mikudagur 28. september 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. september 2011 · Nr. 112
24
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Tvey umfør eru eftir í 1. deild hjá
kvinnum, men sunnudagin gjørd
ist greitt, at KÍ fær gullið og AB
silvurið, eftir at KÍ í síðsta innan
hýsis dystinum teirra millum vann
2-1 og er 11 stig framman fyri argja
kvinnur, nú bara hesi síðstu seks
stigini eru eftir at spæla um.
Greitt var undan kvinnudyst
inum við Djúpumýri í Klaksvík
millum tey bæði fremstu liðini, at
alt kundi verða avgjørt, og í veru
leikanum var tað nóg mikið hjá
KÍ at fáa eitt stig, so var føroya
meistaraheitið fingið til høldar.
Tað sá tó einki út hjá KÍ fyrstu trý
korterini, tí spælið hekk illa saman,
men beint fyri hálvleik fekk Eyðvør
Klakstein úr eitt sindur spískum
sent bóltin upp í nettakið.
Seinna málið hjá KÍ kom ikki,
fyrr enn bara tveir minuttir vóru
eftir, men so mikið meira avgerandi
var tað, tí við hesum lukkaði KÍ
dystin. Rannvá B. Andreasen sendi
við hælinum bóltin fram við AB-
málverjanum og í málið til 2-0, og
samstundis var hetta mál nummar
501 hjá Rannvá í bestu kvinnu
deildini.
Ein minutt seinni eydnaðist Elsu
Splidt Jacobsen at minka um mun
in fyri AB, tá hon smekkaði til, og
bólturin umvegis ein KÍ-ara fór í
einum boga upp um málverjan og í
málið. Harvið kundi verða staðfest,
at KÍ hevur vunnið gull í bæði
lands- og steypakappingini í ár, og
í báðum førum er tað AB, ið hevur
fingið silvurið.
Fýra við øll árini
Samstundis er talan um søguligt
gull til KÍ, tí hetta er tólvta árið á
rað, at klaksvíkskvinnur eru føroya
meistarar, og ta sigursrøðina er
eingin í føroyskum fótbólti í nánd
av at bróta tey næstu mongu árini.
Bara tað er í sjálvum sær eitt iva
leysa stórt roysni, men eisini í al
tjóða høpi er tað sera sjáldsamt, at
eitt lið megnar at vinna meistara
heitið so ofta á rað.
– Tað er vónleyst at taka dagar
ímillum, hvør av hesum 12 árgang
unum hevur verið tann besti, tí tað
hevur verið eitt sindur upp og niður.
Okkurt árið hava vit verið øgiliga
góðar, men okkurt annað árið hevur
tað verið meira spennandi, sigur
Rannvá B. Andreasen, ið saman
við Malenu Josephsen, Elsu Mariu
Simonsen og Paulu Mikkelsen
hevur verið við til at vunnið øll 12
meistaraheitini.
– Fyri okkum kann tað allíkavæl
gera tað sama, um vit eru nógv
fremst ella ikki, so leingi sum vit
bara eru fremst, tá avtornar. Í ár
hava vit havt nógvar spælarar, sum
hava verið øgiliga góðir, so vit hava í
øllum førum eina ljósa framtíð. Tær,
sum eru yngri, hava sæð okkum
vunnið øll hesi árini, so tað smittar
niður ígjøgnum rekkjurnar. Henda
vinnaramentalitetin, vit hava fingið
á kvinnusíðuni í Klaksvík, mugu vit
halda fast við.
Enn hava KÍ-kvinnurnar tveir
dystir eftir av kappingini, og
Rannvá B. Andreasen væntar, at tá
kanska tær fáa kjansin, sum hava
sitið nógv á bonkinum, men fram
vegis verður málið at vinna eisini
teir báðar síðstu dystirnar.
Síðani í mars hava kvinnurnar
hjá KÍ vant tríggjar ferðir hvørja
viku, men nú kappingin endar, halda
tær frí frá fótbólti, til kappingin
byrjar aftur í mars næsta ár.
hilmarjan@sosialurin.fo
Tólvta
FM-heitið á rað
Kvinnufótbóltur Enn er landskappingin hjá kvinnunum ikki liðug, men longu er greitt,
at tað aftur í ár verða kvinnurnar hjá KÍ, sum vinna tað heila. Fýra av spælarunum, sum
eru á liðnum nú, hava verið við til at vunnið øll hesi 12 føroyameistaraheitini!
MEISTARALIÐIÐ
Aftast frá vinstru: Ása K. Thomsen, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen, Maria K. Thomsen, Sigrid
Jacobsen, Una Joensen, Bára S. Klakstein, Jenny Lydersen, Gunnrið Joensen, Malena Josephsen
og Erik Nielsen. Fremst frá vinstru: Eyðvør Klakstein, Elsa Maria Simonsen, Ann Olsen, Rannvá B.
Andreasen, Randi Wardum, Monika Biskopstø, Sofía Purkhús, Ásla Johannesen og Tove Sólheyg
1. deild kvinnur