Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. september 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. september 2011 · Nr. 111 24 Sosialurin Kjak Arne Winthereig Tað er mær ein gáta, hví fullveldisfólk altíð vilja venda øllum inn á blokkin. Ríkis­felags­ skapurin við Grønland og Danmark er so sera nógv meir enn hasar 600 milliónirnar, vit fáa frá dønum. Trupulleikin hjá Tjóðveldi og Bergtóru Høgnadóttir er, at hesi ikki hava annað at rættvísgera sín kritikk av ríkisfelagsskapinum. Av berum maktarloysi vilja tey nýta blokkin sum umbering fyri ALT. Bergtóra Høgnadóttir tímir ikki at koma inn um ríkisfelagsskapin og hyggja eftir, hvat hesin gevur føroyingum. Til dømis kunnu føroy­ingar gjøgn­um ríkisfelags­ skapin fáa SU goldið uttan mun til, hvar í heimi­num vit lesa. So kann Bergtóra Høgna­ dóttir nokk koma við, at vit hava eina ÚSUN skip­ an, sum veitir føroy­ing­ um stuðul, men hendan krev­ur, at ein hevur søkt um SU stuðul fyrst. Hetta er millum annað nøkur av teimum tingu­num, sum Tjóð­­veldi vil avtaka og har­við av­marka føroy­ ingar, sum ynskja at lesa uttanlands. Bergtóra Høgnadóttir kemur eisini inn á máttloysið hjá okkum sambands­monnum. Her standi eg púra spyrjandi, hvussu óseriøsur ein løgtings­limur hevur loyvi at vera. Bert tí ein flokkur ynskir annað enn loysing, so hevur hann einki stavnhald. Tað eru nógvir flokkar, sum hava onnur enda­ mál enn loysing. Sam­ bands­flokkurin hevur millum annað, sum stavnhald, at føroy­ingar skulu varð­veita sítt høga livi­støði. Vit hava víst á, hvussu hetta kann gerast gjøgnum ríkis­ felagsskapin. Tjóðveldi vil hava loys­­ing, men hevur ong­ an­­tíð víst føroy­ingum, hvussu hetta skal fíggj­­ ast. Tjóðveldi hevur ong­ antíð víst á, hvussu vit fíggja eina loysing frá ríkis­­­felags­­skapi­num. Hvussu verða lestrar­ møgu­­leik­­arnir fram­ eftir aftan á loys­ing, og hvussu verður heilsu­við­ gerðin aftan á loysing. Tá ein flokkur ikki kann kvittera fyri, hvussu hesin ynskir at fremja aðal­mál sítt, tá er hann máttleysur. Tað vísir eisini despera­tiónina í aftur­ svari­num hjá Bergtóru Høgnadóttir, har hon vil skýra meg sum ungling. Hetta síggi eg ikki sum eitt positivt heiti. Hetta má merkja, at Bergtóra hevur tørvað at mis­ skredi­tera meg sum persón fyri at fáa síni argu­mentir ígjøgnum. Haldi at Føroya fólk eru betri vitandi enn at søkka niður á støðið hjá Bergtóru Høgnadóttir. Tað kann væl vera, at Tjóðveldi vil halda fast í 14. September 1946, men vit í Sambandsflokkinum vilja, í mun til Tjóðveldi, í komandi valstríði, arbeiða við dagsins av­ bjóð­­ingum fyri fólksins besta. Bergtóra Høgnadóttir Tá fyribrigdi og gerandis­ dagurin verða vend á høvdið sum t. d. “skattalætti verður givin” og “lestrarstuðul verður tikin” og allir føroyingar eiga fiskatilfeingið. Tað kann leiða land í óføri, um tað, ið sagt verður av politik­arum og journalistum, bara verður tikið upp sum eini “sannleikin”! Vit hoyra dagliga t.d., at tá vinnulívsfólk gerast pen­ inga­sterk, geva arbeiði til hópin av hondum, er tað tí, at tikið verður frá teimum, sum gerast fátæk. So einfalt er hetta ikki. Kanningar vísa tvørturímóti, at har sum sterk vinnu­lívsfólk eru, sum fáa loyvi at virka í frælsi, eru tey fátæku 10 ferðir ríkari, enn har landið skal skipa viðurskiftini. Munur á sosialismu og kapitalismu Vit kunnu spyrja, hvussu ber tað til, t.d. tá Týskaland var býtt upp í tvey, við fólki av somu mentan og somu evn­­um, Eystur­týskaland fall saman, Vestur­týska­land gjørd­­ist av rík­astu londum í heimi­­num. Tá Korea fór í tvey sást blóð­­fatæka Norður­ korea, meðan frælsa Korea ídag er av heim­­sins fram­ komnu og ríku londunum? Ein skemtisøga, tó eitt sindur sigandi: “ Ein sovjet­ búgvi, polakkur og ameriku­ maður skuldu hava fund. Sovjett­borgarin var ov seinur. Tá hann kom segði hann, at hann hevði staðið í bíði­røð, fyri at keypa kjøt. Tá spyr polakkurin, “Hvat er kjøt”? Samstundis sum ameriku­ maðurin snýr sær á og spyr: “Hvat er ein bíðirøð”? Uttan beinleiðis