mikudagur 28. september 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112
Sosialurin
Stríðist ímóti
ósjónligum vanda
– Nú orki eg ikki at tiga longur, sjálvt um eg veit, at yvirmaktin er øgiliga stór,
sigur havnarmaðurin, Janus Dam Guttesen, sum nú er farin í hernað ímóti einum
vanda, sum tað hvørki ber til at síggja, hoyra, smakka ella lukta
Janus Dam Guttesen
Tekstur: Áki Bertholdsen
Myndir: Álvur Haraldsen
– Eg veit, at yvirmaktin er øgiliga
stór. Eg veit eisini, at nógv hava
hug at flenna. Men eg orki ikki at
tiga longur.
Janus Dam Guttesen í Havn er
farin í hernað ímóti einum vanda,
sum vit hvørki kunnu lukta,
smakka, hoyra ella síggja.
Hesin ósónligi vandin, hann nú
er farin at stríðast ímóti, er tann
heilsuvandi, ið stendst av mikro
bylgjunum frá øllum tí tráðleysa
samskiftinum, vit eru umgyrd av
nú á døgum.
Hann veit, at hetta er eitt um
strítt evni, men eftan á alla kunn
ingina, hann hevur útvegað sær
um evnið í fleiri ár, er hann púra
sannførdur um, at, hetta er ein
heilsuvandi, sum er heilt ítøki
ligur og sum kann prógvast.
– Tað er langt síðani prógvað, at
mikrobylgjur, ella erbylgjur, sum
tað eitur á føroyskum, frá tráð
leysum interneti og fartelefonum,
eru heilsuskaðiligar fyri fólk og
eg haldi, at tað er neyðugt, at vit
varpa ljós á hendan ósjónliga
heilsuvandan, sigur Janus Dam
Guttesen.
Erbylgjuovnar og tráðleysar
heimatelefonir eru líka heilsu
skaðiligar, tí tað haðani geislar
eisini.
– Men tað er eitt sindur øðr
vísi, tí fólk gera sjálvi av um tey
fáa sær erbylgjuovn og tráðleysa
heimatelefon og um tey vilja
leggja likam og sál til tær geisl
ingar, ið stendst av tí.
– Eitt annað er so tað, at tey
vita neyvan, hvat tey gera.
Hinvegin heldur hann, at
tað einki annað enn beinleiðis
ágangur á fólk at seta sendarar til
fartelefonir og tráðleyst internet
upp allastaðni, tí tá verða fólk
tikin av ræði og fáa ikki sjálvi vart
seg fyri tí skaðiligu geislingini ið
stendst av tí.
Upp í glens
Janus Dam Guttesen sigur, at
tað eru eini 15 ár síðani, at hann
fekk áhuga fyri hesum vandamál
inum.
Tann, sum gjørdi hann var
ugan við hetta, var ein donsk vin
kona, ið nevnist Marianne og sum
búði í Føroyum eitt skifti í sam
bandi við, at pápi hennara var
kommunulækni í Vági.
– Hon fór at skriva til mín
um, hvussu illa fyri hon var
av
erbylgjugeislingum.
Og
elektriskum feltum.
Janus viðgongur, at í fyrstuni
hevði hann bara hug at sláa tað
upp í glens og at tað tók sína tíð
at sannføra hann um, at hetta var
álvari.
Men síðani er hann blivin so
mikið sannførdur, at hann nú
hevur reist málið alment.
Stovna felag
Í hesum samband hevur hann nú
tikið stig til at stovna eitt felag,
sum hevur til endamáls at fáa
myndugleikarnar at taka hetta
vandamálið í álvara.
Stovnandi
aðalfundur
var
fríggjakvøldið og har vóru 10
fólk møtt, sum øll meldaðu seg í
felagið, sum hevur fingið navnið
Erbylgjufelagið.
Men áhugin er veksandi og
hóast lítið og onki er gjørt fyri at
gera vart við felagið, hava nú 25
fólk meldað seg sum lim.
Janus Dam Guttesen er sjálvur
formaður í felagnum, Rakul Guð
jónsson er skrivari og Elin Wang
er kassameistari.
Limagjaldið er 100 krónur um
árið.
Felagið fer nú undir ymisk til
tøk at gera vart við hetta vanda
málið og nú fara tey í nevndini
at tosa saman um, hvussu farast
skal fram.
1500 sjúkir føroyingar
Janus Guttesen sigur, at í Føroyum
eru onki hámark fyri, hvussu
sterkar geislingar frá tráðleysum
samskifti kunnu vera.
Annars hava alsamt fleiri og
fleiri lond sett markvirði fyri
slíkari geisling og eisini eru aðrar
treytir fyri, hvussu nær send
arar til tráðleyst internet og far
telefonir kunnu vera við skúlar
og onnur støð, har børn og ung
búleikast, fyri at verja tey fyri
geislingum.
Sjúkueyðkenni,
sum
fólk
kunnu fáa av geislingum av hesum
slagi, eru útslett, ovurviðkvæmi
av ymsum slagi, høvuðpína og
yvirhøvur kunnu fólk verða so
illa fyri, at lívsvirðið minkar.
– Fólk merkja eisini, at tey hava
ikki bindindi til nakað, tey missa
megina og kenna yvirhøvur órógv
á sær.
Janus kennir eisini fleiri fólk
í Føroyum, sum liva illa av geisl
ingum.
Sjálvur hevur hann ikki so illa
fortreð av hesum, men viðhvørt
merkir hann tað og yvirhøvur
heldur hann, at lívsvirðið versnar
í rúmum við tráðleysari geisling.
Aðrastaðni verður roynt at fáa
árinini av tráðleysari greisling
viðurkenda sum eina sjúku, men
tað hevur hilnast illa.
– Men í Svøríki er hetta viður
kent sum ein sjúka, ið fólk kunnu
fáa avlamispensjón fyri.
Í Svøríki kunnu fólk, sum búgva
í økjum við nógvari geisling, eisini
fáa almennan stuðul til at verja
húsini fyri geislingum.
– Tað kann gerast við at mála
húsini við eini serligari máling og
øðrum tiltøkum.
Í Svøríki vísa kanningar, at eini
3,2% av fólkinum eru álvarsliga
ávirkað av elektro-ovurviðkvæmi
og upp til 35% eru ávirkað í minni
mun.
– Líkjast vit svium, merkir tað,
at einir 1500 føroyingar eru álvar
sliga ávirkaðir av geisling frá tráð
leysum interneti, fartelefonum og
øðrum tráðleysum samskifti.
Janus Dam Guttesen staðfestir,
at nú hava læknar funnið fram til,
at í heilanum á fólki, sum ikki tola
erbylgjugeislingar, verða gjørd
eitt serligt protein og tað verður
bara gjørt í heilanum á fólki, sum
ikki tola slíkar geislingar.
– Sostatt er ikki longur bara
talan um eina óítøkiliga sjúku,
sum fólk siga seg hava, men um
eina sjúku, sum beinleiðis kann
mátast.
Men eitt eru tey árin, sum
erbylgjugeisling hevur á fólk
ímeðan tey eru fyri geisling. Eitt
heilt annað er, at serfrøðingar
Líkjast vit svium, merkir tað, at einir 1500 føroyingar
eru álvarsliga ávirkaðir av geisling frá tráðleysum
interneti, fartelefonum og øðrum tráðleysum samskifti
í meldrinum