Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 Sosialurin Ítróttarblaðið KÍ - NSÍ 5-1 (3-1) 11 mál og 9 stig B71 hevur verið ein góður kennskapur hjá B68 hetta kappingarárið. B68 hevur vunnið allar tríggjar dystirnar. B68 hevur vunnið 5-0, 3-1 og 3-0. Minsti sigurin var heima á Toftum. B71 ella HB? – Eru tit vísir í, at tað ikki var B-7-1, sum spældi í Fuglafirði í dag? (sms-viðmerking úr 3. hálvleiki á Rás2 ígjár) Heri Simonsen Longu í steðginum sást hvønn veg tað bar, tó so B71 var væl við ta fyrstu løtuna, og teir høvdu nakrar góðar atsóknir, men Tórður Thomsen í B68-málinum vísti sínar dygdir. Frægari gekk hjá B68 at fáa úrtøku úr sínum málmøguleikum. Tá eitt stórt korter var farið av fyrra hálvleiki legði Jónleif Højgaard B68 á odda, aftaná eitt frálíkt einmansavrik. Undan málinum hjá Jónleifi hevði B68 havt tvær málroyndir á tvørtræið. Tá 35 minuttir vóru farnir økti Ahmed Keita til 2-0, tá hann sera hegnisliga saksasparkaði bóltin í málið. Hetta gjørdi Ahmed Keita við rygginum ímóti málinum. Talan var um eitt av teimum betri mál­ unum, sum eru skoraði í ár. B71 royndi B71 gjørdi eina roynd í seinna hálvleiki at bøta um støðuna, og teir fingu lagt B68 undir eitt ávíst trýst. B68-verjan stóð kortini væl, og tað sum B68-verjan ikki fekk vart fyri, tað tók Tórður Thomsen sær av. Tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini økti Bjarki Johannesen til 3-0. Hann fekk eina góða sending frá Remi Lang­gaard, sum spældi Bjarka frían. Bjarki hevði bert verið á vøllinum nakrar fáar minuttir, tá hann staðfesti sigurin fyri toftamenn. B71 hevur 10 stig upp til 07Vestur á næstaftasta pláss­ inum, og 12 stig upp til HB á triðaftasta plássinum. Hesi bæði liðini møtast innanhýsis sunnu­ dagin í einum lagnudysti, sum fer at fáa týðandi ávirkan á hvat lið skal fylgja B71 niður í næstbestu deildina. Í fjør bjargaði B71 sær á sein­ asta leikdegi, men tað verður av ongum hesaferð. heris@sosialurin.fo Bóltar: B71 bleiv av­toftað sum vodafonelið vodafonedeildin B68 setti tingini uppá pláss á Sandi ímóti einum liði, sum nú er staðfestur niðurflytari Sandingar bjargaðu sær í bestu deildini á sísta leikdegi í fjør, men í ár megna teir ikki at varveita plássið Savnsmynd: Álvur Haraldsen