fríggjadagur 30. september 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113
14
Sosialurin
Eingin politikkur er ævigt
støðugur.
Eingin
avgerð
ella mannagongd er ævigt
tann besta. Tað sama er
galdandi viðvíkjandi okkara
høvuðsvinnu. Fiskidagaskip
an okkara var slóðbrótandi
tá hon bleiv sett í verk, og
var hon, um ikki tann besta
í heiminum, so millum tær
fremstu tá tað kemur til veiðu
trýst, burðardygd og lønsemi
fyri bæði vinnu og samfelag.
Men, nú eru fyribrigdið
ið kundu týtt á at fiskidaga
skipanin
ikki
longur
er
tann
besta
skipanin
vit
kundu havt her á landið.
Tíðin er óivað komin til at
orða ein nýggja politik fyri
høvuðsvinnu okkara. Tó skal
hettar gerast við skynsemi
og í samstarvi við reiðarar,
fiskimenn, fíggingarstovnar
og fiskivinnuna á landi.
Hettar er neyðugt fyri ikki at
koma okkum í óneyðugt óføri
eins og samgongan hevur
gjørt í ár. “Gamla” fiskidaga
skipanin
er
enn
ljósár
frægari enn glantrileikur
makrelsamgongunar,
við
sínum uppboðsølum, brúks
skyldum og friðingum. Hesar
hava ikki ført til annað enn
ótryggleika, vánaligari fígg
ingarmøguleikum og kapital
minking í vinnunið umframt
at hava ført til olympiskt
fiskarí til vánaligar prísir.
Forsprákarar av nýggju
skipanini vísa áhaldandi á,
at her eru komin nógv fleiri
tons av makreli til lands við
nýggju fiskisamtyktini enn
nakrantíð áður. Jú, men tað
er ongantíð blivin fiskaður
so nógvur makrelur her um
leiðir áður. Bert takka verið
Jacob Vestergaard og Fólka
flokkinum eiga vit Føroy
ingar hesa stóru makrel
kvotu
at
gagnnýta.
Við
gleðistárum vísa tey eisini
á tær milliónirnar ið lands
kassin hevur fingi burturúr
uppboðsølunið av makreli
num. Jú, men enn havi eg
onga uppgerð sæð, ið vísur á
økt lønsemi hjá fiskiskipum
okkara. Manningarnar fáa
løn hóast fiskurin fyri stór
an part er blivin seldur til
útlendingar at fiska, virka
og selja aftur. Øll virðisøk
ingin, ið hevði kunna givið
landið og borgarum okkara
millióna, um ikki milliarda
virðir meira enn uppboðsølu
vinningin, liggur av makrel
samgongunar hondum hjá
útlendingum. Ikki hugsar
Makrelsamgongan um at
allur vinningur teirra til
landskassan, er missur hjá
verkafólkinum kring land
okkara. Hvør króna, ið sam
gongan, saman við Tjóð
veldi, hevur vundið burturúr
fiskivinnu okkara í ár, eru
krónur ið av somu orsøk
ikki eru tøkar til at gjalda í
lønum og vinningsbýti hjá
vinnunið og tí ikki koma
handilslívinum,
flutnings
vinnunum og tænastuvinn
unum til góðar. Ei heldur
koma hesar milliónir at
hjálpa
flakakvinnum
og
monnum okkara, ið standa
uttan arbeiði tí útlendingar
nú gera teirra arbeiði til
kinesiskar slavulønir. Ein
asti tanki teirra tykist hava
verði at fáa sum mest í
Landskassan, ikki um livikor
hjá vanliga fólki okkara.
Nú
Javnaðarflokkurin
hevur boða frá landsfundar
samtykt, har teirra niður
støða er at Føroyingar í stutt
um skullu gjalda meira fyri
minni, beri eg stóran ótta fyri
landið og samfelagið okkara.
Tað tykist ikki sum at
vinstravongurin í Føroyskum
politikki dugur at skilja, at
um tey geva fólkinum eina
krónu við høgru hond, meðan
tey krevja fimm krónur frá
vinnulívinum við vinstru
hond, so kemur einstaki
borgarin at gjalda einar átta
krónur eyka tá tað kemur til
stykki. Fólk og vinna okkara
megna ikki at gjalda eitt oyra
meira til ørvitisætlanir teirra.
Vit mugu steðga hesum áhald
andi óskilinum, og síggja í
eygunið, at samfelag okkara
má brótast upp av nýggjum.
Tað nyttar einki longur
at
koma
rennandi
við
vælkenda plenuklippararn
um
hvørja
ferð
okkurt
skal eitast at sparast. Vit
mugu
endurbyggja
sam
felag okkara, og taka tey
tøk ið krevjast, til at fáa eitt
vælvirkandi vælferðarsam
felag, sum fólkið eisini hevur
ráð til at liva og virka í.
Eg heiti tí á tykkum øll,
veljið Fólkaflokkin til kom
andi Løgtingsval. Latið okk
um saman endurreisa hettar
avbera vakra og stolta land
okkara.
Einki varar ævigt
LØGtingsvalið 2011
Jógvan Thomsen
Valevni Fólkafloksins
Mangan hevur verið ført
fram, at uppbýtið í skipa
bólkar í lóggávu okkara kann
virka darvandi fyri tillaging
um av flotanum, við tí fyri
eyga at betra um kappingar
føri í síni heild.
Sjálvur eri eg samdur við
fleiri sjónarmiðum hesum
viðkomandi, og loyvi mær
tískil við hesum at vísa á,
at fleiri átøk eru tikin og í
næstum vera fleiri broyt
ingar framdar. Allar hava til
endamáls at broyta bólka
uppbýtið, soleiðis at vinnan
kann gera tillagingar til frama
fyri betri kappingarføri.
Feskfiskatrolarar.
Broytingar eru gjørdar í
bólki 1 og 2, soleiðis at øll
skip í bólkunum nú kunna
partrola. Hetta gevur stórar
sparingar bæði í oljunýtslu
og til reiðskap. Somuleiðis
vóru seinastu tillagingarnar
gjørdar nú í summar, ið
tryggja, at rættindi kunna
flytast millum øll før, ið eru
partar av hesum bólkum.
Samfingið so tryggja nevndu
broytingar munandi meira
smidligari tillaging, ið tryggj
ar grundarlag fyri skynsam
ari rakstri og harvið betri
kappingarføri.
Línuskip
Ásetingin í kunngerð viðvíkj
andi útskifting av skipum í
bólki 3, línuskip yvir 110 tons,
er nú broytt í sambandi við,
tá veiðiloyvi verður flutt
millum skip í hesum bólki.
Treytin í verandi manna
gongd fyri, at skip í hesum
bólki kann skiftast út er, at
nýggja skipið ikki er størri
enn skipið, tað verður skift
út við. Hetta verður gjørt við
støði í mátunum: Longd (L) x
Breidd (B) x Dýpi (D), t.e. so
nevnda “rúmmetur-reglan”.
Henda mannagongd verð
ur nú broytt soleiðis, at bólk
ur 3, línuskip, verður undan
tikin rúmmetur-regluni.
Grundgevingarnar
fyri
nevndu broyting eru millum
annað:
1. Ísfiskalínuflotin
er
gamal og hevur tørv á menn
ing tøkniliga, men eisini á
annan hátt, soleiðis at pláss
til manningarrúm og deks
pláss annars verður størri.
2. Størri
dekspláss
gevur betri møguleikar fyri
betri gagnnýtslu av veiðuni,
soleiðis at góðskan kann
gerast betur, eins og at allar
hjávørur somuleiðis kunnu
koma til høldar.
3. Størri dekspláss gevur
eisini møguleikar fyri virðis
øking, antin við atliti at, at
veiðan kann frystast umborð
eins og, at hon heilt ella lutvíst
kann framleiðast umborð.
4. Samanumtikið
geva
størri dekspláss og betri
manningarrúm grundarlag
fyri eini meira kappingar
førari vinnu.
Samanumtikið verður mett,
at núverandi áseting um
flytan av veiði loyvum er forð
andi fyri menning av nevnda
parti av ísfiskaflotanum. Sam
stundis verður spurningur
settur við, um mannagongdin
(LongdxBreiddxDýpi) hevur
nakað endamál við atliti at
stýring av fiskiorkuni júst fyri
nevnda høvuðs bólk, bólkur 3,
í fiskidagaskipanini.
Smærri og størri
útróðrarbátar
Í nærmastu framtíð eigur
býtið millum øll fiskifør undir
110 tons at vera endurskoðað.
Sum sagt, so er ásetingin
í sambandi við útskifting av
línuskipum í bólki 3 munandi
smidligari eftir nevndu broyt
ing um rúmmetrarnar.
Ein annar táttur í stýring
ini av veiðitrýstinum av toski
og hýsu hevur ofta havt til
endamáls at flyta fiskiorku
longur út á. Eitt uppskot í hes
um sambandi er at geva línu
skipum í bólki 3 møguleika at
keypa dagar úr bólki 4B, men
tó ikki øvugt.
Viðvíkjandi
fiskiførum
undir 40 tons eigur býtið
millum
útróðrarbátar
í
bólki 4A (15-40 tons) og teir
størru bátarnar i bólki 5
at vera endurskoðað. Teir
størru bátarnir í bólki 5,
sum veiða við línu, kunna
vera fluttir bólk 4A. Allir
teir størru bátarnir í bólki
5A, sum royna við línu, hava
ein rakstur, sum í stóran
mun kann sammetast við
raksturin í bólki 4A, og tí er
grundarlag, at lýsa hesar
bátar sum verandi í sama
bólki. Bátarnir, ið vera fluttir
úr bólki 5, vera fluttir við
døgum
samsvarandi
til
dømis 80 dagar fyri bátin. Í
hesum málið er týðandi, at
mørkin eru neyv, sum allýsa
nær bátar vera fluttir. Eftir
míni meting er hetta ikki
trupulleiki, men tað verður
ov drúgt at viðgera hetta í
grein sum hesi.
Bátarnir, ið vera eftir í
bólki 5, skula í størst møgu
ligan mun bert royna við
snellu. Møguleikarnir eiga at
vera kannaðir, hvør ásetingar
kunna gerast – innan eitt nú
uppgerð av døgum – sum
eggja bátaeigarum at veiða
við snellu í størri mun enn
línu.
Onnur átøk
Fiskivinnupolitikkurin sein
astu tíðina hevur havt til
endamáls at tryggja grundar
lag fyri vøkstri í hýsu- og
toskastovninum. Tí eru fleiri
friðingar settar í verk.
Tó skal havast í huga, at
onnur gagnnýtsla kann vera
møgulig, samstundis sum
hædd verður tikin fyri at
verja smáa toskin og hýsuna.
Eitt dømi hesum viðvíkj
andi
er
garnafiskiskapur
eftir havtasku. Kannast skal,
um slíkur fiskiskapur ikki er
møguligur, samstundis sum
hædd er tikin fyri øllum frið
ingum og endamálum teirra.
Um so verður, at onkur
fiskifør í bólki 4 kunna fara á
garnaveiðu, so kann í slíkari
ætlan vera ásett, at dagarnir
hjá bólkinum vera skornir
samsvarandi
og
harvið
lætnar veiðitrýstið á tosk og
hýsu tilsvarandi.
Hagreiðing og
framleiðsla
Ásetingin í dagsins lóggávu,
um at virking umborð á
skipum undir føroyskum
flaggi í føroyskum sjógvi
bert kann fara fram eftir
góðkenning frá landsstýris
manninum, verður strikað.
Allar forðingar fyri virking
umborð verða tiknar burtur,
soleiðis at vinnan frítt kann
avgera,
um
veiðan
skal
kølast (ísast), frystast og/ella
framleiðast umborð. Týðandi
er, at slík áseting beinleiðis
verður staðfest í lógini sum
ein varandi karmur, heldur
enn ein áseting, ið er tengd
at einum landsstýrisfólki.
Søla av rávøru
við meira
Krøv til sølu av rávøru verða
endurskoða og takast burtur,
har tey virka forðandi fyri
smidligum handilsskapi. Upp
boðssølukravið í sambandi
við útflutning av heilum
fiski eigur møguliga at verða
avtikið, og í staðin kundi “kai-
kant reglan” virka, tó bert
fyri rávørur. Í sambandi við
nýgerð, og betri møguleikum
at fáa størri skip inn í flotan,
er týðandi, at krøv verða
sett til nýggju førini, soleiðis
at hædd verður tikin fyri
meirgóðsking umborð, eins
og at allar hjávørur verða
fingnar til høldar.
Um bólkauppbýti og betri kappingarføri
LØGtingsvalið 2011
Johan Dahl
Landstýrismaður við
Fiski- og Vinnumálum
Valgreinar