Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 29 - 12. februar 2004 Nr. 29 - 12. februar 2004 7 Statoil hevði eina milliard krónur í av- lopi um vikuna í fjør Ársroknskapurin hjá Statoil fyri 2003, sum varð al- mannakunngjørdur í gjár, vísti, at felagið hevði 48,9 milliardir norskar krónur í avlopi fyri skatt. Tað var 5,8 milliardir krónur meiri enn í 2002. Kortini var netoúrslitið heldur lakari í fjør enn í fyrraárið, 16,5 milliardir krónur í fjør ímóti 16,8 milliardum krónum í 2002. Orsøkin er sambært felag- num, at tann amerikanski dollarin var veikari mót- vegis norsku krónuni í fjør. Bæði olju- og gassfram- leiðslan hjá Statoil var á umleið sama støði í fjør sum í 2002. Harafturímóti var oljuprísurin umleið fimm prosent hægri í fjør, og prísurin á gassi var sjey prosent hægri enn í 2002. Umsetningurin hjá Stat- oil var í fjør 249,3 milliard- ir norskar krónur. Í 2002 var hann 243,8 milliardir. Stór ráðstevna í Norðurlandahúsinum í mai, har serfrøðing- ar fara at seta kikaran á basaltið við Føroyar og harvið geva sítt íkast til at loysa basaltgáturnar. Ráð- stevnan er eisini liður í at marknaðarføra føroyska økið UNDIRGRUND Jan Müller Í døgunum 4. og 5. mai verður stór altjóða jarð- frøðilig ráðstevna í Havn, har flieir av heimsins leið- andi serfrøðingum innan basalt fara at halda fyri- lestrar. Tað er Jarðfrøðis- savnið, sum skipar fyri hesi fyrstu ráðstevnuni á slíkum slag í Føroyum. Tað er eis- ini fyrstu ferð yvirhøvur, at ráðstevna verður fyriskip- að, har tað í heilar tveir dagar bara verður sett fokus á eitt evni, í hesum førinum basalt og her serstakliga okkara egna basalt. Sigurd í Jákupsstovu, leiðari av Jarðfrøðissavn- inum sigur við Sosialin, at teir ein av fyrstu døgunum fara at senda skránna út. Teir hava eisini júst lýst við ráðstevnuni í stóra altjóða oljublaðnum »Uppstream«. – Eg vóni, at tað fara at møta eini 50 til 100 fólk til ráðstevnuna, sum verður í Norðurlandahúsinum sigur hann. Talan er um jarðfrøð- ingar, jarðalisfrøðingar og verkfrøðingar og annars fólk við áhuga fyri hesum evninum. Eisini kann hugs- ast, at lesandi frá hægri lærustovnum fara at lut- taka. Sigurd í Jákupsstovu sig- ur, at eisini fólk frá Jarð- frøðissavninum fara at hava framløgur, umframt at fleiri kend nøvn úr útheiminum vera við. Evnið er basalt- økið við Føroyar og á Atlantsmótinum og sjálv- andi eisini, hvat kann hugs- ast er undir basaltinum. Tað kann ikki sigast annað enn, at Jarðfrøðis- savnið við hesum tiltak- inum hevur rakt seymin á rætta høvdið, tí nettupp spurningurin um balsaltið er hann, sum hevur størstan týdning fyri okkum og tey oljufeløg, sum leita og fara at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Sigurd í Jákupsstovu dylur so heldur ikki fyri, at eitt av endamálunum við ráð- stevnuni er at marknaðar- føra Føroyar og økið her, her ikki minst nú vit skulu til at fyrireika eina 2. Út- bjóðing. So ráðstevnan má sigast at vera væl »timað«. Nøkur av evnunum á ráð- stevnuni eru hesi: Regional geology, sub-basalt explor- ation, exploration case histories og prospectivity and future potential. Vit síggja, at júst hesi evni hava alstóran týdning fyri víðari leitingina, kann- ingarnar og virksemi á før- oyska landgrunninum. Tíðindaskriv Hóskvøldið 12. februar kl. 20 verður aftur eitt av teimum vælumtøktu kafé- kvøldunum á Margarin- fabrikkini, har livandi tónleikur fyri tað yngra ættarliðið verður at hoyra. Hesaferð verður tað tann annars