Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 14 Sosialurin Ítróttarblaðið Fjøltáttaður spælari Levi Hanssen, EB/Streymur, røkti tríggjar ymsar uppgávur í gjár. Hann byrjaði sum álopsmaður, síðani spældi hann á miðvøllinum og seinastu løtuna var hann vongverji í høgru. Hetta var eisini hansara seinasti landskappingardystur á hesum sinni. – Hann fer til Onglands í lestrarørindum nú, og vit harmast um, at hann ikki verður tøkur, sigur Heðin Askham, venjari. Stóri- beiggin var jokarin vodafonedeildin Tað kom dátt við, at toppskjúttin í Sundalagnum, Arnbjørn T. Hansen, ikki var førur fyri at spæla við fullari megi. Tað hevði stóribeiggi hansara, Gert A. Hansen, fyrireikað seg uppá. Tað var sum burtur úr ongum, at hann fór í leiklutin, sum lítlibeiggin annars hevur spælt fyrimyndarliga væl í ár. Fyri fyrstu ferð nakrantíð skeyt Gert A. Hansen tvey mál í sama dysti í fremstu røð, tá EB/Streymur basti oddaliðnum í Gundadali Uni Holm Johannesen Hann fekk seg royndan, og tað var ikki lætt. Kollfirðingurin í EB/Streymi var stundum settur undir stórt trýst í verjustøðu. Súni Olsen, Jákup á Borg, Símun Joensen og hinir mótstøðumenninir runnu hann ofta av, meðan mælsku við­haldsfólkini í B36-húsinum eggj­aðu sínum fótbóltshetjum. Eitt dømi var, tá Súni Olsen rann hann av og setti beina kós móti mál­inum. Sum verjuspælari visti hann ikki aðra loysn, enn at skumpa mótstøðumannin í ryggin; fríspark og gult kort. So­leiðis tók hann broddin av hesi álops­hóttanini. B36 spældi seg til aðrar møguleikar í sínari vinstru síðu, har Gert A. Hansen, sum vongverji í høgru, royndi at verja fyri sum frægast. Hóast kollfirðingurin hevði nógv at takast við, tók tað hann ikki av ræði – men tað var á hinari leik­ hálvuni, at hann gjørdi um seg av álvara. 27 ára gamli Gert Hansen hevði ongantíð skotið tvey mál í einum landskappingardysti í bestu før­ oysku fótbóltsdeildini, tá hann sat í skiftingarrúminum og dró bláu og svørtu spælitroyggjuna yvir høvdið, gott og væl ein tíma undan oddabrakinum í Gundadali. Mál­tevinum bilar einki, hann hevur skotið nøkur mál seinastu árini, men tað er ein sannroynd, at uppgávan sum vongverji í høgru er ikki nøkur sjálvsagd borgan fyri, at hann rennur seg til upp­ lagdar møguleikar. Tað ger heldur einki. Ta upp­ gávuna hevur lítlibeiggi hans­ ara, Arnbjørn T. Hansen, røkt meistarliga. Hann hevur skotið eina rúgvu av málum. Men fram­ herjin við serstaka snodd­tev­ inum fyri málinum var ikki við frá byrjan í gjár. Hann hevur verið darvaður av skaða seinatu dagar­nar, og var ikki førur fyri at spæla við fullari megi. Sorin Anghel, sum hevur røkt álops­ sessin fyrr, var heldur ikki við vegna skaða. Heðin Askham, venjari, gav Arnbjørn Hansen pláss á beinkinum, meðan Levi Hanssen skuldi vera einsamallur álops­maður. Tað bilti ikki. Gert A. Hansen tók á seg leiklutin at skjóta avger­ andi málini, og hann syrgdi fyri, at EB/Streymur hóttir fram­vegis oddaliðið í stríðnum um føroya­ meistaraheitið. Málini Gert A. Hansen skeyt bæði mál­ ini hjá EB/Streymi í gjár. Tað vóru tvey sera týdningarmikil mál. Sundalagsmenn vunnu odda­ brakið í Gundadali og syrgdi fyri, at B36 verður verandi á 55 stig­ um sjey dagar afturat – í øllum førum. Gestirnir komu á odda, tá fimm minuttir vóru farnir av dystinum. Tað var heldur tilvildarligt. Gert A. Hansen hevði bóltin í høgru síðu, tá hann sendi leðurkúluna inn fyri ­ málini. Eingin setti krúllin undir bóltin, sum heldur fann leið­- ina inn í málið við handaru stong. Tjúgu minuttir seinni fullførdi hann aftur eina hóttan. Verjan hjá B36 var sannførd um, at talan var um rangstøðu, tá Gert A. Hansen spældi væl saman við Levi Hanssen, og vongverjin brádliga var einsamallur móti Meinhardti Joensen. Hann var púra kaldur og sendi bóltin fram­ við málverjanum. Tað var júst tað, Heðin TVÆR FERÐIR GERT Fyri fyrstu ferð nakrantíð skeyt Gert A. Hansen tvey mál í sama landskappingardysti, tá EB/Streymur vann oddabrakið í Gundadali Mynd Álvur Haraldsen B36 - EB/Streymur 1-2 (0-2)