fríggjadagur 30. september 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113
Sosialurin
Gallup
Føroyar
sigur
í
tíðindaskrivir, at broytingin
fer at hava við sær, at Gallup
verður meira sjónligt í samfel
agnum.
Ellindur Egilstrøð, sum
eigur felagið og sum hevur
verið stjóri síðani Gallup byrj
aði í Føroyum í 2002, heldur
tó fram sum stjóri og kemur
framhaldandi at hava dag
ligu leiðsluna av felagnum
um hendi.
– Stórar rembingar eru
um allan heim í hesum tíð
um og broytingar henda
skjótt og fíggjarliga leik
ar
hart
á
mangastaðni.
Gallup Føroyar hevur fing
urin á pulsinum og ynskir
at verða fremst at kunna
um, hvørji rák og broytingar
síggjast og soleiðis veita best
møguliga
vitaninargrund
arlag til framtíðar avgerðir,
sigur Gallup Føroyar m. a. í
tíðidaskrivinum.
Vevmátingarlistin hjá Gall
up sum er standard listin hjá
føroyskum online miðlum
verður í løtuni útbygdur, so
hann gerst enn eitt hentari
amboð hjá bæði lýsarum, lýs
ingarstovum og miðlunum.
Fyri at kunna veita fyritøk
um, stovnum, kommunum
og
øllum
samfelagnum
neyðuga vitan á dygdar
góðan hátt, hevur Gallup Før
oyar gjørt av at styrkja um
leiðsluna og gera broytingar
í bygnaðinum hjá felagnum
frá 1. oktober 2011.
Óli á Deild Olsen verður
nevndarformaður og kem
ur eisini at taka sær av at
menna online tænasturnar
hjá felagnum.
Bogi Eliasen verður for
stjóri og kemur at hava høv
uðsábyrgdina av Gallup Puls
inum og greining av tølum.
streymur
asdaUm doluptatie tie do delit lor irilisl ea faciduis atue magnim vero
digniam aci blamcon sectem niamcon sendre feu feugait praeseq
Mynd: Álvur Haraldsen
politikkur
Fyrrverandi rektarin á Fróðsakapsetrinum, Jóan Pauli
Joensen, professari, er á listanum hjá Vága Javnaðarfelag
Jóan Pauli
Joensen
stillar upp
Aibritt
á Plógv
á ting
Summarsiglingin liðug
Ikki 1500 men 200
Gallup styrkir leiðsluna
hagtøl Gallup Føroyar hevur sett Boga Eliasen sum
forstjóra og Óla á Deild Olsen sum nevndarformann
og styrkir við hesum um leiðsluna í felagnum
politikkur Fyrrverandi rektarin á
Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Pauli
Joensen, professari, stillar upp fyri
Javnaðarflokkin til løgtingsvalið
Summarsiglingin hjá Skúl
askipinum »Dragin« er nú
liðug fyri í ár. Siglt hev
ur verið tvær ferðir um
vikuna
við
næmingum
frá 8.- 9. og 10 flokki, sum
hava valt lærigreinina »sjó
manslæru«. Tilsamans eru
tríggir bólkar við íalt 46
næmingum, sum hava siglt
til 1. oktober.
Nú verður skipið riggað
av, og næmingarnir fáa so
verkliga og bókliga frálæru
umborð í vetur.
Siglingin byrjar aftur í
mai mánaði í 2012.
Í greinini mikudagin um heilsu
vandan av erbylgjugeislingum frá
tráðleysum samskifti, er eitt tal
komið tvørt fyri.
Í greinini stóð, at líkjast vit
svium, eru eini 1500 føroying
ar álvarsliga ávirkaðir av hesum
geislingum.
Hetta talið varð tikið av heim
asíðuni
www.tradleyst.info sum er ein
føroysk síða um hetta evnið.
Men síðani eru tølini rætt
að. Janus Dam Guttesen, sum
er upphavsmaður til heimasíð
una, sigur, at svensk tøl vísa, at
3,2% ávirkað og 0,4% álvarsliga
ávirkað
av
geislingum
frá
fartelefonum, tráðleysum interneti,
tráðleysum heimatelefonum og
erbylgjuovnum.
Verður hetta beinleiðis ført yvir
á føroysk viðurskifti merkir tað,
at 1500 føroyingar eru ávirkaðir
í ein ávísan mun og at einir 200
føroyingar eru illa ávirkaðir.
Eirikur Lindenskov
Fyrrverandi aðalstjórin
í Almanna- og heilsu
málaráðnum til 2006,
Aibritt á Plógv, stillar
upp fyri Fólkaflokkin
til løgtingsvalið.
– Eg havi sera stóran
áhuga fyri almanna- og
heilsumálum, og tað
er hesin áhugi, sum
nú fær meg at stilla
upp til løgtingsvalið.
Eg veit frá mínum 15
ára
arbeiðsroyndum
á almanna- og heilsu
økinum,
bæði
sum
sjúkrasystir á sjúkra
húsum og røktarheim
um, sum leiðari fyri
dagrøktarskipan, sum
deildarstjóri í Tinga
nesi, og sum aðalstjóri
á Almanna- og heilsu
málaráðnum í fimm
ár, at nógv ting kunnu
gerast betur og annar
leiðis á almanna- og
heilsuøkinum, sigur Ai
britt á Plógv.
Hon sigur, at Fólka
flokkurin hevur sein
astu nógvu árini ein
amest verið virkin í
samband við vinnu- og
fiskivinnupolitikk,
men flokkurin hevur
eisini eina góða stevn
uskrá á almanna- og
heilsuøkinum,
sum
floksleiðslan og eg eru
samd um at fáa fram í
ljósmála.
Aibritt á Plógv var
fyrst útbúgvin sum
sjúkrasystir í 1983, og
so sum løgfrøðingur í
1994. Umframt sín stóra
áhuga fyri almanna- og
heilsumálum, so hevur
Aibritt á Plógv síðani
2006 verið sjálvstøð
ug vinnurekandi. Hon
situr í dag í nevndini
í Posta og er næstfor
maður í Krabbameins
felagnum.
Eirikur Lindenskov
Jóan Pauli Joensen ætlar
sær á ting
. Tað er greitt, eftir at Vága
Javnaðarfelag mikukvøldið
hevði uppstillingarfund í
Beitishúsinum í Miðvági.
– Vit eru sera fegin um
at hava fingið Jóan Paula
Joensen á listan. Vit meta,
at hann er ein fongur. Hann
er ein maður við drúgvum
royndum – og komin nakað
til árs, so er hann eisini røddin
hjá eldra ættarliðnum, sigur
Jon S. Hansen, formaður í
Vága Javnaðarfelag.
Jóan
Pauli
Joensen
hevur
verið
limir
í
Javnaðarflokkinum í mong
ár, men hevur ikki verið
alment aktivur. Sjálvur sigur
hann, at hann hevur hildið
lágan profil, til hann nú »kom
úr skápinum«.
Umframt at vera professari
á Fróðskaparsetrinum og
fyrrverandi rektari, so var
hann eisini formaður í stjó
rnarskipanarnevndini, sum
gjørdi uppskotið til nýggja
stjórnarskipan.
Saman við Jóan Paula
Joensen
stillar
Vága
Javnaðarfelag
eisini
upp
Kristoffur Gaardlykke, sum
javnan hevur havt sæti
á tingi hetta skeiðið sum
varamaður.
Gallup Føroyar Sp/f
varð stovnað 25. apríl
2002
Leiðsla: Bogi Eliasen,
forstjóri Ellindur
Egilstrøð, stjóri
Nevnd: Óli á
Deild Olsen,
nevndarformaður:
Ellindur Egilstrøð,
nevndarlimur
Bogi Eliasen,
nevndarlimur
Gott 20 fólk arbeiða
parttíð hjá Gallup í
Føroyum við kanningum
og øðrum uppgávum.
Fakta