mánadagur 26. september 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111
Sosialurin
Ítróttarblaðið
KÍ - NSÍ 5-1 (3-1)
Fyri 35 árum síðani…
Fyri 35 árum síðani spældi NSÍ fyrstu ferð ímóti KÍ í Klaksvík í bestu deildini, í fjórða umfari í
1976. KÍ vann dystin 10-1, men tað var fryntligi múrarin í Runavík, Ingolf Hansen, sum legði
gestirnar á odda. Ikki fyrrenn í gjár eydnaðist tað aftur KÍ at skora fimm ferðir ímóti NSÍ.
Kristoffur tvísifraður
Kristoffur Jakobsen hevur nú skorað 11 mál í ár. Hann er
fyrsti føroyingur í KÍ-troyggjuni, sum hevur skorað tvísifrað tal
av málum síðani í 2003, tá Hjalgrím Elttør skoraði 13 mál.
gjørdi mun
at lívið stóð
upp á spæl
vodafonedeildin Sum tíðin leið, so sást tað væl, at heimaliðið spældi fyri at varðveita
plássið í fremstu røð, meðan tað ikki stóð so nógv upp á spæl hjá gestunum
Jóannes Hansen
Fótbóltslagið var gott í Klaksvík
í gjár, og nógvu KÍ fjepparnir í
Norðoyggjum høvdu alla orsøk at
fegnast: 2. deildarliðið tryggjaði
sær gullkrónurnar leygardagin,
kvinnurnar tryggjaðu sær FM
heitið tíðliga seinnapartin í gjár,
og við 5-1 ímóti NSÍ eydnaðist tað
loksins flaggskipinum í Klaksvík
at vinna á nýggja undirlagnum,
sum ber fyritreytir við sær at
spæla skjótt, hugflogsríkt og
polerað. Í trimum teimum fyrstu
royndunum vóru úrslitini ein
javnleikur og tvey tap.
Tað var ikki alla tíðina polerað,
men í 1. hálvleiki var tað intenst
og spennandi, og NSÍ var fyrsta
tíman rættuliga væl við. Sum 2.
hálvleikur leið, var tað týðuligt, at
heimaliðið hevði meiri at spæla
fyri, og at ungu menninir vóru
grammir og ágangandi, nú tað bar
tann vegin, at trý týdningarmikil
stig kundu stingast í posan, og at
hóttanin av niðurflyting harvið
ikki fór at verða so stór, sum
hon undan vikuskiftinum hevði
verið.
Hóast KÍ var frammanfyri 3-1
eftir 1. hálvleik, so tóktist mun
urin ikki at hava verið so stórur,
og inntil heimaliðið setti hol á,
tá ið knappliga hálvur tími var
farin, reið tað um snarið.
Síðsta stóra korterið undan
steðginum skoraði KÍ tríggjar
ferðir.
Miðverjin
Oddmar
á
Lakjuni noyddist tíðliga skaddur
av vøllinum. Høgni Madsen varð
fluttur av miðvøllinum og aftur
í miðverjuna, har hann saman
við Jógvani Isaksen stóð seg væl.
Bárður J. Heinesen varð skiftur
inn longri frammi á vøllinum,
og hann takkaði fyri álitið, tá ið
hann eftir framlegging sneiddi
framvið málverjanum og legði
bóltin í málið.
Stórur KÍ fagnaður, og so
gjørdi Kristoffur Jakobsen bart.
Hann hevði ikki skorað síðani
summarsteðgin,
men
í
gjár
kom glið á. Eftir átta minuttum
skoraði hann tvær ferðir. Í fyrra
førinum átti vinstri vongverjin,
Monrad Holm Jacobsen, sum
er uppaldur í NSÍ, málgevandi
avleveringina, og í seinna førinum
var tað síðuspælarin í vinstru,
Álvur Fuglø Christiansen, sum
rættuliga hevur spælt seg inn í
hitan, ið legði upp.
