mánadagur 26. september 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111
Sosialurin
Tíðargrein
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður
Hjá nógvum løntakarum er trupult
at fáa endarnar at røkka saman, bæði
av høgum brúkaraprísum, høgum
skatti og høgum bústaðarkostnað
um. Truplast hjá øllum man hetta
kennast hjá barnafamiljunum, at
hava nóg mikið til føstu útreiðslurnar
og alt sum krevst til húsarhaldið.
Persónsskatturin í Føroyum er
høgur, alt ov høgur, ikki minst tá vit
leggja tey 25% í mvg omaná.
Ein stór orsøk er, at skatta
skipanin leggur størsta trýstið á
persónsskattin, tí tað eru ov nógvar
aðrar inntøkur í samfelagnum, sum
sleppa bíliga og í nógvum førum
heilt sleppa undan at gjalda skatt.
Eitt er vinnufelagsskatturin (í
høvuðsheitum frá partafeløgum),
sum vit skulu hyggja nærri at
niðanfyri. Í fyrstu mynd sæst skatta
prosentið fyri partafeløg í Føroyum
samanborið við onnur lond.
Sí talvu 1
Tað er rættiliga sjónskt, at Føroy
ar liggja í botninum við einum tí
lægsta partafelagsskattinum uppá
18%. Niðanfyri liggja tvey av lond
unum, ið eru farin av knóranum.
Ovast liggja tvey av ríkastu lond
unum í heiminum við upp móti 40%
(Kelda: heimasíðan hjá OECD).
Vinnuskatturin til
felags húsarhaldið
Eitt er skattaprosentið hjá vinnu
feløgunum, men hvussu nógv bera
tey í skatti til felags samfelagsliga
húsarhaldið? Tað kunnu vit lýsa,
við at seta samlaðu inntøkuna frá
vinnufelagsskattinum í mun til
bruttotjóðarúrtøkuna.
Sí talvu 2
Aftur her liggja Føroyar í botni.
Av 25 londum eru tað bert trý,
har partafeløgini bera minni til
landshúsarhaldið enn Føroyar við
1,5% av bruttotjóðarúrtøkuni. Til
samanberingar liggur Danmark á
2,4% og Svøríki og Bretland á 2,8%
(kelda: The Guardian, 21.02.2011:
Corporation taxes around the world.
How much do companies pay?). Nú
sveiggjar partafelagsskatturin í
Føroyum nógv frá ár til ár, men 2010
liggur ikki langt frá miðaltalinum
fyri seinastu 8-10 árini.
Tað kann eisini verða áhugavert
at síggja, hvussu inntøkan av parta
felagsskattinum í Føroyum er býtt
millum ymisku vinnugreinarnar.
Tað sæst í triðju myndini, har vinnu
greinarnar eru settar í raðfylgju,
eftir hvussu nógv tær bera í skatti
til felags húsarhaldið:
Sí talvu 3
Áhugavert er at síggja, at niðast
við ongum skatti liggur øll tele- og
samskiftisvinnan, og ovast við 110
mió.kr. liggur Fíggjarvinnan við 110
mió.kr. Vert at býta merki í er eisini,
at tann framburðsríka alivinnan
bert gevur knappar 9 mió. kr. í
skatti, og tey 699 feløgini í sølu- og
handilsvinnuni, har eisini nógvar
stórfyritøkur eru ímillum, bert bera
21,4 mió.kr. í skatti. (kelda: TAKS).
Sosial gjøld
Flesta staðni rinda fyritøkurnar
fleiri ymisk sosial gjøld vegna
starvsfólkið. Umframt til eftirløn
kann tað verða til sjúkratrygging,
barnsburð,
útbúgving,
arbeiðs
skaðatrygging o.a. Taka vit sjúka
dagpengar sum dømi, so er myndin
hendan í Norðanlondum, hvussu
nógvar dagar privatu arbeiðsgev
ararnir gjalda, áðrenn almanna
verkið tekur yvir (kelda: norður
lendska sosiala árbókin).
Sjúkadagpengar goldnir av
privatum arbeiðsgevara:
Føroyar: fyrstu 2 dagar
Finnland: fyrstu 9 dagar
Svøríki: 14 dagar aftaná fyrsta dagin
Noreg: fyrstu 16 dagar
Danmark: fyrstu 21 dagar
Ísland: 30 dagar (eftir 1 ára starvstíð)
Vit kunnu samanlíkna sosial gjøld
sum heild millum t.d. Føroyar og
Svøríki. Svøríki, tí har hevur tað eydn
ast at lækka um persónskattin, men
við borgarligu stjórnini framvegis
hildið ein høgan partafelagsskatt
við 26,3% (smb. við 18% í Føroyum),
og liggur eisini í tí ovara endanum
við vinnuskattainntøkunum sum
2,8% av bruttotjóðarúrtøkuni (smb.
við 1,5% í Føroyum). Samstundis
hava svensku vinnufyritøkurnar
lógarbundin sosial gjøld, sum eru
seks ferðir tað, sum verður kravt
av føroysku vinnuni. Hetta landið,
Svøríki, hevur ein tann størsta
búskaparvøksturin í okkara parti
av heiminum.
