mánadagur 26. september 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tað hevði verið eitt bragd
EB/Streymur hevur vunnið átta landskappingardystir upp í slag. Vinna teir sínar írestandi fimm
dystir, er tað eitt satt bragd, heldur Mikkjal Thomassen. – Um EB/Streymur vinnur 13 dystir
upp í slag, og vit kortini eru ovastir tá avtornar, er tað eisini eitt bragd av okkum, heldur hann.
Símun sá reytt
Símun Joensen, fekk reytt kort í tíðini, dómarin hevði lagt
afturat. Fyrra gula kortið eftir kjaftaslit, og verjuspælarin
fekk seinna gula kortið, tá hann feldi ein mótstøðumann.
Askham, venjari hjá EB/Streymi,
hevði ætlað.
– Tað var vandi á ferð, tá
vit søktu at málinum hjá B36.
Samstundis vóru vit væl skip
aðir í verjustøðu, og B36 kom
sjáldan nærri okkara málið enn
brotsteigarmarkið. Vit vistu full
væl, at Súni Olsen og Róaldur
Jacobsen kunnu skjóta mál úr
25 metrum, og tað var eisini nær
við, at eitt av teirra langskotum
fór inn í fyrra hálvleiki, sigur
Heðin Askham. Hann skoytir
uppí, at talan var um sannan
stríðssigur í gjár.
Róaldur Jacobsen, Lukasz
Cieslewicz og Jákup á Borg
vóru nær við, tá teir royndu
seg. Nærmastur var Klæmint
Matras
í
tveimum
førum:
Fyrst
fór
bólturin
á
tvør
træið, tá hann smekkaði til av
brotsteigarmarkinum, og løtu
seinni sendi hann brotsspark í
stólpan.
Eitt av langskotunum gav
úrslit eftir steðgin. Jákup á Borg
minkaði um munin við flottum
skoti. Fleiri mál komu ikki.
Við fullari ferð
EB/Streymur er einasta liðið,
sum hevur knógvað B36 í hes
um kappingarárinum – eina
ferð í steypakappingini, og tvær
ferðir í landskappingini. Sig
urin í gjár var tann áttandi upp
í slag. Góða úrtøkan ber í sær,
at sundalagsmenn bjóða nú av
álvara av í stríðnum um føroya
meistaraheitið.
Næsta uppgávan er miku
kvøldið. Tá verða Arnbjørn T.
Hansen og Sorin Anghel helst
við frá byrjan. Eydnast tað at fáa
fulla úrtøku í Fuglafirði móti ÍF,
eru sundalagsmenn bara tvey
stig frá oddaliðnum.
B36 kundi fara frá nærmastu
kappingarneytunum í gjár. Tað
eydnaðist ikki. Sum heimasíðan
hjá B36 tekur til.
»Fyri fyrstu ferð í ár máttu vit
úr Gundadali sum taparar. Men
enn hava vit allar møguleikar
sjálvir. Gera vit okkara, so eru
vit meistarar – líkamikið hvat
hini gera. Men tað er ikki sørt,
at úrslitið í dag gjørdi alt eitt
sindur meira spennandi, enn tað
burdi verið.«
Tað broytir ikki, at Gert A.
Hansen og hinir sundalags
menninir spæla við fullari ferð.
uni@sosialurin.fo
– Vit vóru nær við í fleiri før
um, men bólturin fór ikki inn.
Tú sleppur ikki undan slíkum
støðum í 27 landskappingardyst
um, og hetta var dagurin, tað ikki
riggaði hjá okkum.
Soleiðis
tekur
Mikkjal
Thomassen, annars av ábyrgdar
monnunum í B36, til um upp
løgdu málmøguleikarnar, sum
B36 ikki gagnnýtti í gjár.
Heimaliðið var meira á bólt
inum allatíðina, men tað gekk
strilti at spæla seg til kjansir. Tað
var broddur í álopsspælinum,
men tað var ikki ofta, at René
Torgarð noyddist at kíta seg.
– Vit koma illa frá byrjan, og
tað verður mótbrekka beinan
vegin. Hóast EB/Streymur var
á odda við tveimum málum í
hálvleikinum, vóru vit sannførdir
um, at dysturin var púra opin.
Vit vistu, at tað ráddi bara um at
taka av møguleikanum, men tað
eydnaðist tíverri ikki. Tað skal
eisini sigast, at teir verja sera
væl, sigur Mikkjal Thomassen.
Mest upplagdi møguleikin
var, tá Klæmint Matras slapp
at royna seg við brotssparki. Tá
vóru 25 minuttir spældir. Lið
skiparin smekkaði til, men bólt
urin brast í stólpan.
