Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 8 Sosialurin í meldrinum eru ósamdir um, hvussu hendan geislingin fer at ávirka okkum í longdini, men tað fáa vit ikki at vita fyrrenn um eini 20-30 ár. Nógv flenna Janus Dam Guttesen er greiður yvir, at tað verður alt annað enn lætt at fáa myndugleikarar, og kanska eisini fólk sum heild, at taka hetta í álvara, tí tað er so óítøkiligt. – Eg eri greiður yvir, at nógv fara at flenna at hesum. Eg eri eisini greiður yvir, at tey fara at avnokta vandan. Men eg eri eisini greiður yvir, at einaferð fara tey at síggja sannleikan í eyguni. Hann heldur, at talan er um so mikið stórt vandamál, at mark­virðið eiga at verða sett á, hvussu sterkar geislingarnar kunnu verða. Mark eisini at verða sett fyri, hvussu nær við dag­stovn­ar, skúlar, frítíðarskúlar og onnur støð, har børn og ung bú­leik­ast, tað skal vera loyvt at seta sendarar til fartelefonir og tráð­leyst internet. – Telefyritøkur og mynduleikar eiga at taka neyðug fyrivarni, tá framtíðar tráðleys tøkni verður sett upp. Men áðrenn sendarar verða settir upp, eiga borgarin at spyrj­ ast, um tey yvirhøvur vilja hava teir í grannalagnum og tað skal verða ein fólkaræðisligur rættur til at nokta fyri, at sendarar verða settir upp í teirra grannalagi. – Telefyritøkurnar fara uttan iva at tvíhalda um, at geislingin er púra óskaðiligt og at ongi prógv eru fyri, at geislingin er heilsu­skaðilig. – Men kanska stjórin í Føroya Tele og stjórin í Vodafone ganga undan sum góð fyridømi og seta sendarar upp á síni egnu hús, áðrenn teir seta sendarar upp hjá øllum øðrum. Verja børn og ung Janus Dam Guttesen sigur, at tað, sum er heilt galið, er, at vit hava tvær telefyritøkur, sum hava hvør sínar sendarar. – Tað merkir, at fólk eru útsett fyri tvær ferðir so nógvum geisl­ ingum, sum annars og tí eiga báð­ar telefyritøkurnar at brúka sama sendinet. – Serliga ávara nógvir ser­ frøð­ingar ímóti at seta sendarar til tráðleyst samskifti upp við skúlar, tí børn og ung eru ikki full­ment og eru tískil serliga við­ kvom fyri ávirkanini frá slíkum geislingum. Janus Dam Guttesen vísir á, at tingið sigur í einari nýggjari niðurstøðu, at serliga børn og ung eiga at vera vard móti geisling frá mikrobylgjum. Yvirhøvur mæla serfrøðingar eisini til, at serliga børn og ung avmarka brúkið av fartelefon og tráðleysum samskifti fyri at verja tey fyri geislingum. Men hann staðfestir sam­ stundis, at í Føroyum hava vit ongan politikk á hesum øki. – Eysturskúlin í Havn hev­ur tríggjar sendarar á skor­stein­ inum og somuleiðis er send­ari á Skúlaheiminum við Markna­ gilsvegin í Havn.  – Nú er eisini ætlanin at seta ein 24 metra høga mastur við sendara upp beint við nýggja skúlan á Løgmannabreyt og somu­leiðis verða tvær mastrar settar upp beint við nýggja skúl­ an á Argjum. – Tað er burtur úr vón og viti, sigur Janus Dam Guttesen. Í Tórshavnar Kommunu eru annars beint nú ítøkiligar ætl­ anir um at seta fleiri sendarar til far­telefonir upp ymsastaðni í komm­ununi. Umframt at sendarar skulu setast upp við nýggja skúlan á Argjum og á Løgmannabreyt, er ætlanin at seta sendarar upp á við íbúðarblokkarnar undir. Kongavarða, við íbúðarøkið Inni á Gøtu, beint við Hvíldar­ heimi Naina, við tekniska Skúla og mitt í býnum við MRCC støð­ ina, og aðrastaðni við. Hot Spot Føroyar Janus Dam Guttesen ræðist eis­ ini alt prátið hjá summum polit­ ikarum um at gera allar Føroyar til eitt stórt Hot Spot øki, so