Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112 Sosialurin Ítróttur vodafonedeildin upptakt Hilmar Jan Hansen Vøllurin við Margáir í Streymnesi verður í kvøld klokkan seks karmur um eina av mongum uppgerðum millum EB/Streym og ÍF í ár. Upp­ runa­liga skuldi hesin dysturin verið spældur fyrst í august, undan steypa­finaluni millum somu lið, men mátti av serligum umstøðum útsetast. Allíkavæl fer aftur nú at gera seg galdandi, at talan verður mestsum um dupultuppgerðir, tí longu sunnu­dagin møtast somu lið aftur í Fugla­firði. So helst ber til at siga, at tey hvørt í sínum lagi kunnu koma at av­gera lagnuna hjá bæði sær sjálv­um og mótpartinum. Undan dystinum er EB/Streymur triðfremst, men kann við sigri yvirhála Víking og leggja seg bara tvey stig aftan fyri oddaliðið, B36. ÍF er hinvegin á sætta plássi, men kann við sigri taka seg enn eitt stórt fet frá botninum og gerast nummar fimm, bara fýra stig aftan fyri NSÍ á fjórða plássi. Tað, sum kanska kann vera eitt sindur ironiskt, er tann veruleiki, at ÍF hevur tvey í at velja, um liðið byrjar at hyggja uppeftir. Annað­ hvørt skal ÍF sjálvt vinna seg upp á fjórða pláss, og um tað ikki eydn­ ast, so skal EB/Streymur verða føroya­meistari, fyri at ÍF kann fáa eitt Europa League-pláss næsta ár. Tað vil siga, at samstundis sum ÍF hevur brúk fyri stigunum fyri at tryggja seg í Vodafone-deildini, fær ÍF í europeiskum høpi fyrimun av, at EB/Streymur fær stigini… Bæði vilja vinna – Vit fara altíð á vøllin fyri at vinna, og so verður eisini í kvøld, tí um vit skuldu latið EB/Streym vunn­ið, kundu vit akkurát tað sama gjørt okkurt annað. Dysturin er javn­ur, tá hann fer í gongd, so vit byrja við einum stigi, sigur Bartal Eliasen, sum er ein av royndaru spæl­ar­ unum hjá ÍF, ið tó hevur stóra virð­ ing fyri mótstøðuni. – EB/Streymur hevur eitt øgiliga gott lið, sum mann til mann kanska er tað besta liðið í Føroyum, men spæla vit sum ein eind, kunnu vit saktans spæla teimum eitt puss, og tað ætla vit eisini. Venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, hevur latið sínar spælarar tikið tað eitt sindur av løttum, síðani teir sunnudagin vunnu oddadystin í Gundadali og tóku eitt týðandi stig nærri oddasessinum, og nú er tað so ÍF, sum er á skránni. – ÍF er ongantíð eitt lætt lið at spæla ímóti, tí fuglfirðingar hava eitt fínt lið. Tá kappingin byrjaði, taldust teir millum favorittarnar, so at teir nú hava fingið nøkur góð úrslit, er ikki annað enn tað, at nú traðka teir í karakter. Men vit fara sjálvandi á vøllin fyri at vinna, sigur Heðin Askham, ið kann frøast um, at Sorin Anghel verður tøkur, eftir at hann ikki var við sunnudagin ímóti B36, tí hann var skaddur. hilmarjan@sosialurin.fo TVÆR DUELLIR EB/Streymur og ÍF møtast við Margáir í kvøld, men longu aftur sunnudagin er landskappingardystur millum liðini í Fuglafirði Mynd: Álvur Haraldsen Bæði brúk fyri stigum Fótbóltur Hóast EB/Streymur hyggur uppeftir og ÍF hevur hug at hyggja aftur um seg, eru liðini, sum í kvøld møtast við Margáir, felags um at hava brúk fyri trimum stigum Jóannes Hansen Við 3-0 sigri á Sandi sunnu­ dagin styrktu toftamenn um sína støðu í botninum í Voda­ fonedeildini. Men einki er lið­ ugt, fyrr enn alt er liðugt, og nú tað resta fýra umfør, er tað fram­vegis møguleiki fyri, at B68 kann flyta niður. Leygardagin verður tunnils­ dagur og harvið nógv ferðsla til Klaksvíkar. B68 og trúgvu viðhaldsfólkini fara við streym­ inum til Klaksvíkar, har B68 seinnapartin verður partur av lykla­uppgerð í botnstríðnum. Nú er tað greitt, at Ahmed Keita ikki verður á B68-liðnum. 24 ára gamli senegalesiski álops­spælarin varð skaddur í fyrsta venjingardystinum í mars mánaði, og hóast hann hev­ur spælt 20 dystir í ár, so hev­ur hann ongantíð verið før­ur fyri at spæla við fullari megi. – Keita er ein fantastiskur spælari. Hóast hann ikki hevur verið meiri enn 60 prosent, so hevur hann verið eitt aktiv fyri okkum, men tað hevur ver­ið ógvuliga harmuligt, at hann ikki hevur verið førur fyri at spælt við fullari megi. Tað verður roknað við, at kross­ band­ið í øðrum knænum er farið, og týsdagin fór hann til Keyp­manna­havnar, har hann verður skurðviðgjørdur. Tað er B68-venjarin, Bill McLeod Jacobsen, sum greiðir frá. Fáir álopsmøguleikar B68 og Bill hava stórar trupul­ leikar í álopspartinum, tí í hesi vikuni er eisini Óli H. Olsen farin til skips aftur. Hann hev­ ur verið ein annar av álops­ spæl­arunum, og uppaftur ein ann­ar er 20 ára gamli Ibrahima Camara úr Senegal. Camara hevur ikki verið á besta B68-liðnum síðani 19. juni. Orsaka av álvarsamum knæ­skaða hevur hann ikki verið við síðani, og tað er greitt, at hann ikki verður við í Klaks­ vík og í hinum trimum dyst­ unum, sum eru eftir at spæla í ár. Keita, Camara og lands­mað­ ur teirra, miðvallarin Ndende, eru sáttmálabundnir at B68 næsta ár, og tað verður vónað og roknað við, at teir allir fara at vera klárir eftir ársskiftið. Stig-Roar Søbstad var ætl­ aður pláss í B68-álopinum, men tað riggaði einki serligt, og í summar flutti hann aftur til AB. Møguleikarnir til B68- álopsplássini í Klaksvík og í trimum teimum síðstu dyst­ unum eru Oddur Højgaard, sum eisini hevur verið nýttur í mið­verjuni, Kristian Anton Andreasen, Jónleif Højgaard og Bjarki Johannesen, sum ikki enn hevur verið millum teir fyrstu ellivu. joannes@sosialurin.fo Nú 24 ára gamli Ahmed Keita er farin til Keypmannahavnar at verða lagdur undir skurð, hevur B68 ikki so nógvar álopsmøguleikar eftir til teir síðstu landskappingardystirnar Mynd: Álvur Haraldsen B68 -broddurin burtur Fótbóltur Ahmed Keita er farin til Keypmannahavnar, har hann í vikuni verður lagdur undir skurð, og harvið er størsti parturin av álopinum hjá toftamonnum farin í vetrarfrí