Ikki tí, EB/Streymur smæddist
ikki burtur. Í sekundunum eftir
brotssparkið var um reppið, at
sundalagsmenn øktu um leiðsl
una, tá Levi Hanssen var púra
leysur, men Meinhardt Joensen
bjargaði.
B36 legði stórt trýst á sein
astu løtuna, og tá átta minuttir
restaðu í var sera nær við, at B36
javnaði til 2-2. Í sera spentari
støðu vildi heimaliðið hava
brotsspark, tá teir mettu, at
gestirnir bjargaðu á strikuni við
hondini. Stutt framman undan
stórbjargaði René Torgarð, tá
Cieslewicz royndi seg.
Arnbjørn Hansen var eisini
púra, púra einsamallur við mál
verjan, men framherjin sendi
framvið,
– Tað er fantastiskt, at vit fáa
høvið at reisa okkum beinan
vegin. B71 spælir her í Gundadali
næstuferð, og vit fara nú undir
fyrireikingarnar til tann dystin,
sigur Mikkjal Thomassen.
uni@sosialurin.fo
Bólturin fór bara ikki inn
Snúnigsdepilin manglaði
MISNÝTTI BROTSSPARK
Klæmint Matras smekkaði til úr ellivu metrum, og bólturin brast í stólpan. Tá var EB/Streymur á odda 1-0
Mynd: Álvur Haraldsen
Bóltar:
Tað
var
greitt
beinanvegin.
Hann var ikki førur fyri at halda
fram. Pauli G. Hansen fór ikki at
spæla við eftir steðgin. Kringi
miðvallarin skar í eitt hart og
langdrigið ýl. Annars var gravar
tøgn í Gundadali hesa løtuna.
Tað tóktist sum, at áskoðararnir
bíðau bara eftir dóminum. Gult
ella reytt.
Hetta var í tíðini, dómarin hevði
lagtafturat
fyrra
umfarinum.
Heðin Askham, venjari hjá EB/
Streymur, stóð á síðulinjuni og
hugdi at. Nú skuldi uppleggið
broytast.
Spurningurin
var,
hvussu hann legði spæliskipanina
til rættis.
– Tað var sjálvandi ein dyggur
smeitur. Pauli G. Hansen var
snúningsdepilin á miðvøllinum,
og hann átti virknan leiklut í
spælinum fyri steðgin. Tað vísir
seg eisini, at vit missa tamar
haldið
á
miðvøllinum
eftir
steðgin. Vit eru ikki eins tryggir
á bóltinum, hóast miðvallarnir
stríddust fyrimyndarliga væl.
Vit saknaðu hann, rætt og slætt,
sigur Heðin Askham. Hann loysti
knútin við at senda framherjan
Arnbjørn T. Hansen, sum hevur
verið plágaður av skaða síðstu
dagarnar, og tískil ikki spældi við
fullari megi, á vøllin frá byrjan í
seinna hálvleiki. Levi Hansen,
sum var einsamallur álopsmaður
undan hvíldini, spældi undir liðini
á Pæturi Dam Jacobsen á mið
vøllinum í seinna hálvleiki.
Støðan var íkomin, tí Pauli G.
Hansen og Jákup á Borg brustu
saman, tá báðir tveittu seg eftir
bóltinum, skamt frá B36-húsinum.
Jákup á Borg kom við fullari ferð
og rendi høgra fót inn í knæið á
mótstøðumanninum, sum stýrdi
bóltinum út av síðulinjuni. Petur
Reinert, dómari, var staddur
fáar metrar frá, men valdi ikki at
floyta. Dómarin vísti við sínum
høgra armi, at tað var innkast
til B36. Pætur Dam Jacobsen
var knappur og skumpaði undir
Jákup á Borg, meðan hann gav róp
frá sær. Tá rann Petur Reinert á
staðið og sissaði stríðsmenninar.
Jákup á Borg slapp snikka
leysur, hóast tað ikki hevði verið
ein ov hørð revsing at rikið hann
av vølli við einum reyðum korti.
Pauli G. Hansen var borin av
vøllinum.
– Vit vita framvegis ikki,
hvussu álvarsamur skaðin er. Um
liðbandið er rokið, verður Pauli G.
Hansen neyvan aftur á vøllinum
hetta kappingarárið, sigur Heðin
Askham, venjari hjá B36.
uni@sosialurin.fo
MÁTTI GEVAST
Pauli G. Hansen var ikki førur fyri at halda fram, tá Jákup
á Borg hevði rent sín fót inn í knæið á skálamanninum
Mynd: Álvur Haraldsen