mikudagur 28. september 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112
6
Sosialurin
í meldrinum
– Eg veit at í fyrstuni fara nógv at flenna at hesum,
sigur Janus Dam Guttesen, sum hevur tikið stig til
at stovna eitt felag at gera vart við heilsuvandan,
ið stendst av geislingum frá tráðleysum interneti,
fartelefonum, erbylgjuovnum, tráðleysum
heimatelefonum. Men hann er eisini sannførdur
um, at skjótt fara fólk at síggja álvaran. Her
stendur hann við einum tóli, hann hevur útvegað
sær at máta, hvussu sterk geislingin heima hjá
fólki, á skúlum og stovnum ella aðrastaðni
Tú heldur, at hámark skal vera fyri,
hvussu nógv geisling kann vera
loyvd. Hvar skal markið verða?
Danska -og føroyska- hámarkið er 9.000.000 mikrowatt/
m² og tað er ímillum tey hægstu í heiminum og er
nógv hægri enn tað, sum nógvir granskarar halda
er ráðiligt. Aðrastaðni eru markvirðini nógv lægri.
Í Salzburg í Eysturríki er hámarkið fyri geisling
uttandura ikki meiri enn 10 mikrowatt/m².
Eru nakrir bólkar í serligum vanda?
ES-tingið sigur í einari nýggjari niðurstøðu, at serliga
børn og ung eiga at vera vard móti geisling frá
mikrobylgjum. Børn og ung eru ikki fullment og eru tískil
serliga viðkvom fyri ávirkanini frá slíkum geislingum.
Taiwan hevur tikið avleiðingarnar av hesum og hevur
tikið allar sendarar niður av skúlaøkjum og íbúðarøkjum.
Somuleiðis hava Palm Beach county í Florida, Los
Angeles í California og New Zealand øll forbjóðað
fartelefonsendarum og antennum tætt við skúlar.
ES-tingið mælir frá tráðleysum interneti og samstundis
verður mælt til at brúkið hjá skúlabørnum av fartelefonum
á skúlaøkinum verður avmarkað sum allarmest. Summi
ES lond hava longu tikið avleiðingarnar av hesum og
hava tikið tráðleysa samskiftið niður av skúlaøkjum.
Eru tað nakrir serligir
sendarar tú hugsar um?
Í løtuni stúri eg serliga fyri sendarum, sum ætlanin nú er
at seta upp við skúlar, dagsstovnar og í íbúðarøkjum.
– Eg havi kannað málið og havi fingið at vita, at
í Hoyvík er ætlanin at seta ein sendara upp bara 40
metrar frá nýggja skúlanum við Løgmannabreyt og
130 metrar frá dagstovninum við Løgmannabreyt.
Einar 220 metrar frá Hvíldarheiminum Naina er
eisini ætlanin at seta ein sendara upp. Somuleiðis
er ætlanin at seta ein sendara upp 165 metrar frá
Tekniska Skúla við Velbastaðvegin. Einar 210 metrar
frá nýggja dagsstovninum á Hamrinum á Argjum er
eisini ætlanin at ein sendar skal setast upp og ein
sendari skal setast upp 400 metrar frá stovninum.
Og at enda kann nevnast, at ein sendari skal
setast upp, sum er 385 metrar frá dagsstovninum í
Løkjatúni, 475 metrar frá nýggja skúlanum á Hamrinum
og 190 metrar frá dagstovninum á Argjum.
3 skjótir