fríggjadagur 30. september 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113
12
Sosialurin
Tað vóru sera góð barnaár,
vit fingu frá heimi okkara á
Glyvrum.
Vit búðu tætt við sjógvin
niðri á Bakka og soleiðis var
tað stóra spæliplássið, serliga
hjá okkum smádreingjum,
brúgvin og fjøran.
Hetta bleiv so eisini ein
partur av honum, sjógvurin,
havið við tess møguleikum.
Hóast tað nógva virksemið
á Bakka við fiskaarbeiði og
fiskaturking, so var tað havið,
sum bróður hevði betri hug
til og var skjótur til skips, tá
skúlagongdin var liðug.
Róland fór sín fyrsta
túr til Grønland við Hertu,
sum Martin Í Grund førdi.
Hann var eisini okkurt ár
við Minnie, hjá Napoleon á
Langanesi, men flestu árini
mundu vera umborð á Morn
ing Star, sum Petur Thomsen
í Heiðunum var skipari á.
Tað vóru nógvir, sum
vildu hava Róland við sær
umborð á skipið, hann var
tiltikin raskur, skjótur, nær
lagdur og hevði eitt Gudgivið
skemtingarsinni, sum ongan
tíð læt nakran sita keddan.
Klæmint pápabeiggi og
Róland vóru, hóast aldurs
mun, vinmenn, teir vóru so
sera góðir.
Klæmint var giftur við
Elsu Susonnu, ið vóru barn
leys, og eg haldi, at teir báðir
vóru sum faðir og sonur.
Teir róðu út í Grønlandi
nøkur ár saman við øðrum
Glyvramonnum.
Flestu túrarnar saman
var tá sildarokið var á Skála
fjørðinum, og teir komu aftur
við fullfermdun báti við sild
og um heysti, í brislingatíðini
kom Bakkafossur ofta søkk
laðin aftur at landi.
Jú, bróður var veiðimaður
sum fáur, hevði eitt serligt
snildi, tá tað snúði seg um at
veiða sild og brisling.
Tey góðu sildaárini á
Skálafjørðinum var neistin
til, at vit byrjaðu við Bakka
frost. At byrja við vóru tað
Róland og eg, men stutt eftir
kom Martin bróðir við.
Hetta vóru sera góð og
spennandi ár, vit arbeiddu
væl saman og bygdu eitt virki,
sum var við til at geva arbeiði
til nakrar hendur eisini.
Tey flestu árini vóru
vit báðir teir, sum koyrdu
virkið. Martin, sum fekk sær
útbúgving í Noregi, arbeiddi
har eftir, at hann var liðugur
at lesa.
Róland var sera raskur,
dugdi væl við fólki og øll
vóru góð við hann. Róland
dugdi so sera væl at fáast
við tey ungu, tað var so ofta,
at ungdómar arbeiddu, tá
sildarokið var, og tá var gott,
at ein maður sum hann kundi
fáast við hesi.
Róland var ein sterkur
maður, hevði nakað av tí
sama, sum Klæmint farbróð
ur, men gjørdi so lítið um
seg, einki reyp. Rætti heldur
eina hjálpandi hond, og tá
spardi hann seg ikki, var so
trúfastur og familjukærur.
Róland var Gudrøkin mað
ur, og bar hann arvin frá barna
heiminum við lestri hvønn
sunnudag, við sær í sítt egna
heim. Í heiminum hjá Róland
og Annu átti tann andaligi
parturin sítt rúma pláss.
Vit sakna teg bróður,
hugsi um tær mongu góðu
løturnar, vit báðir høvdu um
borð á Bakkafossi, leitaðu
eftir brislingi, spenningurin
var stórur, tá torvan sást á
austikkinum, og tú helt, at
vit skuldu kasta.
Sum
oftast
eydnaðist
hetta, og vit fingu bátin full
an, men ongantíð sá eg teg
mótfalnan, tá okkara kast
miseydnaðist, og Jóan Jakku
fekk uppí, tað kláraði tú
betur enn eg.
Róland var giftur við
Annu, dóttir Niklas Thomsen
úr Syrðugøtu
Tey bygdu sær heim her á
Glyvrum.
Trúføst hava tú og Rúni
staðið um hann hesi árini,
heilsan hevur bilað, og hjá
tykkum er sorgin og saknurin
enn størri.
Harrin veri styrki tykkara.
Bróður,
takk
fyri,
at
vit fylgdust langa leið og
ongantíð mistu hvønn annan
burtur.
Hans
Nøvn
Minningarorð um
Róland Jakobsen, Glyvrar
TØKK
TØKK
Føðingar
16. september fingu Teresa Silvurdal, Vágur og Rógvi
Berg, Porkeri, eina dóttur. Hon var 55 cm long og
vigaði 4560 gr.
27. august fekk Sámuel á Torkilsheyggi ein
lítlan beiggja, hann var 55 cm langur og vigaði
3850 gr. Foreldrini eru Paula og Òli Kristian á
Torkilsheyggi og tey búgva í Rituvík.
8. september fingu Jenny og Magnar Næs, Tórshavn,
ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3925 gr.
Alita bleiv stórasystir.
24. september fingu Joan Waag Høgnesen og Bárður
Viberg Dam, Argir, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 3495 gr.