Álvur F. Christiansen gjørdist
ein av høvuðsleikarunum í 2.
hálvleiki, tá ið hann fram ímóti
dystarenda við tveimum málum
staðfesti rimmar heimasigurin.
Álvur vísti fínt tev fyri í røttu
løtuni at renna úr borðinum og
inn undir málið, tá ið sendingar
vórðu lagdar úr høgru, og tað bar
tvey mál við sær.
Ikki nóg svangir
NSÍ hevur so mangan staðið seg
væl í Klaksvík, og størsta partin
av 1. hálvleiki var tað einki, sum
bendi á, at talan skuldi verða um
stórtap.
Men sum fyri viku síðani, tá
ið tað á heimavølli kiksaði í 2.
hálvleiki ímóti ÍF, so fór dampurin
av ballónini eftir steðgin. KÍ
hevur knívin á barkanum. Tað
hevur NSÍ ikki, og tað sæst. Einar
T. Hansen minkaði um munin
til 3-1 við fínum frísparki dygst
undan steðginum, og so kundi
tað roknast við, at gestirnir fóru
at røra upp á seg.
NSÍ venjarin, Pauli Poulsen,
tóktist ikki vera nøgdur við tað,
sum hann hevði sær í 1. hálvleiki.
Hann
skifti
veteranarnar
Jónhard Frederiksberg og Helga
L. Petersen út við yngri menn
og umskipaði soleiðis, at Jens
Joensen, sum hevði verið á verju
kendum miðvallarplássi, varð
fluttur aftur í miðverjuna, men
einki hjálpti.
Heimaliðið var grammari og
spældi við størri tyngd og broddi,
og tað bar at enda trivaliga
sigurin við sær, sum kann fara at
vísa seg at vera munurin millum
lív og deyð í bestu deildini.
35 ár síðani seinast
Tað er tiltikið, tá ið NSÍ fyrstu
ferð spældi landskappingardyst
í bestu deildini í Klaksvík. Tað
var í 4. Umfari í 1976 ella fyri 35
árum síðani.
KÍ vann 10-1, men tað var NSÍ,
sum legði seg framum. Málskjútti
var fryntligi múrarin í Runavík,
Ingolf Hansen. Tá skuldi ein av KÍ
stuðlunum uttan fyri vøllin siga,
at nú stóð illa til, tá ið tað ikki bar
til at vinna ímóti uppflytarunum.
Og so skoraði KÍ tíggju mál!
Ikki fyrrenn í gjár eydnaðist
tað aftur KÍ at skora fimm ferðir
ímóti NSÍ. Eina ferð áður hevur
KÍ vunnið við fýra málum á NSÍ
í Klaksvík. Í 1997 var úrslitið 4-0.
Størsti NSÍ sigurin á KÍ var í 2003
í Runavík, tá ið úrslitið var 4-0.
Munur á málskjúttum
NSÍ eigur tveir av bestu mál
skjúttunum í bestu deildini.
Klæmint A. Olsen hevur higartil
í ár skorað 14 mál, og Christian
Høgni Jacobsen hevur skorað
12 mál. Í fjør skoraði Christian
Høgni 22 mál, og Klæmint skoraði
11 mál.
KÍ eigur ikki sovornar mál
slúkar.
Kristoffur
Jakobsen
skoraði tvær ferðir í gjár, og
nú hevur hann skorað 11 mál í
landskappingini í ár. Hann er
fyrsti føroyingur í KÍ troyggjuni,
sum hevur skorað tvey siffrað
tal av málum síðani í 2003, tá ið
Hjalgrím Elttør skoraði 13 mál.
Síðani hava fýra útlendingar,
men eingin føroyingur skorað
tvey siffrað tal av málum fyri KÍ:
Rodrigo Silva 11 í 2008,
Paul Clapson 14 í 2007 og í
2006Paul Clapson 12 og Christian
Lundberg 11. (faroesoccer.com)
post@sosialurin.fo
Bóltar:
Mynd: nordlysid.fo