at øll altíð fáa samband við eitt tráð­ leyst internet. – Tað merkir í veruleikanum, at tær ikki nýtist at hava internet heima við hús tí sendarar verða settir upp allastaðni og tað er bara at sita heima og lata telduna fáa samband við ein sendara, so ert tú á internetinum. – Og hetta verður sett fram samstundis sum ES-tingið mælir frá at seta meiri tráðleyst internet upp, tí tað er heilsuskaðiligt og kann elva til nógvar ymiskar heilsu­ligar trupulleikar. Situr nakar og stúrir fyri geisling, ber til at seta seg í sam­ band við Erbylgjufelagið, tí tey hava eitt tól, sum mátar, hvussu sterk geislingin er og tey fara fegin út á stovnar, ella út til fólk at máta. Nú er ætlanin at seta ein 24 metra høga mastur við sendara upp beint við nýggja skúlan á Løgmannabreyt. Tað er burtur úr vón og viti Eitt endamál við nýstovnaða Erbylgju­ felagnum er at fáa myndugleikar a seta há­mark fyri, hvussu nógva erbylgju­ geisling tað skal vera loyvt at hava í økjum, har fólk búleikast og serliga á skúl­um, dagstovnum og øðrum støðum, har børn og ung búleikast. Men tað eru eisini nógv tiltøk, sum fólk sjálvi kunnu seta í verk fyri at av­ marka heilsuvandan. Eitt er, at tá ið tú keypir fartelefon, skalt tú spyrja eftir, hvussu stórt Sar virðið, hon hevur. Sar stendur fyri »Specific Absorption Rate« og vísir, hvussu illa geislingar frá eini fartelefon ávirkar kroppin og tað er rætt­iliga stórur munur á teimum ymsu sløg­unum. Lægri virðið er, minni geisling stendst av at brúka hana. So vítt, vit hava funnið fram til, hava tær telefonir, sum eru best í hesum høpi, eitt sar-virðið, sum er minni enn 0,10 og tær, sum geisla ringast hava eitt virði upp langt oman fyri 1. Janus Dam Guttesen mælir eisini fólki til at hava vanliga fastnet- telefon heima og einans at brúka fartelefon, tá ið tey eru úti. Hann mælir eisini fólki frá at hava tráðleyst internet, men at hava kaðal­ samband ístaðin. Hann sigur, at nú ber eisini til at seta routaran til streymin, tí so ber til at fáa internetsamband við kaðali, allastaðni í húsinum har stikkkontakt. Hann vísir eisini á, at bæði tráðleysar heimatelefonir og erbylgjuovnar eisini elva til geislingar. Samstundis mælir hann dags­stovn­ um, skúlum og øðrum plássum, har børn og ung eru, til at fáa sær fastnettelefon og internet ígjøgnum kaðal. Annars heldur hann, at tað eigur at verða eitt fólkakrav, at sendarar verða fluttir burtur frá íbúðarøkjum, men so eiga fólk eisini at vera til reiðar at góð­ taka, at fartelefonsambandið ikki er so gott innandura og at brúka fastnet ístaðin. Tað finst eitt hav av heimasíðum um evni, har fólk kunnu lesa og gera sær sínar egnu niðurstøður. Her eru nakrar: www.radiationresearch.org www.magdahavas.com www.safeschool.ca www.feb.se www.straaling.dk/ Soleiðis avmarkar tú heilsuvandan Fakta Navn: Janus Dam Guttesen Aldur: 46 Parlagsstøða: Stakur Útbúgving: Teknari/grafikari av Danmarks Designskole Hevur egið virki, har hann fæst við at myndprýða bøkur, eisini skúlabøkur og annað undirvísingartilfar, umframt at hann teknar búmerki og annað. Hann teknar eisini fyri bløð, fakbløð, tíðarrit o.s.fr. og so ger hann eisini heimasíður. Sjálvur hevur hann eina heimasíðu, sum eitur www.janusguttesen.fo Erbylgjufelagið, sum er stovnað at gera vart við hetta vandmál, hevur eisini eina heimasíðu og hon er at finna á www.tradleyst.info. Har ber til at lesa meiri um evnið. Eg eri greiður yvir, at nógv fara at flenna at hesum