Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 29 - 12. februar 2004 Nr. 29 - 12. februar 2004 9 Sílaalararnir illa fyri Norski útflutningurin av aldum sílum til ES er mink- aður burtur í at kalla einki. Í januar útfluttu norðmenn 41 tons av sílum til ES-marknaðin. Í sama mánað í fjør var nøgdin 600 tons. Í september í fjør legði ES 20 prosent revsitoll á ald norsk síl, og tað er høvuðsorsøkin til ta stóru mink- ingina í útflutninginum. Sambært blaðnum Aften- posten eru norsku alararnir ørkymlaðir, tí herfyri hótti ES eisini við tiltøkum ímóti norskum laksi. Formað- urin í alarafelagnum, Lisbeth Berg- Hansen, sigur við Aftenposten, at norska alivinnan hevur havt stórar trupulleikar at dragast við, og hon stúrir fyri, at fleiri alifeløg fara av knóranum. Fleiri norskir alarar fýlast á, at myndugleikarnir í Oslo geva alivinnuni ov lítlan ans. Teir siga, at krepp- an í vinnuni kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri framtíðina, men at tað tykist, sum at politikararnir als ikki geva sær far um tað. Fangi doyði Bretska verjumálaráðið er farið undir at kanna, hvat hendi, tá ein iraki doyði í einari bretskari fangalegu nærhendis Basra har suðuri í Irak. Blaðið The Sun vil vera við, at ein bretskur her- maður er lagdur undir at hava sligið irakan so meint, at hann doyði av løstunum. Sambært blaðnum vórðu fleiri aðrir fangar illa viðfarnir, og seks teirra hava nú skuldsett bretsku hermenninar fyri harðskap og dráp. Ein talskvinna hjá verjumálaráðnum í London vátt- ar fyri The Sun, at myndugleikarnir kanna ein tilburð, har ein iraki doyði í einari fangalegu hjá bretska her- inum í Basra. Talskvinnan sigur, at verður tað stað- fest, at bretskir hermenn hava brotið lógina, fáa teir ta ásettu revsingina. Selja almennar fyritøkur Norskir fjølmiðlar hava í seinastuni skrivað, at stjórnin umhugsar at selja partar av teimum báðum stóru almennu fyritøkunum Statoil og Telenor. Tað almenna eigur 81,7 prosent av partabrøvunum í Statoil, og Stórtingið hevur givið stjórnini tilsøgn um at selja burturav. Tó skal tað almenna ikki eiga minni enn tveir triðingar av felagnum. Tann almenni ognarparturin í Telenor er 63,6 prosent, og her hevur Stórtingið samtykt, at tann almenni parturin skal ikki niður um 51 prosent. Sambært TV2 væntar stjórnin at fáa einar 27 milliardir krónur í ríkiskassan fyri ta ætlaðu søluna í teimum báðum feløgunum. Statoil almannakunngjørdi í gjár úrslitið í 2003. Tað vísti 48,9 milliardir nmorskar krónur í avlopi fyri skatt, og tað var heili 13 prosent meiri enn í 2002. Nettoúrslitið var 16,6 milliardir krónur. Diana Ross í fongsul Kenda amerikanska songkvinnan Diana Ross skal í fongsul fyri rúsdrekkakoyring. Diana Ross bleiv tikin tann 30. desember í 2002, eftir at løgreglan hevði fingið boð um, at hon koyrdi í skeivari vegbreyt. Tá løgreglan tók hana, vísti tað, seg, at hon hevði drukkið í meira lagi. Blóðroyndin vísti, at hon hevði 2,0 promillu av alkoholi í blóð- inum. Mest loyvda markið í USA í sambandi við bil- koyring er 0,8 promillu. Diana Ross var ikki hjástødd, tá rætturin í Tucson í statinum Arizona feldi dómin, men sambært einum blaði í býnum hevði hon játtað segseka. Umframt fongsulsrevsingina skal hon gjalda 6.000 krónur í bót, og hon skal eisini taka lut í einum avvenjingarskeiði. Diana Ross gjørdist kend í sekstiárunum sum soul- sangari og limur í bólkinum The Supremes. Gjáranáttina vann John Kerry tey fyrstu uppstillingarvalini í Suðurstatunum, og nú verður hann mett- ur sum ein rættiligur avbjóðari hjá Bush, forseta UPPSTILLING Árni Joensen fartekst@mail.dk Senatorurin úr Massachu- setts kann nú av álvara fyri- reika seg til forsetavalið í heyst. Gjáranáttina vann John