Lógarbundnum sosial arbeiðs
gevaragjøld av útgoldnu lønini:
Føroyar: 3,47% íalt, til:
ALS 1%, Samhaldsfasta
1,75%, Barsilsgjald 0,62%,
Arbeiðsskaðatrygging 0,1%.
Svøríki: 21,21% íalt, til:
eftirsitandi-eftirløn 1,2%,
sjúkratrygging 5,0%,
arbeiðsskaðatrygging 0,7%,
foreldratrygging 2,2%,
arbeiðsmarknaðaravgjald
2,9%, alment lønargjald 9,2
Kapitalvinningsskatturin
Júmen - hevur Arbeiðsgevarafelagið
vart seg við – kapitalognarar í Føroy
um gjalda so høgan kapitalvinnings
skatt. Rætt er at hann er munandi
hægri enn í grannalondum, nú á
39% men skal árliga minka niður
aftur móti 35%. Til samanberingar
er hann í eitt nú Svøríki á 30%.
Men hetta er bara hálvur
sannleikin. Vit hava so lagaliga
lóg, at tá tað snýr seg um sølu av
•
•
partabrøvum, tá sleppa partabrøv, ið
eru eldri enn 2001, undan skatting.
Tó varð í 2006 gjørd ein lógarbroyt
ing, sum segði, at skattur skuldi
gjaldast av tí virði, sum liggur oman
fyri skrásetta virðið frá 2006. Hóast
hetta var ein greið roynd at bøta
um brekini og typpa mongu holini í
lógini, m.a. í samband við umskiping
av ognarviðurskiftunum, so er fram
vegis langt eftir á mál, at vit kunnu
siga at vit hava eina rímiliga lóg.
Ein framúrskarandi lýsing av
ivasomu viðurskiftunum í kapitalvi
nningsskattalógini er at finna í grein
hjá Henry Mellemgaard t. 22.02. 2011
í Norðlýsinum: “Viðmerkingar til
kapitalvinningsskattalógina”.
Ein føroysk stórfyritøka varð
seld her í vár fyri 1,1 milliard. Tvs.
nakrir partaeigarar fáa ein vinning
uppá 1,1 milliard. Nú er hetta so
stór inntøkutøl, at tað er eitt sindur
ringt at skilja. Men á heimasíðuni
hjá Hagstovuni yvir inntøkubýti
í 2009 finna vit noyaktiga sama
inntøkutalið. Har sæst, at tað vóru
2.526
persónligir
skattgjaldarar
við inntøkum millum 400.000 og
500.000 kr., og teir høvdu tilsamans
eina skattskylduga inntøku uppá
1,1 milliard. Av hesum guldu teir 419
mió. í skatti (svarandi til 37,4%).
Nú tá ið gomlu partaeigararnir
av Havsbrún fáa somu inntøku,
1,1 mia. kr. fyri søluna av teirra
partabrøvum, hevði verið áhugavert
at vita, hvussu nógv teir munnu
fara at gjalda í skatti. Tað verður
so ikki í nánd av tí, sum hinir 2.526
skattgjaldararnar skuldu av við,
altso einar 420 mió.kr. Neyvan
heldur 300, ella enntá 200 mió.
Kanska heldur nærri teim 100 mió.,
ella um 10%.
Síðsta vetur vóru nakrir trolarar
seldir úr eini stórari fiskivinnubygd,
fyri, sum sigst, upp móti 70 mió.kr.
Hvat man fara at koma inn í skatti
av tí góðu søluni? Neyvan tær 27
mió., sum 39% í kapitalvinningskatti
eiga at geva. Skuldi undra meg, um
tað bleiv til meir enn ein triðingur
ella fjórðingur av hesum.
Hetta frætta vit kanska, tá gjørt
verður upp næsta ár. Tá verður spenn
andi at vita, um nýggi formaðurin í
Arbeiðsgevarafelagnum,
Bergur
Poulsen – sum annars eisini er ein av
gomlu partaeigarunum í Havsbrún
– ikki er blíðkaður um lagaligu
vinnuskattingina í Føroyum.
Kapitalognarar kunnu verða
glaðir fyri, at teir ikki búgva í
Danmark. Meðan kapitalvinningur
í Føroyum í mesta føri skattast við
39%, eru harðari kostir í Danmark.
Har verður kapitalvinningur lagdur
aftrat aðrari persónligu inntøku,
og kemur tí í flestu førum at verða
skattaður við hægsta marginal
skattaprosenti oman fyri 60%. So
tað er munur á.
Linligur vinnuskattur í Føroyum
talva 1
talva 2
talva 3