Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113 Sosialurin Nú skal íverksetaraførleikin inn um fólkaskúlans gátt. Og tí er í dag gjørd sam­ starvsavtala millum Menta­ málaráðið og Íverksetara­ húsið um íverksetan í fólka­­skúlanum. Í arbeiðinum við teimum nýggju námsætlanunum havi eg sum landsstýriskvinna í menta­málum lagt stóran dent á, at støðis­førleikarnir “at sam­ skifta”, “at kanna og skapa” og “at virða” skulu menn­­­ast í øllum læru­grein­um. Hetta eru førleikar, sum skulu eggja til forvitni hjá næm­ing­­unum, menna teirra skap­andi evni og stimbra teirra hug og dirvi at menna síni egnu hugskot og leita sær ráð og vitan at ganga nýggj­ar leiðir, eins og før­leikan at hugsa nýtt í víðastu merking. Ikki nýtt fyribrigdi - men nýtt evni! Íverksetan er ikki eitt nýtt fyribrigdi, men ein nýtt evni, sum allir næmingar skulu arbeiða við. Tann stóri spurn­ ingurin er, hvussu vit seta sjøtul á hetta arbeiði. Íverksetarahúsið hevur í nøkur ár arbeitt við hesum og gjørt royndir, lagt fólki lag á og ikki minst næmingum í miðnámsskúlunum, sum arbeiða við ungum virki og Bussiness Game. Vit eru fáment, og tí er umráðandi, at vit duga at samstarva og nýta førleik­ ar­nar hvør hjá øðrum. Eg fegnist tí um, at eitt skipað samstarv nú verður fingið í lag við Íverksetarahúsið, sum kann hjálpa til at veita skúlunum íblástur og fakliga vegleiðing í hesum arbeiði. At ganga nýggjar leiðir, skapa nýtt úr gomlum, finna góð hugskot, menna tey sum vøru, tænastu ella annan áhuga­verdan ágóða, eru stóru avbjóðingarnar. Og at duga og kanska serliga at tora hetta kynstur at vera stigtakari og slóðari, er ein ómeta­ligur góður førningur hjá børnum og ungdómi okkara at byggja á, bæði í útbúgving og arbeiði. Vit hava skyldu til at geva teimum henda førning. Tí vit kenna ikki tær avbjóðingar ella tað samfelag, sum vit skulu menna okkara børn og ungdóm til at taka ábyrgd av um nøkur ár. Royndarverkætlan um íverksetan Mentamálaráðið og Íverkset­ arahúsið hava tí í dag gjørt av at samstarva um at skipa eina royndarverkætlan at menna íverksetaraarbeiðið í fólkaskúlanum. Í 2011 rindar Menta­mála­ ráðið íverksetara­húsi­num kr. 200.000 í stuðli at seta í verk royndarverkætlanina og í sam­starvi við skúlarnar at skipa tey í avtaluni lýstu átøk. Treytað av játtan á fíggjar­lógini rindar Menta­ málaráðið Íverksetara­húsi­ num kr. 200.000 í 2012 og 2013 til at halda fram við íverk­­setaraarbeiðinum í fólka­­skúlanum og menna roynd­arverkætlanina. Stuð­ ulin verður veittur sambært ásetingunum um m. a. fíggj­ar­­ætlan, rokn­skap og grann­­skoðan í kunngerð um lógar­­bundna játtan og stuðulsjáttan. Í vikuni sum fór vóru 400 næmingar á “Innovation Camp” í Klaksvík, og har varð arbeitt av lívsins kreftum. Hetta eru næming­ ar sum luttaka í skúla-FM í íverk­setan. Beint eftir summarfrítíðina vóru lær­ arar á tvey-daga íverk­setara­ skeiði, eisini í Klaks­vík. So her grør um gangandi fót. Og tað hava vit av sonnum brúk fyri. Eg eri ómetaliga spent at síggja úrslitini frá eftirmetingunum, tá ið FM- kappingin í íverksetan er liðug í februar næsta ár. Góða eydnu! Íverksetan inn um skúlagátt í fólkaskúlanum, avtala gjørd! Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna í mentamálum LØGtingsvalið 2011 Nýggi Húsalánsgrunnurin, Lutaíbúðalógin og Brúkara­ vernd við fastognarkeyp – hesi stórmálini vórðu øll sam­­tykt á síðsta tingdegi. Saman kemur hetta at merkja eitt kollveltandi fram­ brot á føroyska bústaðar­ marknaðinum. Bústaðarmarknaður loysast úr bankafjøtrum Tað er eitt høvuðsmál hjá Javnaðarflokkinum, at øll skulu kunna útvega sær ein hóskandi bústað fyri ein rímiliga kostnað. Trygg og góð bústaðarviðurskifti er ein fyritreyt fyri góðum livikorum og uppvakstrar­ møguleikum. Hetta er ikki møgu­ligt hjá øllum dag. Bústaðar­ markn­aðurin er stirðnaður í einstáttaðum útboði av dýrum sethúsum og eigara­ íbúðum – eitt útboð sum ikki svarar til tann sera ymiska tørv, sum einstaklingar og familjur hava. Hjá nógvum húsarhaldum er kostnaðurin so ovurhonds høgur, at tað kroystir teirra livikor. Hetta er m.a. eitt úrslit av manglandi almennum bú­­­stað­arpolitikki, og at priv­atu peningastovnarnir onga kapping hava havt á bústaðarmarknaðinum í fleiri áratíggju. Nýggjur virkisfúsur Húsalánsgrunnur Við radikalu lógarbroytingini fær Húsalánsgrunnurin nú nýggjar heimildir, umframt orkulán, til at: Veita