Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Víkingur - 07 Vestur 5-1 (2-0) Lagnuløtur hjá 07 Vestur Vágamenn eru á niðurflytingarplássi, tvey stig og 22 mál aftan fyri HB, sum teir møta sunnudagin í Gundadali. Vinnur 07 Vestur ikki tá, sær svart út. Hinir tríggir dystirnir hjá 07 Vestur eru B36 (h), B68 (h) og ÍF (ú). Fastar ímóti 07 Vestur Toppskjúttin, Finnur Justinussen, hevur skorað 17 mál í ár, men einki av teimum hevur hann fingið ímóti 07 Vestur. Hóast Víkingur fríggjakvøldið vann 5-1 á vágaliðnum, var toppskjúttin heldur ikki hesa ferð millum málskjúttarnar. Vignaðist væl hjá Víkingi vodafonedeildin Jógvan Martin Olsen hevði eyka nógv at fegnast um, tá ið hann í gjár kom úr Klaksvík, har hann hevði eygleitt tvey av liðunum, sum Víkingur skal takast við á leiðini ímóti heiðursmerkjunum Jóannes Hansen Tað ber ikki til at siga annað, enn at vikuskiftið lagaði seg framúr væl fyri Víking. Fríggjakvøldið eydnaðist tað loksins at vinna á 07 Vestur. Eftir tvær ferðir 1-1 fyrr í summar var talan um rimmar 5-1 sigur, sum ikki var eitt mál ov stórur. Í gjár var Jógvan Martin Olsen, venjarin hjá Víkingi, í Klaks­vík og eygleiddi KÍ og NSÍ, sum Víkingur næstu vikurnar skal spæla ímóti. Sjálvsagt hevði Víkinga venjarin eisini eitt vakið oyrað við gongdini í Gundadali, og har tørnaði tað væl út, sæð við Víkingaeygum. Gamaní hevur EB/Streymur við sigrinum á B36 betri møguleika at taka silvurplássið frá Víkingi, men úrslitið í Gundadali ber við sær, at møguleikin hjá bæði EB/ Streymi og Víkingi at koppa B36 í FM kappingini er størri nú, enn hann var undan vikuskiftinum, og tað má vera tað, sum hevur mest at siga. Breiddin kærkomin Jógvan Martin Olsen segði seg vera væl nøgdan við gongdina fram ímóti sannførandi 5-1 sigr­ inum. Fleiri av ungu monnunum, sum ikki so ofta hava verið ímillum teir fyrstu ellivu, fingu møgu­leikan fríggjakvøldið, og teir tóku av: – Vit hava nú spælt fýra dystir í tólv dagar, og tá ið tað er so stutt millum dystirnar, so er neyðugt at geva summum spælarum hvíld, og tá er tað týdningarmikið at hava breiðan hóp. Gongdin í kvøld vísti, at ungu menninir eru væl fyri, og tað fegnast vit sjálvandi um, segði Víkinga venjarin. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur ofta verið skiftur inn. Hann hevur víst seg at hava máltev. Fríggja­kvøldið fekk hann møgu­ leikan frá fyrsta bríksli, og ungi maðurin takkaði fyri, tá ið hann við góðum skoti setti hol á. Ein annar av ungu monn­ unum, sum hesa ferð var millum teir fyrstu ellivu, var Páll A. Klettskarð, sum fyrr í summar var nógv skaddur. Páll var eyð­ sýndur fríggjakvøldið, tá ið hann legði upp til mál og sjálvur skoraði eitt mál. Stóri maðurin á Víkinga liðnum var miðvallarin Sam Jacobsen, sum skoraði trý mál. Hann umsetti tvær ferðir brots­spark til mál, og eina ferð skoraði hann í spæli, eftir at Páll Klettskarð hevði spælt hann leysan. 07 Vestur var illa spert fríggja­ kvøldið. Tað ráddi mest um at verja stigið, sum teir høvdu við til Gøtu, og tá ið hol var komið á, og heimaleiðslan var økt eina og tvær ferðir, tóktist tað sum um, at tað ráddi um at avmarka tapið. Tað var kalt og illfýsið, og útlendsku spælararnir tóktust ikki trívast nakað serligt í heystar­veðrinum. Joseph Bassene minkaði fram ímóti dystarenda um munin, so úrslitið varð 5-1 til heimaliðið. Tað sást á gestunum, at hetta var ikki dysturin, tá ið teirra lagna verður avgjørd. Tá er vitjanin í Gundadali, har HB bíðar í næsta umfari, meiri avgerandi! Mistu stigini eyðsýnd Tað eru trý stig frá Víkingi og fram til B36. Tískil er alt framvegis opið. Tað hevði verið kærkomið, um tað í staðin fyri tveimum javnleikum fyrr í summar hevði endað við tveimum Víkinga sigr­ um á 07 Vestur: – Tað nyttar ikki at iðra seg um tað, sum farið er. Í fyrra dystinum í Gøtu var tað einki at siga til, at tað endaði 1-1, men tá ið vit vóru í Sørvági, vóru vit óhepnir, heldur Jógvan Martin, sum eisini vísir á seinastu uppgerðirnar ímóti høvuðsstaðarfeløgunum: – Næstsíðsta sunnudag vóru vit óhepnir, at tað ikki eydnaðist at fáa meiri enn 2-2 ímóti HB í Gundadali. Lyklauppgerðin higar­til er kortini heimadysturin ímóti B36, sum teir vunnu 2-0. Tey, sum sóu tann dystin, munnu vera samd við okkum í, at tá áttu vit at havt vunnið úrtøku. Men tá ið árið verður lokið, so lýgur talvan ikki, og tí mugu vit gera okkara fyri at taka av eyka møgu­leikanum, sum vit nú fingu, heldur Víkinga venjarin. Lagnuløtur hjá 07 Vestur Tað stendur ikki væl til hjá 07 Vestur. Vágaliðið er á niður­flyt­ ingarplássi. Tað eru tvey stig og 22 mál fram til HB. Sunnudagin hittast HB og 07 Vestur í Gunda­ dali. Um tað ikki eydnast 07 Vestur at vinna fulla úrtøku, so fer tað av álvara at síggja svart út. Í fýra teimum seinastu umfør­ unum er skráin hjá 07 Vestur HB (ú), B36 (h), B68 (h) og ÍF (ú). Finnur fastar móti 07 Vestur Fremsti álopsspælarin hjá Víkingi er Finnur Justinussen. Hann hev­ ur skorað 17 mál, og hann er topp­ skjútti í Vodafonedeildini. Fríggjakvøldið skoraði Víkingur fimm mál, og tað var merkis­vert, at Finnur Justinussen ikki varð skrásettur fyri nakað av málunum. Víkingur og 07 Vestur hava dystast tríggjar ferðir í ár, og tað eydnaðist ikki topp­skjútt­ anum at skora ímóti 07 Vestur. Sunnudagin verður granna­ uppgerð í Sarpugerði, tá ið NSÍ kemur á vitjan. Tølini siga, at tað er rættuliga sannlíkt, at Finnur Justinussen verður millum mál­ skjúttarnar. Bara eina ferð fyrr í summar er tað komið fyri, at Finnur er farin av vøllinum tvær ferðir upp í slag uttan at hava skorað mál. Tað var í fimta umfari (1-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur), og í 6. umfari, tá ið Víkingur á heima­vølli vann 2-1 ímóti B68. Við sigrinum, halda víkingar fast um jakstranini eftir gullinum Mynd: Álvur Haraldsen Bóltar: