fríggjadagur 30. september 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113
Sosialurin
Valgreinar
Løgtingsvalið 2011
Nú skal íverksetaraførleikin
inn um fólkaskúlans gátt. Og
tí er samstarvsavtala gjørd
millum Mentamálaráðið og
Íverksetarahúsið um íverk
setan í fólkaskúlanum.
Ikki nýtt fyribrigdi
- men nýtt evni!
Íverksetan er ikki eitt nýtt
fyribrigdi, men ein nýtt evni,
sum allir næmingar skulu
arbeiða við. Tann stóri spurn
ingurin er, hvussu vit seta
sjøtul á hetta arbeiði.
Íverksetarahúsið hevur í
nøkur ár arbeitt við hesum
og gjørt royndir, lagt fólki lag
á og ikki minst næmingum í
miðnámsskúlunum,
sum
arbeiða við ungum virki og
Bussiness Game.
Tað er at fegnast um,
at eitt skipað samstarv nú
verður fingið í lag við Íverk
setarahúsið, sum kann hjálpa
til at veita skúlunum íblástur
og fakliga vegleiðing í hesum
arbeiði.
At ganga nýggjar leiðir,
skapa nýtt úr gomlum, finna
góð hugskot, menna tey sum
vøru, tænastu ella annan
áhugaverdan
ágóða,
eru
stóru avbjóðingarnar. Og at
duga og kanska serliga at
tora hetta kynstur at vera
stigtakari og slóðari, er ein
ómetaligur góður førningur
hjá børnum og ungdómi
okkara at byggja á, bæði í
útbúgving og arbeiði.
Vit hava skyldu til at geva
teimum henda førning. Tí vit
kenna ikki tær avbjóðingar
ella tað samfelag, sum vit
skulu menna okkara børn og
ungdóm til at taka ábyrgd av
um nøkur ár.
Íverksetan og nýggjar
námsætlanir
Í arbeiðinum við teimum
nýggju
námsætlanunum
hava vit lagt stóran dent á,
at støðisførleikarnir “at sam
skifta”, “at kanna”, at skapa”
og “at virða” skulu mennast
í øllum lærugreinum. Hetta
eru førleikar, sum skulu eggja
til forvitni hjá næmingunum,
menna teirra skapandi evni
og stimbra teirra hug og dirvi
at menna síni egnu hugskot
og leita sær ráð og vitan at
ganga nýggjar leiðir, eins
og førleikan at hugsa nýtt í
víðastu merking.
Stutt sagt er tað nú avgjørt,
at íverksetan sum førleiki skal
inn í allar lærugreinir. Við hesi
avtalu tryggja vit neyðugar
førleikar at røkka á mál.
Faroe-topia
Í vikuni sum fór vóru 400
næmingar
á
“Innovation
Camp” í Klaksvík, og har varð
arbeitt av lívsins kreftum.
Hetta eru næmingar sum
luttaka í skúla-FM í íverk
setan. Beint eftir summar
frítíðina vóru lærarar á tvey-
daga íverksetaraskeiði, eisini
í Klaksvík. So her grør um
gangandi fót. Og tað hava vit
av sonnum brúk fyri.
Í fjør vunnu næmingar
á
Eysturskúlanum
tílíka
kapping. Tey høvdu stovnað
eina hugsaða ferðavinnufyri
tøku undir heitinum Faroe-
topia, og hugskot teirra var
stak gott. Í hesum navni
Faroe-topia liggur harafturat
allur boðskapuin fjaldur –
Føroyar sum eitt nýtt utopia,
eitt land við framburði og
trivnaði fyri øll.
Eg eri ómetaliga spent at
síggja úrslitini frá eftirmet
ingunum, tá ið FM-kappingin
í íverksetan er liðug í februar
næsta ár.
Íverksetan inn
um skúlagátt í
fólkaskúlanum,
avtala gjørd!
Helena Dam
á Neystabø
landsstýriskvinna
LØGtingsvalið 2011
Tað var eitt álvarsligt mistak
hjá mær, at útlendingamálið
gjørdist ein trupulleiki
Nógv hevur verið gjørt
burturúr, at ikki øll tjóð
veldistingfólk vóru í ting
salinum, tá atkvøðast skuldi
við 2. viðgerð um at yvirtaka
útlendingamálini í tinginum
mánadagin.
Tað er als ikki rættvíst,
at fýra tjóðveldisfólk á
tingi eru alment hongd
út fyri ikki at røkja sítt
arbeiði. Til ber hjá øllum
at kanna, hvussu væl tey
møta, og hvussu nógv tey
arbeiða dagliga við politikki
á løgtingi, í nevndum, flokki
og samfelagnum øllum.
Hendan dagin vóru okk
ara tingfólk til arbeiðis í
meira enn 14 tímar – og um
framt at vera í tingsalinum,
skrivaðu tey álit, samráddust
og royndu at fáa øll okkara
mál og avtalur framdar.
Eg skal sum formaður
taka fulla ábyrgd av, at øll
okkara tingfólk ikki vóru
í salinum, tá atkvøtt varð.
Eg hevði ábyrgdina av at
samskipa okkara arbeiði
um hesi málini, og at siga
frá, tá atkvøðugreiðslurnar
komu. Og eg metti støðuna
skeivt í skundinum sum
var, tá atkvøðast skuldi um
bæði tíðarfreistir - og tá
málið sjálvt beint eftir kom
til atkvøðugreiðslu við 2.
viðgerð.
Orsøkirnar til tað eru
fleiri, men tað nyttar ikki hjá
mær at burturforklára tað.
Tað stutta av tí langa er,
at eg helt, at siglast kundi
millum skerini, og útlendinga
málið kundi samtykkjast við
2. viðgerð, uttan at tað varð
tikið sum gísli í tíðarfreistum
mótvegis øðrum málum, ið
skuldu fremjast.