fígging til íbúða­ feløg og íbúðastovnar til bygging av leigu­íbúð­ um og lutaíbúðum Veita realkredittfígging til íbúðir og sethús Verða stigtakari saman við øðrum so sum komm­­unum, pensjóns­ kass­­um, fak­feløgum, stovn­­­um, áhuga­feløg­um ella privat­um fyri­tøk­ um, til at Byggja, reka og leiga út íbúðir, íbúðarhús og lestrarbýlir Leigu- og lutaíbúðir størsti tørvurin Tað er neyvan í nøkrum • • • • fram­komnum samfelag, at útboðið av leiguíbúðum er so vánaligt sum í Føroyum. Vána­ligt merkir bæði, at útboðið er ógviliga lítið, at støðið er sera vánaligt, og at leiguprísirnir eru alt ov høgir í mun til dygdina. Tað eru nógv, sum ikki vilja pantseta alla sína fíggjar­ligu framtíð í dýr set­hús ella eigaraíbúðir, men heldur vilja búgva til leigu. Í hvussu er í eina tíð. Tað eru lesandi og onnur ung, sum flyta heimaní­frá, sum ongar bústaðar­­møgu­leikar hava ídag. Tað eru stakir uppihald­ arar og ungar barna­ familjur, sum ikki fáa endar­nar at røkka saman við verandi húsaprísum. Tað eru fólk við serlig­ um tørvi, sum longjast eftir at sleppa at búgva fyri seg sjálvan, í leigu- ella lutaíbúð­ um, evt. skipað sum vardir bústaðir - men ikki hava havt henda møguleika. Tað eru eldri, sum sita einsa­møll í stórum dýrum húsum, og heldur vildu sloppið í betri hóskandi eldra­ • • • • • íbúðir, evt sambygdar íbúðir við felags fasilitetum. Her er størsti tørvurin fyri nýggjum fjøltáttaðum bústøð­um, sum leigu- ella lutaíbúðir. Lutaíbúðalógin veruleiki Við nýggju lógini kunnu fólk nú taka seg saman og stovna eitt lutaíbúðafelag, til tess at útvega sær egnan bústað á ein lagaligan hátt, og uttan at seta seg í stóra per­són­liga skuld. Ognin verður ein felags ogn hjá luta­íbúða­­­felagnum, meðan eins­tøku luta­hav­ararnir eiga brúks­­rættin til hvør sína íbúð. Felagið stendur fyri fíggingini av t.d. 80% av kostnaði­­num, meðan inn­ skotið hjá einstøku lutahavar­ unum kemur at verða 20%. Um t.d. 10 lutahavarar byggja eina ogn við 10 lutaíbúðum fyri t.d. 15 mió.kr., so kemur lutafelagið at fíggja 80%, tvs. 12 mió.kr., meðan teir 10 lutaeigararnir skulu fíggja tey 20%, tvs. 3 mió, ella 300.000 kr. hvør. Hetta er tann persónliga skuldin hvør einstakur átekur sær. Til avdráttir og rentur av lántøkuni hjá felagnum og til aðrar felags útreiðslur gjalda lutaeigararnir so eitt íbúðagjald, svarandi til eina húsaleigu. Eins og onnur bústaðarlán fáa rentustuðul og sethúsabygging fær MVG- frítøku av arbeiðsløn, verða somu treytir galdandi fyri lántøku til og bygging av lutaíbúðum. Brúkaravernd við húsakeyp So hava vit eisini fingið nýggja lóggávu at verja brúk­ aran, sum fer út á markn­aðin­ um at gera lívsins størsta keyp – at ogna sær hús ella íbúð. Her hevur næst­an valdað lóglóysi – ein elli­gomul keypilóg, ætlað smásølu­keypi, hevur verið einasta álitið. Fastognarkeypilóg hevur ásetingar um støðu­­­frá­­greið­­ing (til­syns­­­rapport) frá autori­seraðum byggi­ køn­­­um, um skaða­­end­ ur­­gjald fyri ábrek, um ogn­­ar­­­­skiftis­­­trygg­­­ing, um iðr­an­ar­­­rætt við húsa­keyp o.a. Húsameklaralóg setir krav um autoriseraðar húsa­­meklarar, at mekl­ ari ikki kann umboða bæði seljara og keypara, at kontant­prísur skal upp­lýsast, og at allir við­ kom­andi upplýsingar um ogn­ina skulu gevast. • • Standa klárir at fara ígongd Nógvir áhugaðir partar standa klárir at fara ígongd beinanvegin, bæði við bygging av leiguíbúðum og luta­íbúðum. Verkætlanin um leiguíbúðir í sonevndu Berja­brekku 3 hevur bíðað í áravís eftir lóggávuni. Eftirlønar­grunn­urin LÍV stovnaði longu í febr. í fjør P/f Lutaíbúðar­virkið, við einum innskoti uppá 10 mió. kr., við tí endamáli at byggja og fíggja luta- og leiguíbúðir. Bæði í Tórs­havnar og Klaks­ víkar kommunum, í komm­ unum í Eysturoy og Suðuroy og aðrastaðni, eru ætlanir um bygging av luta- og leiguíbúðum. Samstundis er eisini áhugafeløg fyri ymisk­ um bólkum hjá fólki við serlig­ um tørvi, sum í áravís hava bíðað eftir hesi lóggávuni til at fara ígongd. Nú eru fyritreytirnar til staðar, við nýggja Húsa­ láns­­grunninum og aðrari neyðugari lóggávu. Áhugaðir partnarar tróta ikki, tvørtur­ ímóti standa tey í bíðirøð. Spennandi verður at síggja hvussu skjótt vit fara at síggja fyrstu úrslitini av nýggja bústaðarpolitikkinum. Kollveltandi bústaðarpolitiskt frambrot Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin LØGtingsvalið 2011 Løgtingsvalið 2011