rokkandi bólkurin Speaker, sum spælir eina akkustiska út- gávu av teirra annars vælsvingandi melodiøsa rokktónleiki. Speaker eru annars saman við 48 Pages (áður Monkey Mongolia) í ferð við at spæla seg heitar til Ís- landstúrin í apríl. Annars eru boð eftir báðum bólkunum. Teir spæla fyri Grót í Gøtu leygarkvøldið 14. febru- ar saman við Frostbit. Og 20. februar á Margar- infabrikkini saman við Sic. Tað er ikki fyrstu ferð, at kafékvøld er á Margar- infabrikkini. Men sum ein liður í virkseminum til tess at fáa tiltøk, sum ung kunnu fara til, er hetta eitt afturvendandi tiltak, har bólkar sum m.a. Páll Finnur Páll og Týr hava spælt fyri ung- dómum í einum bæði royk- og rúsfríum um- hvørvi. Margarinfabrikkin er kanska tað einasta real- istiska tónlistarliga al- ternativið í landinum. Tiltakið er ókeypis. Kafékvøld á Margarinfabrikkini Manningin á Speaker …og so eisini plakat Jarðfrøðingar úr øllum heiminum til Føroya Statoil tjenti eina milliard um vikuna Herfyri hevði Jarðfrøðissavnið hesa lýsing í altjóða oljublað um ráðstevnuna Sigurd í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfrøðissavninum setir stórar vónir til ráðstevnuna í mai Um middagsleitið týs- dagin leyp grót oman á vegin í Sandslíð á Sandoy OMANLOP Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stutt eftir middag týsdagin var omanlop í Sandslíð á Sandi. Nakrir stórir steinar loysnaðu úr líðini og lupu oman á vegin. Fólkaskaði var eingin, men stórir stein- ar endaðu á vegnum, og teir forðaðu ferðsluni at ganga frítt. Menn frá Landsverks- frøðinginum komu tó skjótt á staðið og ruddaðu grótið burtur. Ingibjørn Eldevig, sýslu- maður, sigur, at tað er ikki óvanligt, at lop er eftir kava og frost, um talan ikki altíð er um so stórt grót sum hesaferð. Á Sandoynni eru fleiri vandamikil strekki, har vandi er fyri omanlopi. Ofta hoyra vit um Dalsveg- in. Ingibjørn Eldevig, sýslumaður sigur, tað eisini javnan loypir oman á Skarvanesvegin og í Sands- líð. – Nú verður so nógv tos- að um at vandamiklar vegir og um at gera tunlar. Men tað er einki strekki í land- inum so vandamikið sum Sandslíð, heldur sýslu- maðurin. – Her er nógv ferðsla, og her koyra stórir bussar, sig- ur Ingibjørn Eldevig, sum heldur vegastrekkið í Sandslíð verða hættisligari enn eitt nú gamli Leirvíks- vegurin. KT-fyritøkan Formula.fo í Havn hevur gjørt avtalu við Storstrøms Amt um at innføra skip- anina Patsec á øll- um amtinum KUNNINGARTØKNI Tíðindaskriv Í Storstrøms Amt búgva umleið 300.000 fólk, ella seks ferðir fólkatalið í Føroyum. Ein týðandi uppgáva hjá amtunum í Danmark er at reka sjúkrahúsini og 5 sjúkra- hús eru í Storstrøms Amt. Hesi koma at nýta føroysku loysnina Patsec, men eisini allir aðrir stovnar í amtinum fara at innføra skipanina. Patsec er ein standard skipan, sum er ment frá grundini í Føroyum av Formula og fyrrverandi medikotekniska leiðara á Landssjúkrahúsinum Tor- bein Rein. Skipanin er upprunaliga ætlað medi- koteknisku deildunum á sjúkrahúsinum til góð- skustýring í sambandi við viðlíkahald av medi- kotekniskum tólum, men hon er formgivin soleið- is, at hon eisini kann nýt- ast í sambandi við við- líkahald av øðrum útbún- aði. – Ordrin til Storstrøms Amt er eitt frambrot, av tí at hetta er fyrstu ferð vit innføra skipanina til breiðari nýtslu enn til tól og útgerð á sjúkrahúsum. Hetta gevur okkum ein nógv størri og breiðari brúkaraskara og harvið nýggjar møguleikar. Til dømis hava vit gjørt av- talu