Kerry uppstillingarvalini í statunum Virginia og Tenn- essee, sjálvt um tvey av hinum valevnunum, John Edwards og Wesley Clarke, vóru á heimavølli her. Í Virginia fekk Kerry heili 52 prosent av atkvøðunum, meðan sigurin í Tennessee var ikki so greiður. Eygleiðarar í Washington siga, at tað kom óvart á, at Kerry fekk so dygga undir- tøku í teimum báðum suðurstatunum. Teir tulka sigurin sum eitt tekin um, at Kerry er førur fyri at bjóða Bush, forseta av í Suðurstatunum, har repub- likanararnir vanliga eru teir sterkastu. Sjálvur segði Kerry aftan á valsigurin gjáranáttina, at sigurin er eit tekin um, at amerikonsku veljararnir bæði í norði, eystri, vestri og suðuri vilja hava eina broyting. Hann hevur nú vunnið 12 av 14 uppstillingarvalum. Í Virginina og Tennessee fekk John Edwards næst- flestar atkvøður, og hann hevur gjørt av at halda fram í valstríðnum. Fyrrverandi NATO-generalurin Wesley Clark kunngjørdi í gjár, at hann gevst við royndini at gerast forsetavalevni. Nú er John Kerry ein veruligur avbjóðari Mel Gibson hevur gjørt ein film um teir seinastu tímarnar hjá Jesusi. Jødiskir leiðar- ar vilja vera við, at filmurin osar av jøda- hatri FILMSLIST Árni Joensen fartekst@mail.dk Um fjúrtan dagar verður nýggi filmurin hjá Mel Gibson »The Passion« frumsýndur í USA. Filmur- in snýr seg um tólv teir seinastu tímarnar hjá Jesusi. Higartil hava bara inn- boðin sæð filmin, teirra millum Marvin Hier, sum starvast á Simon Wiesen- thal-stovninum. Við sjón- varpið CNN sigur hann, at filmurin gevur eina sera einsháttaða og dapra mynd av jødunum. Teir eru sleisk- ir, óndir og svíkjarar. Marv- in Hier sigur við CNN, at soleiðis sum hann skilir filmin, fáa jødarnir skyld- ina av, at Jesus varð kross- festur. Formaðurin í katólsku samgonguni, Bill Donahue, hevur eina heilt aðra upp- fatan av filminum. Hann heldur als ikki, at filmurin ber bráð av hatri ímóti jød- um. Onnur, sum hava sæð nýggja filmin hjá Mel Gib- son, siga hann vera sterkan og sera hugtakandi. Mel Gibson lagdur undir jødahatur Mel Gibson hevur gjørt nýggjan film um seinastu tímarnar hjá Jesusi UTTAN ÚR HEIMI John Kerry fær eisini dygga undirtøku í Suðurstatunum, har republikanararnir vanliga eru teir sterku - Vit hava tikið eitt stórt tak við húsa- keypinum, og eg eri ógvuliga fegin um, at limirnir hava tikið so væl undir við hesum, sigur Amy Djurhuus, formaður í Eldrafelagnum Nón AðALFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týskvøldið hevði Eldrafel- agið Nón á eystara armi á Skálafjørðinum aðalfund. Tríggir av nevndarlimunum stóðu fyri vali, Amy Djur- huus, formaður og nevnd- arlimirnir, Havgrímur Niel- sen og Sólrun Jensdóttir. Sitandi formaður sein- astu tvey árini, Amy, fekk fullan stuðul til framhald. 32 fólk vóru á fundi. Tá ið atkvøðugreiðslan hevði verið, var greitt, at Amy hevði fingið 28 atkvøður, meðan fýra atkvøður vóru ógildugar. Sostatt fekk sita- ndi formaðurin fullan stuð- ul á aðalfundinum. Nýggja nevndin í Nón sær nú soleiðis út: Amy Djurhuus, formaður, Poula Andersen, næstformaður, Hanna Nielsen, kassa- meistari, Maria Olsen, skrivari, Malvinus Reyná, Lenni Højgaard og Jóhanna Reyná. Tiltakslimir eru Ansa Højgaard og Ingun Olsen. Nýggj í nevndini eru Jóhanna Reyná og Hanna Nielsen. Ógvuliga glað Amy er ógvuliga fegin um stuðulin, hon fekk á aðal- fundinum. – Vit hava tikið eitt stórt tak við húsakeypinum, og eg eri ógvuliga fegin um, at limirnir hava tikið so væl undir við hesum. Amy Djurhuus sigur, at hon tekur úrslitið á aðal- fundinum sum eina stóra álitisváttan. – Eg eri sera fegin um, at fólk eru so positiv, nú vit, sum flestu eru farin um tey seksti og sjeyti, hava tikið eitt so stórt tak, sigur hon. Ein av yngstu