Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113 16 Sosialurin Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Velja vit tað, vit altíð hava valt, fáa vit tað, vit altíð hava havt. Og tað hevur føroyska samfelagið ikki longur ráð til. Metalmøði? Í fyrstu formansrunduni á skíggjanum sóu vit nógvar menn, sum eftir óteljandi ár á tingi framvegis eru óførir at tosa um alt tað, teir skulu fremja. Hví hava teir ikki framt hetta fyrr? Tað er ikki tí, at teir ikki hava havt stundir til tess. Allir uttan Kári á Rógvi og Aksel Johannesen hava nemliga verið á tingi ella í landsstýrinum í útivið 14, 16,  ja heilt upp í 18 ár. Tá teir hava sitið á tingi í so nógv ár, er tað ikki longur so sannførandi at hoyra teir tosa um alt tað, sum teir skulu gera, um teir verða afturvaldir.   2 valskeið 2 valskeið er hóskandi tíð at sita á tingi í senn. So kunnu fólk fara út aftur í samfelagið í eitt valskeið, fyri síðani at koma innaftur í kampin. Á henda hátt fæst fjølbroyttari og breiðari politisk umboðan, og vit sleppa av við livibreyðspolitikarar, sum í valskeið eftir valskeið taka ein sess, tí hetta er eitt ómakaleyst embæti. Um regulin var, at hvørt umboðið sat í 2 valskeið, er góður møguleiki fyri, at eisini javnstøðan økist á tingi. Økt javnstøða á tingi er avgerandi fyri framtíðar politiskar raðfest­ingar, og harvið eisini fyri, hvussu fólkið fer at støðast í hesum landinum frameftir. Noyddir at venda gongdini – politisk framtíð í kallkyni? Kristianna Winther Poulsen valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum LØGtingsvalið 2011 Tað ber ikki til, at vanligar lønir bera vaksandi byrðar, meðan hundraðtals milli­ ónir fara ígjøgnum hol í kapitalskatting. Landsstýrið átti langt síðani at havt tipt holini. Tí málið er reist fleiri ferðir á tingi seinastu árini Henry T. Mellemgaard er ein maður, ið hevur uppi­ borið stóra virðing. Í eini vælskrivaðari grein, vísir hann á, at hundraðtals milli­ ónir í skatti av stórum kapital­ vinningi, fara fyri skeytið. Tí pengar verða fluttir ímillum partafeløg og holdingfeløg, so skattalógin ikki røkkur. Og eg veit, at Henry hevur gjørt sítt til at fáa hetta mál tikið í álvara í fleiri ár. Sjálvur havi eg fleiri ferðir reist hetta málið á tingi. Havi tosað við allar flokkar um at gera nakað við tað. Og setti longu í 2007 saman við tveimum øðrum tingmonnum ein skrivligan fyrispurning til Bárð Nielsen, ið tá var fíggjarmálaráðharri, um hetta mál. Hann hevði frammanundan broytt lógina, men hann afturvísti, at nakar trupulleiki var. (Tey, ið hava hug, kunnu lesa spurning og svar á hesi leinkju:) www. logting.fo/casewritten/view. gebs?sessionYear=2006&cas eWritten.id=155&menuChan ged=17"http://www.logting. fo/casewritten/view.gebs?ses sionYear=2006&caseWritten. id=155&menuChanged=17 Havi síðani spurt skiftandi fíggjarmálaráðharrar og eisini vent mær beinleiðis til Fíggjarmálaráðið at fáa greiði á spurninginum. Men onki er hent og trupulleikin ikki viðurkendur. Vónandi hevur Henry T. Mellemgaard nú fingið vent eygunum hjá øllum. Øll mugu verða samd um, at hesi hol mugu tippast sum skjótast. Og eg kann lova vegna Tjóðveldi, at vit vilja gera nakað við tað. Vit skulu hava eina rætt­ vísa skattaskipan. Tað kann ikki vera rætt, at tey, sum hava minst, skulu gjalda mesta skattin. Og tað kann ikki vera rætt, at tey, sum drena vinnuna fyri pengar, sleppa nógv lættari í skatti enn øll onnur. Vit mugu fáa rættvísi í skattaskipanina. Holini í kapital­ vinningskatting skulu tippast! Høgni Hoydal LØGtingsvalið 2011 Fyri fáum døgum síðani hoyrdu vit í fjølmiðlunum um áhuga­verda gransk­ing­ ar­­verkætlan innan bróst­ krabba. Umleið 150 nýggir til­ burðir av krabbameini verða stað­festir í Føroyum um árið, og enn lata tíverri fleiri føroyingar lív av krabbameini. Krabbamein er ein sjúka, ið flest allir føroyingar kenna til, og hóast kanningar vísa, at krabbameinstilburðirnir í Føroyum eru færri enn í hinum Norðanlondum, so doyggja tað hinvegin lutfalsliga fleiri føroyingar av krabbameini enn í granna­ londunum. Um vit sjálvi ikki hava verið rakt, so kenna vit altíð onkran, ið er raktur av hesi álvarsomu sjúku. Nakað kann tó gerast Fyrsta krabbameinsætlanin fyri Føroyar, sum varð løgd fram í oktober 2009, fevndi um ikki færri enn 58 ítøkilig tilmæli um at betra tey viðurskifti, sum innganga í eina sjúklingagongd um­ framt fyribyrging. Krabbameinsætlanin er ætlað at slóða fyri, at føroyska heilsuverkið kann gera meira fyri at tryggja krabbameinssjúklingum so góða viðgerð sum møguligt umframt at ráðgeva og stuðla sjúklingum og næstu av­varandi teirra, sum eis­ ini verða hart rakt, tá ið krabbamein verður staðfest í familjuni. Viljin at seta tiltøk í verk er til staðar. M.a. er gávan til Landssjúkrahúsið frá Tryggingini – ein nýggjur CT-skannari - prógv um, at eisini aðrir partar enn landskassin vilja gera nakað. Tí má okkara løgting ikki verða tað sum gerst ein forðing í hesum málinum. Eisini partar av ætlanini kunnu setast í verk, uttan at viðføra tyngjandi útreiðslur fyri landskassan. M.a. til­ mæli nr. 58 sum sigur: At sjúkrahúsverkið árliga setir av 400‐500.000 kr til at fyrireika og seta í gongd verkætlanir innan heilsugransking, íroknað krabbamein. Peng­ arnir skulu oyramerkjast til gransking. Granskingarnevndin (sí tilmæli 57) skal luta pengarnar út eftir neyvum leiðreglum. Tíðin er komin at gera tað vit kunnu fyri teir hundratals føroyingar og teirra avvarðandi, sum fáa vent upp og niður uppá lív sítt orsakað av krabba­ meinssjúkum. Tí bjóði eg meg fram sum løgtingslim, fyri at gera tað eg kann til tess at bøta um korini á krabb­ ameinsøkinum. Krabbamein – 150 fáa boðini árliga Aibritt á Plógv valevni Fólkafloksins LØGtingsvalið 2011 Sosialurin Nýggi Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 400,- um ársfjórðingin Nýggi Sosialurin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum, og fái blaðið borið út trýggjar ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Telefon: Teldupostur: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64