at saman­ bera Føroyar við hesi lond, so síggjast í sjónarringinum álvarsligir tendensir, tí polit­ iski myndugleikin alt meiri leggur seg útí at stýra og taka teppið undan vinnu­lívinum, við ágangi við ráðgevandi almennum stovnum. Ágangur frá vinstru og frá sokallaðum “liberalistum” Nakað herfyri hevði eg grein um beinleiðis ágangin á vinnu­­lívið, sum Tjóð­veldið, Sam­­bands­flokkurin, Javnað­ ar­­flokk­urin og nýggi Fram­ sókn framdu á frælsa vinnu­ lívið í sam­band við tøkuna av tilfeingis­gjaldi, fyri at fáa meiri pening til enda­leysan øktan almennan rakstur. Hetta fyri at billa fólki inn, at teir ið framdu risastóru íløgurnar, ikki skulu hava meiri rætt, enn vit onnur. Hesin ágangur kemst sjálvsagt eisini av prátinum hjá politikara og journalisti. Onkur av donsku politikar­ unum tók til, nú uppundir valið: “Sjálvandi gerast vit øll meiri lík um Mærsk Mc­ Kinney Møller við sínum flytir av landinum, men ikki júst meiri rík. Er málbrúkið málrættað Okkurt dømi kann eisini takast av handahógvi. Sagt verður, at “nú verða skatta­ lættar givnir”. Málbrúkið er møguliga málrættað. Politik­ ari gevur ikki skatta­lætta. Tað ein vinnur frá arbeiðs­gev­ ara eigur hann 100%, síðani tekur t.d. – við lóg – land og kommuna skatt. At tikið verður minni frá borgar­an­um, er ikki nakað landið gevur! Seinastu árini sigst, at “landið tekur lestrarstuðul frá okkum”, tá stuðulin lækkar í lítlan mun. Lestrarstuðul er ikki nakað tú pr. definisjón eigur, men er nakað landið og fólkið gevur tær. At tú so fært minni okkurt árið, er sanniliga ikki, at landið “tekur stuðul frá tær”, men tú fært bara eitt sindur minni í stuðuli frá landi og fólki. Hesi tvey bert fyri at vísa, hvussu vit hava vant okkum við, at vent verður á høvdið. At vit í løtuni fáa einar meiri sosialistiskar Føroyar, er ongin ivi í, tað vísir almenni raksturin, lutfalsliga øktu almennu lønarútreiðslurnar, ágangurin á vinnulívið og sjálvur hugburðurin. Jógvan við Keldu Einar sosialistiskar Føroyar Gunvør Balle Er tað nøkur skomm at ynskja frælsi og sjálvstýri fyri sítt land? At ynskja at vit sum fólk og tjóð gerast sjálvbjargin? Skal eg hokna í kongunum, og góðtaka at hetta er bert góðvarin, fjarur romantikkur, sum onki hald hevur í veruleikanum? Alla aðra staðni verða frælisstríð fagnað og rópt tað ediligasta stríðið, nakað fólk kann fara ígjøgn­um. Vit syngja við Afzelius um Juanita og frælisis­stríð spaniu­manna móti einaræði­ num. Vit lyfta hattin fyri íslend­­ingum, sum megnaðu tað. Vit gleddust við eystur­ evropearum tá Jarntjaldið fall og domino-brikkarnir av londum, sum í áratíggjur vóru kroystir í sovjettiska jarnnevanum, reistust ein fyri og annar eftir og lýstu seg sjálvstøðug. “Declare independence”, eru boðini frá íslendsku Bjørk, í sangi sínum til okkara, sum rungar fyri deyvum oyrum. Allar heimssøgubøkur eru á tremur við frælsisstríðum - lítil sum stór lond, sum endiliga reisa seg og kasta fjøtrandi hjálanda hamin av sær, og taka ábyrgd av egnari framtíð. Og altíð eru vit í parti við teimum, ið tordu at taka stríðið móti yvirvaldinum, óansæð um tey megnaðu tað ella ei. Men bara ikki í Føroyum. Nei, VIT megna tað ikki. Gakk vekk, tig! Tað gongur aldrin! Hvørjum skulu vit liva av? Hetta er ein andsøgn av teimum heilt stóru. Hvat hendi í mentalu frælsis evolusjónini hjá føroy­ ska fólkinum? Varð eitt lið lopið um? Eru vit the miss­ing link, tá tað snýr seg um grund­ leggjandi frælsis­trongdina, sum er ein náttúru­kraft í so at siga øllum øðrum heimsins londum og fólkum, ið hava livað undir øðrum valdi? Hví skulu frælsissinnaðir føroyingar kenna seg noyddar at verja síni sjónar­ mið yvirfyri egnum lands­ monnum - og aftur og aftur greiða frá, hví vit halda, at hesum eiga vit eisini at stríð­ ast fyri hjá okk­um?  Hvør er munurin á okk­ara landi og øllum øðrum lond­um, ið hava barst fyri tjóðarfrælsi? Hvat bagir? Síggi í aftursvari frá Berg­ tóru Høgna­dóttir, at hon vendir grein míni, sum eitur: “Dag­urin eitur 15. september” inn á blokkin