ógvuliga torført at
skula skriva nøkur orð um
hvør Rúna ‘var’ tá eg ikki enn
havi skilt at hon ikki ‘er’. Tað
kennist so løgið og á ein ella
annan hátt eisini skeivt.
Eg vil byrja við at siga,
at Rúna var eitt fantastiskt
menniskja. Hon var gávu
mild, hjartagóð og heilt ótrú
liga fitt.
Eg og Rúna gingu í flokki
saman í tíggju ár, men tó var
tað ikki fyrr enn í níggjunda
flokki, at vit byrjaðu orduliga
at fylgjast og blivu góðar
vinkonur. Hetta eru nú seks
ár síðani. Hesi seks árini eru
vit bara vorðnar betur og
betur við hvørja aðra og nú til
seinast betur enn nakrantíð.
Rúna var ein av mínum
allar bestu vinkonum. At
finna eina so góða vinkonu
sum hana er ikki lætt.
Eg minnist tað, sum var
tað í gjár, at vit gingu og
løgdu planir um at fara til
Sambia at hjálpa til og at
uppliva nakað øðrvísi. Vit
vildu báðar sleppa avstað
beinanvegin, tí vit høvdu
tosa leingi um, at gera okkurt
spennandi áðrenn vit skuldu
undir hægri lestur, og tíðin
gekk nú undan okkum.
Vit vóru so spentar uppá
hvat teir næstu tveir mánað
irnir høvdu at bjóða okkum.
Vit skuldu fyrst verða seks
vikur í Sambia og síðan tvær
vikur í Italia, har vinkona
okkara, Karina, eisini skuldi
vera saman við okkum. Hetta
var ein dreymur.
Lítið hugsaðu vit um, at
hesin dreymurin fór at gerast
ein marra. Bert tríggjar dagar
fingu vit saman í Sambia
áðrenn mín elskaða vinkona
Rúna, í eini ferðsluvanlukku
brádliga varð rykt burtur frá
okkum øllum.
Rúna ynskti alt sítt lív,
at sleppa til Afrika. Hetta
var hennara dreymur. Hon
ynskti at hjálpa til, uppliva
nógv og mest av øllum, at
gera ein mun. Hóast hon bert
slapp at uppliva sín dreym í
tríggjar dagar, so vóru hetta
tríggir avbera góðir dagar.
Tey, ið kendu Rúnu vita,
at hon var ein ótrúliga glað
og positiv genta. Hon hevði
ongantíð ov lítið og kravdi
onki av nøkrum. Soleiðis
var hon eisini í Sambia, men
tó má eg siga, at eg havi
ongantíð sæð hana glaðari
enn júst hesar seinastu dag
arnar. Hon elskaði at vera har
og tað sást týðiliga á henni.
Eg havi nógv at takka
Rúnu fyri og eg vildi ynskt,
at eg kundi fortalt henni
tað einaferð afturat. Hóast
Rúna sjálv ikki reypaði sær
av nøkrum sum helst, so
var hon altíð klár til at rósa
øðrum.
Hon sá altíð tað besta í
okkum, ið hon um gekst. Allar
okkara góðu síður skuldu
fram í ljósið og hon øvundaði
okkum ongantíð nakað.
Um
eg
hevði
málað,
teknað ella skrivað eitt ella
annað, so elskaði eg altíð, at
vísa Rúnu tað, og gleddi meg
at hoyra hennara meining.
Hon var so erlig. Rúna var
tann, ið altíð eggjaði meg til
at blíva við og eg fekk altíð
at vita hvussu væl eg dugdi
hetta og hatta. Hon fekk meg
at føla meg sum nakað heilt
serligt. Hetta er ikki nakað,
ið eg bara sigi, tí soleiðis var
hon veruliga. Ein eingil.
Rúna var ógvuliga aktiv.
Hon arbeiddi bæði í Heyga
búðini og svimjihøllini. Svam
sjálv tvær ferðir um vikuna
og vandi bæði børn og menn
ingartarnað í svimjing. Hon
hjálpti til við ungdómsarbeiði
og
øðrum
í
samkomuni
Betesda og umframt øllum
hesum gav hon sær altíð tíð
til familju og vinir. Hóast hon
hevði nógv um at vera, so var
hon heil allastaðni har hon
var. Hon gekk høgt uppí tað
hon gjørdi og okkum, ið hon
var góð við.
Tá eg hugsi um alt tað, ið
eg havi upplivað, so eru tað
ikki nógv ting eg kann koma í
tankar um, har Rúna ikki var
við. Allir teir góðu túrarnir í
útlondunum. Rúna var altíð
við uppá alt.
Hóast hon, fyri onnur,
kundi tykjast smæðin, aftur
haldin og lítillátin, so var hon
fyri okkum, ið kendu hana,
sera stuttlig, opin og herlig.
Tað er ikki lætt, at sita
her og skriva hesi minn
ingarorðini, tí tað er so nógv
eg kann siga um hesa fittu
gentuna. Um eg skuldi skriva
alt tað, ið eg havi hug til ella
alt tað, ið vit hava upplivað
saman, so varð eg ongantíð
liðug. Rúna fylti ómetaliga
nógv í mínum lívið og vit
høvdu alt saman.
Eg plagdi at ringja til
hana og biðja hana koma ein
gongutúr, biltúr, ein túr til
Havnar, á ungdómsmøti ella
møti, á konsert, bara hugna
okkum saman við einum
filmi ella eitt ella annað. Hon
var altíð klár. Rúna tímdi
alt sum eg tímdi. Tað var so
deiligt, tí hon var so deiliga
løtt at vera saman við. Var
tað ikki eg, ið ringdi, so var
tað hon. Vit hugnaðu okkum
nógv saman og kundu tosa
um alt. Bæði tað góða og var
tað okkurt, ið var keðiligt, so
kundu vit eisini tosa um tað
og vera har fyri hvørja aðra.
Hóast tað, ið hendi í
Sambia fyri fimm mánaðum
síðani, fyri meg, kann tykjast,
sum var tað í gjár, so følist
tað sum ár síðani eg tosaði
við mína fittu vinkonu.
Eg, vinkonurnar, familjan
og óivað nógv onnur saman
við okkum, sakna Rúnu heilt
ófatuliga nógv
Hvussu skal eg nú siga
farvæl við hesa sólstrálu?
Hóast tað er nógv, ið eg
ikki skilji, so veit eg, og hetta
er mín vón, at ein dag skal eg
síggja Rúnu aftur. Rúna setti
sítt álit á Jesus og ynskti at
liva fyri hann. Hon lat lív
meðan hon var í tænastu fyri
Harran. Rúna var ein hetja.
Elskaða Rúna, eg vil nú til
seinast venda mær til tín. Eg
hopi, at tú veitst hvussu nógv
tú vart, ert og altíð kemur at
verða fyri meg. At tú skuldi
fara her frá so tíðliga og so
brádliga, skilji eg ikki, men eg
veit at tú hevur tað gott.
Tú vart eitt fantastiskt
menniskja og eg vil altíð
minnast teg og elska teg mín
vakri eingil.
Ella
Minningarorð um mína fittu vinkonu Rúnu