limunum í Eldrafelagnum Nón, er Kári P. Højgaard, sum sjálvur ynskti at gerast limur í felagnum. Síðsta fríggjadag bjóðaði Eldrafelagið Nón almenninginum at síggja húsini, sum felagið hevur keypt í Torvgøtu 2 í Saltangará. Hetta eru eini rættiliga stór sethús í trimum hæddum, sum felagið hevur keypt fyri 1,3 miljónir krónur FELAGSLÍV Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eldrafelagið Nón hevur húsast í hølunum hjá ar- beiðarafelagnum, Hæddini í Saltangará, men nú hildu limirnir í felagnum, at tíðin var komin at útvega sær síni egnu høli. Enn gongur tó ein tíð, áðrenn klárt er at flyta alt virksemið niðan í Torvgøtu, tí ætlanin er, at ein stórur salur skal gerast í kjallara- hæddini. Hetta arbeiði er so smátt farið í gongd. Felagið er væl stuðlað í samband við keypið. Runa- víkar kommuna hevur verið ógvuliga beinasom, og tað hava ymiskar vinnufyritøk- ur eisini verið. Tá ið húsini vórðu víst fram, fekk felagið eisini gávur. Amy Djurhuus, formaður í Nón, sigur, at væl av fólki nýttu høvi at ynskja fel- agnum tillukku við húsun- um. - Fólk vóru ógvuliga positiv, hugtikin og glað okkara vegna, sigur hon. Fleiri limir Formaðurin í Nón sigur, at limatalið í felagnum veksur alsamt. Fyri tveimum árum síðan hevði felagið bara 50 limir, men nú er limatalið 153. Hon heldur, at ein orsøk- in til vøksturin er, at felagið seinastu árini hevur verið rættiliga aktivt við nógvum ymiskum tiltøkum. – Vit hava skipað fyri regluligum bingo, fyrilestr- um, vit hava verið uttan- lands, og vit hava eisini havt útlendskar gestir her heima, sigur hon. Amy Djurhuus sigur, at ætlanin er at hava potta- sláing í kjallaranum í Torv- gøtu føstulávints mánadag. – Nú royna vit í fyrsta lagi at gera húsini klár, og tá ið hetta arbeiði er liðugt, verða umstøðurnar tær bestu til ymisku aktivitet- irnar hjá felagnum, sigur hon at enda. Á komandi Varma- keldustevnu í Fugla- firði í juli er ætlanin at gera rættiliga nógv burtur úr, at tað í ár eru 35 ár liðin, síðan stig fyrstu ferð vórðu tikin til at hava málningaframsýning á stevnuni LIST OG TÓNLEIKUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Enn er ikki alt lagt í fastar karmar, sum verður á stevnuni, men greitt er, at stórur dentur fer at verða lagdur á málningalist og tónleik. Ætlanin hjá stigtakarun- um er bæði at nýta Ribar- hús, fimleikarhøll skúlans og tveir aðrar bygningar, sum verða leigaðir til enda- málið. Síðan er ætlanin, at tiltakið endar við einum stórum haldi í Mentanar- húsinum, har fólkadansur og ymisk onnur tiltøk verða á skránni. Stigtakararnir ælta eisini at hava uttanduratiltøk við eitt nú tónleiki og sangi. Málningaframsýningarn- ar, sum áður hava verið á Varmakeldu, hava í mong ár verið í fimleikarhøll skúlans. Breið luttøka Av kendum listafólkum, sum fara at sýna fram á Varmakeldu, eru Frits Johannesen, sum hevur verið við øll 35 árini, Øssur Mohr, sum hevur verið við í eini 10 ár og Heðin Kambsdal. Guðrið Poulsen kemur úr Havn, og ætlandi koma eisini onkur norður- lendsk listafólk higar til lands við sínum listaverk- um. Sum nevnt, er alt ikki lagt í fastar karmar enn, men øll útlit eru kortini til, at tey, ið dáma málningalist og tónleik, verða ikki fyri vanbýti á komandi Varma- keldustevnu. Eldrafelagið Nón vísti nýggju hølini fram Seinasta fríggjadag vísti Eldrafelagið Nón húsini, sum felagið hevur keypt í Torvgøtu 2 í Saltangará, fram fyri almenninginum Mynd: Maria Olsen Listarligt »brak« á Varmakeldu Tey, ið dáma málningalist og tónleik, verða eftir øllum at døma ikki fyri vanbýti á komandi varmakeldustevnu, tá ið listaframsýningin, sum í fleiri ár hevur verið í fimleikarhøll skúlans, hevur 35 ár á baki Amy heldur fram sum formaður C M Y K 9 8