Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge, Anfield Dreymurin hjá flestu Liverpool við­haldsfólkunum er at síggja ein dyst á The Kop, sum er endin hand­ an annað málið á leikvøllinum hjá Liverpool, sum hevur heitið An­ field. Stemningurin er tiltikin fyri at verða góður á The Kop, men har sita eisini nøkur av ídnastu Liver­ pool viðhaldsfólkunum og kritikk­ ur­in kann til tíðir eisini verða harð­ ur. Liverpool hevur í ár spælt fleiri dyst­ir, har teir hava spælt væl í fyrra hálv­leiki og illa í seinna hálvleiki. Hetta hendi millum annað í fyrsta landskappingardystinum móti Sund­er­land, og aftur mikukvøldið, tá Liverpool vann á Brighton & Hove Albion í Carling Cup. Fyrri hálvleikur – tann góði Hetta er hálvleikurin tá Liverpool spælir væl. Tað sær gott út og við­ halds­fólkini á The Kop eru stuðl­ andi í teirra rópum. Eitt sind­ur brádliga endar bólturin í Wolver­ hamp­t­on málinum, eftir at Charlie Adam smekkar til. Bólturin tekur í ein Wolverhampton verjuleikara á veg­num. Tað gongur ein løta, so standa tey aftur á The Kop. Luis Suarez smekk­ar til úr spískum og so er 2-0 til heimaliðið og ongin kan verða í iva um hvar stigini enda hendan leyg­ar­dagin. Aftur til 91 Í hálvleikinum buldrar Guns ‘N’ Roses úr hoytalarinum við sangi­ num Sweet Child of Mine. Tá Guns N’ Roses kom fram við sanginum var Kenny Daglish eisini venjari hjá Liverpool, áskoðararnir sungu eisini You’ll Never walk Alone, men mun­urin er, at Liverpool tá var ensk­ur meistari. Um tað er orsøkin til at Liver­ pool valdi at spæla júst handan sang­in í hálvleikinum, skal verða ósagt, men hann er altíð góður til at fáa gott lag á fólk. Seinni hálvleikur – tann ringi Seinni hálvleikur er bara nakrar minut­tir gamal, tá mynstri við ein­ um góðum og einum ringum hálv­ leiki heldur fram. Verjan megnar ikki bakka vinstra bakkin, José Enrique, upp og so kann innskifti Stev­en Fletcher minka um munin. Við eitt broytist stemningurin á Anfield og The Kop. Liverpool verð­ ur trýst og upp til fleiri ferð­ir tykist Liverpool verjan ótrygg. Tað hoyrist eisini aftur á áskoðaraplássinum. Síðumaðurin er ikki bleytur fyri at ýla sína heining út. «200 milliónir meg í reyvina, ýl­ ur hann eftir Jordan Henderson, tá ikki er komin upp á pláss í einum Liver­pool álopi. Løtu seinni fær Andy Carroll toyggið. «Tú er tveir metrar av spillplássi, ýlir hann eftir Andy Carroll, tá hes­ in ikki leggur nóg stórt trýst á Wol­ ves verjuleikara. Tað stendur í løtum nógv á, men Liver­pool megnar at halda fast og vin­na dystin. Deildar meiningar Tað eru deildar meiningar um keyp­ ini hjá Liverpool í summar. Inn eru komnir Jordan Henderson, Stewart Down­ing, José Enrique, Charlie Ad­am, Sebastian Coates, Craig Bella­my, umframt at Luis Suarez og Andy Carroll komu til felagið í vet­ur. Til samans hava teir kostað beint undir eina milliard krónur. «Eg skilji ikki hví Liverpool við­ halds­fólk eru so ónøgd við avrikið í dag. Vunnu vit ikki?, spyr ein Liver­ pool viðhalsmaðurin inni á The Albert, ið er eitt vertshús, sum ligg­ ur bara metrar frá The Kop. «Eg skilji heldur ikki hví øll eru so ónøgd við keypini av eitt nú Jordan Henderson og Andy Carroll. Ja, teir kostaðu nógvar pengar, men teir eru ungir leikarar, sigur Liver­ pool viðhaldsmaðurin, ið er mitt í tjúgi­num. «Eg eri so troyttur av at hoyra Liver­pool fjepparar grenja. Tey mugu minnast til hvar vit vóru fyri ein­um ári síðan, sigur Liverpool við­ halds­maðurin at enda og vísur til, at Liverpool fyri einum ári síðani lá nær við niðurflytingarstrikuna og stríddist við eina risa skuld og tveir eigarar, ið ikki kundi gjalda hana aftur. So hóast tað gongur rættan veg­in í Liverpool, so eru øll ikki samd um háttin. Nøkur halda at ov nógvir pengar eru farnir til at keypa leikarar úr Bretlandi, sum mang­an eru dýrari enn leikararir úr øðrum londum. Onnur halda, at nú skulu Liver­ pool viðhaldsfólk bara halda fast í trúnni við Kenny Daglish og nýggju leiðslu­ni á odda. Manchester United misti fyrstu stigini Manchester United hevur ikki long­ ur fult stigatal í Premier League. Teir spældu javnleik á útivølli móti Stoke City. Nani legði annars Man­ chester United á odda aftaná 27 minuttir. Í fjør vann Manchester Uni­ted báðar dystirnar móti Stoke 2-1 og í báðum førum legði Man­ chest­er United seg á odda aftaná 27 minut­tir. Í seinna hálvleiki javnaði Peter Crouch fyri Stoke, tá hann stút­ aði eitt horna í mál. Talan er um fyrsta málið hjá Peter Crouch móti Manchester United í Premier Leag­ue samanhangi. Seinast hann skor­aði móti Manchester United var í Liverpool troyggjuni í einum steypa­dysti. Hann er eisini ein av bara seks leikarum, ið hava skorað fyri seks ymisk Premier League lið. Annars vunnu allir hinir favoritt­ar­nir, meðan Fernando Torres fyrst skoraði og síðani fekk bein­leiðis reytt kort í heimadystium hjá Chelsea móti Swansea. trondur@sosialurin.fo Premier league Seks skotið mál fyri seks Peter Crouch er sætti leikarin, ið hevur skorað fyri seks ymisk lið í Premier League. Hinir eru Andy Cole, Les Ferdinand, Marcus Bent, Nick Barmby og Craig Bellamy. Ansa eftir í 27. minutti Stoke! Triðja dystin á rað móti Stoke, legði Manchester United seg á odda í 27. minutti. Báðar dystirnar í fjør legði Javier Hernandez Manchester United á odda móti Stoke eftir 27 minuttir. Fótbóltur Soleiðis ýlir ein Liverpool viðhaldsmaður eftir Jordan Henderson. Tað er stór ónøgd at hóma á áskoðaraplássinum hóast Liverpool er á odda. Liverpool er um at missa alt á gólvið eftir ein góðan fyrra hálvleik 200 milliónir meg í reyvina! Liverpool síðani Kenny Daglish Inn: Andy Carroll, Luis Suarez, Jordan Henderson, Charlie Adam, Stewart Downing, Doni, José Enrique, Sebastian Coates og Craig Bellamy. Samlaður prísur: 954 milliónir Út: Ryan Babel, Fernando Torres, Paul Konchesky, Milan Jovanovic, Daniel Ayala, Nabil El Zhar, Sotiros Kyrgiakos, Emiliano Insua, David Ngog, Christian Poulsen, Raul Meireles og Philipp Degen Samlaður prísur: 630 milliónir Sostatt hevur Liverpool samanlagt brúkt 324 milliónir upp á leikarar síðani vetur.