við ein annan KT- veitara hjá amtinum um samstarv, har vit fáa okk- ara skipan at samskifta beinleiðis við teirra skip- an, sum m.a. grafiskt kann vísa, hvar eitt ávíst tól hjá amtinum stendur. Tað vil siga, at brúkarin á telduni umframt at síggja eina mynd av tólinum kann síggja í hvørjum bygningi, hvørjari deild og í hvørjum rúmi tóli stendur. Hetta sigur Edvard S. Remberg, sum hevur staðið fyri menningini av Patsec síðan 1999. Fleiri sjúkrahús, ser- liga í Danmark, hava keypt og tikið í nýtslu Patsec skipanina, sum hevur stórt virði í dagliga arbeiðinum. Avtalan við Storstrøms Amt er úrslit av miðvísa og støðuga marknaðar- og søluar- beiðinum hjá Formula, serliga mótvegis norður- lendska marknaðinum. Føroysk KT-loysn til donsk sjúkrahús Edvard S. Remberg, sum hevur staðið fyri menningini av Patsec síðani 1999 og fleiri av Patsec verkætlanunum. Hann er somuleiðis leiðari av verkætlanini við Storstrøms amt GÁVUGÓÐS Tíðindaskriv Í morgin, fríggjadagin 13. februar klokkan 10, verður aftur gávugóðs latið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Endamálið hjá grunn- inum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Thorvald Poulsen av Steinum var gartnari í Havn. Hann hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list, og hann stovnaði grunnin, sum ber navn hansara. Nevndin í grunninum er mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, sum formanni, formanninum í LISA og formanninum í Føroya Lærarafelag. Tey eru í løtuni Malan Marners- dóttir, Jenny C. Petersen og Jóhannes Eli Iversen. Gávuðgóðsið var fyrstu ferð latið í 2001. Tá fekk listakvinnan Rannvá Kunoy 60.000 krónur úr grunn- inum. Í 2002 fingu 3 lista- fólk gávu úr grunninum. Trombone spælarin An- drass Olsen fekk 60.000 krónur, filmsleikstjórin Teitur Árnason og rithøv- undurin Petur Elias Ask- ham Guttesen fingu hvør sínar 25.000. krónur. Í fjør fekk tónleikarin og tóna- skaldið Tróndur Bogason 60.000 krónur. Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum Omanlop í Sandslíð Menn frá Landsverksfrøðinginum komu skjótt á staðið og ruddaðu grótið av vegnum, so ferðslan ótarnað kundi halda fram. Ingibjørn Eldevig, sýslumaður á Sandi heldur, at vegstrekkið í Sandslíð er eitt tað vandamiklasta strekkið í landinum Mynd: Oskar Oskarsson FERÐAVINNA Tíðindaskriv Evnið er »økisferðavinna«, og á ársins fyrsta evnisdegi hjá føroysku ferðavinnuni, fara umboð úr øllum kunn- ingarstovum í Føroyum at umrøða støðu og framtíðar útlit hjá føroysku ferða- vinnuni. Evnini fevna eitt nú um fíggjarstøðu, samstarv, menningarmøguleikar, nátt- úru og umhvørvi, útjaðara- ferðavinnu, framtíðar ætl- anir og marknaðarføring. FNU fer at viðgera týdn- ingin av burðardyggari menning í ferðavinnu og Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, hevur somuleiðis eina framløgu grundað á innkomin upp- skot frá síðsta evnisdegi. Nógv uppskot eru innkom- in, og hesaferð eru evnini bygnaður, hagtøl, príspoli- tikkur og stuðulsmøguleik- ar til viðgerðar. Annað umrøðuevnið er altjóða verkætlanin »Desti- nation Viking, Sagas & Storytelling« og innlendis- menning sum heild. Fram- løgufólk eru Birita Nolsø frá Ferðaráðnum og Regin Debess frá Føroya Forn- minnissavni. Evnisdagurin, sum ikki er almennur, verður fríggja- dagin 20. februar í Norður- landahúsinum. Nærri kunn- ing fæst við at venda sær til kunningarstovurnar kring landið ella til Ferðaráð Før- oya. Evnisdagur um føroyska ferðavinnu C M Y K 7 6