Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 Sosialurin Ítróttarblaðið Mikukvøldið verður 23. umfar í næst­bestu fótbóltsdeildini. Tá verð­ur oddaliðið FC Suðuroy part­ ur av grannauppgerð ímóti TB. Upp­gerðin verður í Hvalba, og tá er møguleiki fyri, at FC Suðuroy fer at tryggja sær rættin at spæla í bestu deildini næsta kappingarár. FC Suðuroy er níggju stig framman­ fyri TB. Um samansetta liðið vinn­ ur fulla úrtøku, so verður munurin tólv stig, og væl betri málmuni enn kappingarneytarnir er FC Suður­oy so at siga eitt stig eyka framman­ fyri. Leygardagin var FC Suðuroy í Streymnesi. 35 ára gamli Stani­ slav Kuzma varð rikin av vølli næst­síðsta leygardag á Argjum. Tí var superveteranurin, 40 ára gamli Bjarni Johansen í málinum í Streym­nesi. Bjarni hevur vart málið á næstbesta felagsliðnum higartil í ár, og hann loysti uppgávuna væl, tí FC Suðuroy vann 3-0. Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði FC Suður­oy seg á odda, og tá ið ein tími var farin, var spenningurin far­in úr uppgerðini, tí tá var 3-0 til FC Suðuroy, og hetta varð eisini úrslitið. Teir báðir, sum hava skor­ að flest mál fyri FC Suðuroy í ár, eru John T. Poulsen, sum síðsta viku­skifti var málverji í ein tíma á Argjum, og David Asare. John T. Poulsen skoraði fyrsta máli, tá ið 1. hálvleikur var knappliga hálv­runn­ in, og David Asare skoraði hini bæði eftir lítlari løtu, tá ið ein tími var far­in. TB var á Skála, og har var held­ur einki at rafla um. Longu eftir ein hálvan tíma var støðan 2-0. Miðverjin Dmitrije Jankovic skoraði fyrsta málið við høvdinum, eftir at miðvallarin Bárður Dimon hevði roynt seg ímóti málinum, og Rógvi Joensen økti til 2-0 við góð­ um skoti eftir fína fríspæling frá Bo­j­an Timic. Heimaliðið hevði lotið undan í 2. hálvleiki, og fyrstu løtuna sprutt­aði Skála, sum ikki hevði havt so nógvar royndir undan hvíld­ini. Men so svaraði TB aftur, og Dmitrije Jankovic staðfesti 3-0 sigurin, eftir at Bojan Timic hevði sent frísparkssending innfyri. Tað varð roknað við, at AB fór at fáa sína søk fyri í Gundadali ímóti HB, sum stríðist fyri lívinum, men AB legði seg í 1. hálvleiki á odda við tveimum málum, sum Stig Roar Søb­stad og Milan Kuljic skoraðu. Spenn­ingur kom í aftur, tá ið Óli Arge fimm minuttir eftir steðgin mink­aði um munin. Miðskeiðis í 2. hálv­leiki noyddust fyrst Óli Arge hjá HB og síðani Jobin Drangastein hjá AB av vøllinum, tí teir høvdu sæð gula kortið tvær ferðir í part, og fimm teir síðstu minuttirnar skor­aði AB tvær ferðir aftrat. Mál­ skjútt­ar vóru Jónas Stenberg og Milan Kuljic. Oyggjauppgerðina í Eysturoy vann NSÍ á heimavølli ímóti Vík­ ingi. Heimaliðið hevði fríska lotið undan í 1. hálvleiki, og tá ið stórur hálvur tími var farin, skor­aði Andrias á Líknagøtu, tá ið hann varð púra leysur, eftir at ein verju­ spælari hevði kiksað stútara. Hóast Víkingur hevði lotið und­ an í 2. hálvleiki, so var tað NSÍ, sum skoraði miðskeiðis í 2. hálvleiki. Mál­skjútti var Rógvi Højgaard. Lítla løtu undan leikloki minkaði Per Gregersen um munin til 2-1. Tað var spennandi fram imóti dystar­enda, men NSÍ helt tørn um leiðslu­na, og harvið er NSí trygt á fjórða plássi. Í 22. royndini eydnaðist tað 07 Vest­ur at vinna fyrstu stigini. Tey vórðu vunnin á heimavølli ímóti FC Hoyvík, sum flýtur tungt í sjónum. Úrslitið var 3-1. Í 1. hálvleiki skor­aði 07 Vestur tvey mál, og tá ið vága­ menn eftir stóran tíma øktu um munin til 3-0, vóru fyrstu stigini mest sum komin til høldar, hóast FC Hoyvík minkaði um munin, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Superveteranur í málinum hjá oddaliðnum 1.DEILD 40 ára gamli veteranurin Bjarni Johansen var í FC Suðuroy málinum, tá ið FC Suðuroy við sannførandi sigri á útivølli staðfesti sína støðu sum favorittur at flyta upp 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 FC Suðuroy 22 18 4 0 68 19 49 58 2 AB 22 15 4 3 62 21 41 49 3 TB 22 15 4 3 61 21 40 49 4 NSÍ 22 11 2 9 54 50 4 35 5 Skála 22 9 4 9 34 35 -1 31 6 Víkingur 22 8 4 10 40 42 -2 28 7 EB/Streymur 22 7 1 14 36 53 -17 22 8 HB 22 6 3 13 31 49 -18 21 9 FC Hoyvík 22 6 2 14 30 52 -22 20 10 07 Vestur 22 1 0 21 16 90 -74 3