mikudagur 28. september 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112
Sosialurin
Leo Poulsen
Um níggjutíðina í gjár
kvøldið hendi so tað, sum
fleiri hava væntað og bíðað
eftir. Tá trein løgmaður
á Tingsins røðarapall og
boðaði frá, at hann skrivaði
út val.
– Tað hava verið nógvar
keðiligar og tungar løtur,
síðani ABC samgongan sá
dagsins ljós 26. september
2008. Og nógv kundi verið
gjørt betri, einki at ivast
í tí. Men nú fáa vit so at
síggja um tað, sum vit hava
lagt lunnar undir, verður
við til at skapa framburð
og vøkstur í samfelagnum,
segði løgmaður.
Hann nýtti eisini høvið til
at takka øllum teimum, sum
hann hevði samstarvað við
uttan munn til politiskan
lit.
– Eg haldi, at allir flokkar
hava verið við til at lyfta
hesa byrðuna, sum hevur
verið ómetaliga tung, segði
Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann helt, at søgan fór
at vísa, at talan hevur verið
um harðastu tíð, sum landið
hevur upplivað – kanska
burtursæð frá 1992.
– Tað hava ikki verið stutt
ligar avgerðir, vit skula hava
tikið, og tað hevur staðið
nógv á nógvastaðni, eisini á
landsstýrisfólkunum, segði
løgmaður.
Hann nýtti samstundis
høvið at takka landsstýris
fólkunum fyri tann innsats,
tey høvdu lagt fyri dagin.
Síðani las hann upp
bræv til Løgtingið, dagfest
27. september 2011 og stílað
til Hergeir Nielsen, løgtings
formann:
»Samsvarandi løgtings
lóg 103 frá 26. juli 1994 um
stýrisskipan Føroya, para
graf 6, stk. 2, ger løgmaður
kunnugt, at val verður til
Løgtingið leygardagin 29.
oktober 2011«.
leo@sosialurin.fo
Leo Poulsen
Tað kom helst óvæntað á hjá
teimum flestu, at Tjóðveldi
frá at vera størsti flokkur
til seinasta løgtingsval, bert
var fáar atkvøður frá at enda
sum fjórðstørsti flokkur til
fólkatingsvalið.
– Vit hava í longri tíð
havt valstríðið til Løgtingið
klárt, men tað er greitt, at
vit hava eftirmett úrslitið
av fólkatingsvalinum. Eitt
av høvuðsmálunum verður
at steðga minkingini í fólka
talinum, og tað skal mill
um annað gerast við einum
altjóða universiteti í Føroy
um, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at tann still
støða, sum hevur valdað
undir ABC samgonguni ikki
kann halda fram.
– Tað er neyugt, at vit taka
ábyrgd sjálvir, annars vinnist
ikki fram á vegnum. Og vit
eru til reiðar við greiðum
loysnum, sum vit fara at boða
frá, sigur Høgni Hoydal.
Dagurin í gjár gjørdist
nakað kaotiskur, og nøkur av
kardinalmálunum hjá Tjóð
veldi duttu á gólvið.
– Útlendingamálið taki eg
ábyrgdina av. Tað er ógvuliga
harmiligt, at hartarbeiðandi
Tjóðveldisfólk verða hongd
út fyri ikki at møta upp í
Tinginum. At tey ikki vóru
til atkvøðugreiðsluna taki
eg ábyrgdina av, sigur Høgni
Hoydal.
Eisini málið um brúks
skyldu varð mist á gólvið.
– Har hendi jú tað, at flokk
ar lupu frá gjørdum avtalum,
og tað er ógvuliga harmiligt,
sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at uppstill
inginí flestu lokalfeløgum
er liðug, men enn vantar
listin hjá Norðurstreym og
Vágunum.
– Hvør kemur á listarnar er
suverent upp til lokalfeløgini,
og tí dugi eg ikki at siga,
hvussu hesir fara at síggja
út, sigur Høgni Hoydal, for
maður í Tjóðveldi.
Tað kennist
sum ein lætti
Løgtingsval Tað segði løgmaður, Kaj Leo Holm
Johannesen, tá hann í gjárkvøldið boðaði frá, at hann
skrivaði út val til Løgtingið at verða 29. oktober 2011
Løgmaður hevur nú boðað frá, at val verður til Løgtingið leygardagin 29. oktober 2011
Løgtingsval Sjálvandi hava vit eftirmett
úrslitið til fólkatingsvalið, men vit eru klárir til
valstríðið, og fara at leggja okkum í offensivin,
sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi
Tjóðveldi fekk ein framman á til fólkatingsvalið, men
hevur ein greiðan taktikk til løgtingsvalið
Okkara taktikkur
er til reiðar
Leo Poulsen
Sjúrður Skaale gjørdi bein
anvegin greitt, at varð hann
valdur á Fólkating, fór hann
ikki at stilla upp til Løgting
ið.
Sum
kunnugt
fekk
skemtarin úr Pipar & Salt
eitt kanónval og skumpaði
Høgna Hoydal, fyrrverandi
floksformann sín, av vagli
num.
Núverandi formaðurin
ivast í, um flokkurin megnar
at halda fast um allar tær
smáu
1600
atkvøðurnar,
ið Sjúrður Skaale fekk til
fólkatingsvalið.
– Tað er trupult at siga.
Tað er einki at ivast í, at
ikki allar atkvøðurnar eru
vanligar javnaðaratkvøður,
men vit eru til reiðar og
fara á val upp á politikkin
hjá flokkinum, sigur Aksel
V. Johannesen.
Formaður
Javnaðar
floksins sigur, at teir í val
stríðnum fara at leggja
dent á búskapar- og fíggj
arpolitikk,
arbeiðsmark
naðarpolitikk,
umframt
skatta-, orku-, vinnu- og bú
staðarpolitikk.
– Vit eru ikki heilt lidnir
at snikka valstríðið til enn,
men tað kemur, sigur Aksel
V. Johannesen.
Formaðurin
sigur,
at
uppstillingin er um at verða
komin undir land.
– Fimm av teimum átta
lokalfeløgunum eru liðug
við teirra uppstilling, og
hini trý hava seinasta upp
stillingarfund í morgin ella
ovurmorgin, sigur Aksel V.
Johannesen.
Eins og hjá Tjóðveldi eru
lokalfeløgini suveren tá tað
kemur til uppstilling.
– Tó er tað so, at starvs
nevndin kann seta fólk á
listan um so er, at listin
ikki er fullmannaður og
okkurt navn stingur seg
upp. Men tað ber ikki til
hjá starvsnevndini at koyra
fólk av listanum, sigur Aksel
V. Johannesen.
Ikki alt javnaðar
atkvøður
Løgtingsval Stóri atkvøðuslúkurin til fólka
tingsvalið, Sjúrður Skaale, stillar ikki upp
til løgtingsvalið, so spurningurin er, hvussu
flokkurin fær bjargað teimum atkvøðunum
Seinasta hond verður løgd
á uppstillingarlistarnar
í lokalfeløgunum í
hesum døgum