Men tað var eitt mistak.
Tí málið fall við 2. viðgerð, tá
ein atkvøða var ímóti í øðr
um flokki, heldur enn fyri,
sum eg hevði roknað við.
Skeivt signal
– hóast úrslitið hevði
verið tað sama
Og hetta gav knappliga eitt
heilt skeivt signal, sum síð
ani er vorðið dyrkað í fleiri
fjølmiðlum og skírd ein
gøla. Hartil eru heilt løgnar
útleggingar gjørdar, um at
summi tjóðveldisfólk skulu
velja yvirtøkur frá, til frama
fyri nakað annað.
Tað er ikki so. Veruleikin
er, at málið hevði ikki verðið
endaliga samtykt kortini. Tí
kom tað til triðju viðgerð,
so hevði løgmaður togað
stikkið út áðrenn. Tá høvdu
hvørki útlendingmál ella
onnur mál verðið samtykt.
Tað er altso ikki ein spurn
ingur um antin ella. Men
um nakað ella hvørki.
Sjálvandi taka øll tjóð
veldisfólk av fullum huga
undir við, at útlendingamálið
skal á føroyskar hendur. Og
sjálvandi skulu atkvøða vit
fyri øllum málum, ið bera
fram á sjálvstýrisleið. Og vit
hava roynt fleiri ferðir at fáa
útlendingmál á føroyskar
hendur, har ein meiriluti
hevur atkvøtt ímóti.
Eg harmist um, at støðan
gjørdist so – og at hetta gav
møguleikan til at senda
skeiv signal og gerast ein
trupulleiki. Tað var púrasta
óneyðugt.
Tjóðveldi hevur arbeitt
sera hart og kýtt seg fyri at
fáa fleiri týðandi hjartamál
samtykt áðrenn valið – eisini
onnur yvirtøkumál. Sera
nógv teirra hevur eydnast
okkum at fáa ígjøgnum.
Eftir valið fara vit at
arbeiða líka hart fyri okkara
hjartamálum, og eitt tað
fyrsta málið, vit ætla at fáa
framt, er útlendingamálið,
ið sjálvandi skal á føroyskar
hendur.
Høgni Hoydal
LØGtingsvalið 2011
Útlendinga
málið hevði
ikki verðið
samtykt kortini
Nú hava vit tosað mangan um, at tú
hevur eitt starv, og tú røkir tað eftir
førimuni, men sjálvandi við hjarta og
sál. Tað er sum oftast grundarsteinurin
hjá, og í familjuni. Komi at hugsa um,
hvussu nógv av okkara fólkavaldu
halda, at tað er serliga átroðkandi at
hava meira enn eitt starv. Eg meini bara,
hevur mann so funnið útav, at tá mann
er í tveimum størvum er mann heilur.
Haldi eg minnist orðatakið, - har mann
ikki er heilur er mann hálvur-. Vit hava
t.d. læknar á tingi, teir siga seg røkja tvey
størv uttan trupulleikar. Kann mann
veruliga verða heilur á báðum støðum.
Haldi ikki tað kortini. Skera vit tað út
í papp, og siga t.d. at Jenis hevur eitt
altroðkandi mál á løgtingi, um at skerja
rættin hjá einari mammu, at ráða yvir
sínum kroppi, kann hann so samstundis
hjálpa einum sjúklingi sum er komin í
bíðirúmið við einum møguligum blóð
tøppi. Nei, eg spyrji bara.
Hvat við øllum hinum, hvørs fíggjar
ligu áhugamál seta eitt serliga stórt krav
til ógegnið. Haldi vit hava sera nógv
keðilig dømir um tvíflokkamenn, sum eru
tagd burtur. Taka vit tey alment løntu,
eg meini t.d. Hans Pauli og Øssur stilla
upp fyri Tjóðveldi, teir haldi eg arbeiða á
hagstovuni. Teir verða kanska valdir, men
fáa teir so fulla løn á báðum støðum. Havi
eisini altíð hoyrt, at vera skúlalærari og
løgtingsmaður, so skorar mann kassan.
Onkur peningastovnsstjórar hava verði
løgtingsmenn, men tað er nokk ikki
nakar trupulleiki at heva tvær lønir við
kassa 1, hvør hyggur at hvat stjórin ger,
skrivar hann frávera? Vit hava løgtings
menn sum eisini eru fólkatingsmenn,
tað hevur nokk ikki akkurát lønt seg fyri
tey sum gjalda, kann mann nokk róligt
siga, og skrivar nakar upp tá teir ikki eru
til staðar?, og fær tað nakra ávirkan. Nei
eg spyrji bara.
Áttu vit ikki at kravt, at tá mann
setur seg fyri at royna at fara á ting, og
verður vald/valdur, at umboða fólkið,
sum setur sítt álit á viðkomandi, at
mann vísur tað virðing fyri starvinum,
at mann fer í orlov, ella leggur niður sítt
starv. Haldi at føroya fólk hevur, sum
minsta krav, at tú hugsar um land og
fólk, tá tú bjóðar teg fram, og ikki sum
nú, at flestu av tykkum hava landssins
veg og vel sum vinstrahondarbeiði.
Jamen úrslitið er har eftir.
Finst
eitt
yvirlit
yvir,
hvussu
nógvir av okkara fólkavaldu halda
seg vera heilar á tveimum vælløntum
arbeiðsplássum í senn? Haldi ikki ein
egnari ella flakakona hevði megna hesa
ábyrgd, tey høvdu nokk viðurkent, at
tað eina var nokk.
Roynið nu at gera tað rætta.
Kristin Vestergaard
Hvussu kann mann vera heilur í fleiri størvum