Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113 Sosialurin Ítróttur EB/Streymur - ÍF 1-0 (0-0) Bóltar: Hilmar Jan Hansen Tað var rein tilvild, at EB/Streymur fekk einasta málið í dystinum í gjár­kvøldið – ella rættari: Tað var hatta hepnið, sum altíð hevur tað við at krøkja seg í tey veruliga góðu liðini. Alex José dos Santos royndi kreftirnar við einum lang­skoti ímóti ÍF-málinum, men bólt­urin tók í ein fuglfirðing og endaði hjá Brian Olsen, sum frá brots­sparks­ blettinum kundi smekka flatt inn um stongina. Hetta var beint eftir hálv­leiks­ steðgin, tá Ransin Djurhuus annars floytaði dystin í gongd, hóast bara níggju ÍF-arar vóru komnir inn á vøllin! Tað var um reppið at geva EB/Streymi ein málkjans beinan­ vegin, men tað var altso í øðrum møgu­leika í seinna hálvleiki, at mál­ið í 1-0 sigrinum kom. Níggjundu ferð á rað vann EB/ Streymur ein landskappingardyst, og støðugu avrikini hava nú kastað so mikið av sær, at liðið fór fram um Víking og setti seg næstfremst, bara tvey stig aftan fyri oddaliðið, B36, og so hatta eina stigið framman fyri Víking. Jú, EB/Streymur sær út til at meina tað! Hjá EB/Streymi sótu Gert Hansen og Egil á Bø uttanfyri við karan­tenu og Pauli G. Hansen við skaða, men Sorin Anghel var so við aftur. ÍF mátti vera Bartal Eliasen fyriuttan, tí hann hevði karantenu, og so er Christ Muomaife aftur so mikið skaddur, at hann í gjárkvøldið ikki kom upp á dómaraseðilin. ÍF fær ikki mál Samanumtikið var dysturin rætt­ iliga javnur, men fyrstu trý korter­ini høvdu sundalagsmenn kanska eina lítla yvirvág, uttan at kortini teir nógvu málkjansirnir vóru. ÍF átti í grundini tann størsta longu í allar­ fyrsta álopinum, tá gott uppspæl við hælsparki og øllum endaði við, at Dánjal á Lakjuni smekkaði til og noyddi René Tórgarð at toyggja seg og jústa bóltin uppum. Sum nevnt, fekk EB/Streymur mál beinanvegin í seinna hálvleiki og kundi økt stutt eftir, tá Arnbjørn T. Hansen eftir hornaspark í høgru skallaði á yvirliggjaran. Haraftrat slapp Santos ta einu ferðina púra leysur ímóti málinum, men Jákup Mikkelsen fekk meistarliga vart fyri. Annars var ÍF væl við eftir steðgin, men tað bleiv bara næstan… ÍF hevur havt sínar trupulleikar at drigist við tað mesta av hesum kappingini, og hesir spøktu aftur í gjárkvøldið, tá ÍF avgjørt hevði kjansir til okkurt mál, men bara ikki fekk tað. Óræddir herjaðu fugl­firð­ingar á og satsaðu alt ímóti end­anum, so teir skiftu álops­spæl­ arar inn fyri teir í verjuni, sum bara taldi tríggjar mans síðsta partin av dystinum. Bestu møguleikarnar áttu Frank Poulsen, sum frá fimmmetrinum skjeyt út um aftaru stong, og Bogi Løkin, sum langt inn í yvirtíðina úr júst somu støðu tveitti seg fram eftir innleggi frá Dánjali, sum hann skallaði út um aftaru stong. So kjansirnir koma, men skarp­rætt­ aran eiga teir bara ikki í ÍF – í øllum førum ikki altíð. hilmarjan@sosialurin.fo Tættari í toppinum Fótbóltur Níggjundi sigurin á rað í Vodafonedeildini sker tað út í papp, at EB/Streymur meinar tað í fullum álvara og blandar seg upp í FM-stríðið við fullari ferð. ÍF tapti, men hevði annars einki at skammast yvir við Margáir í gjárkvøldið Hilmar Jan Hansen Kvinnurnar hjá Stjørnuni vóru í einari styrkiroynd á útivølli fyri viku síðani, tá tær taptu við einum máli í Vági, men hesa ferð skulu tær á heimavølli taka ímóti føroyameistarunum í Neist­anum, sum í sínum fyrsta dysti vann á StÍF við 24 mál­um! Her kann tí væntast ein ábending um, hvussu liðini í veruleikanum eru fyri. Tað sama er sjálvandi eisini galdandi fyri hin kvinnudystin, sum verður á Hálsi í Havn, har Kyndil tekur ímóti VB. Kyndil spældi javnt í Vestmanna og VB vann, sum sagt, við einum máli á Stjørnuni, so onkrar ábendingar liggja eftir, tá hesin dyst­urin er liðugur. Í Atlantic Airways-kapp­ing­ ini hjá monnum er kanska ikki talan um styrkiroyndir upp á sama máta, tí á pappírinum er dyst­urin í Hoyvíkshøllini mill­um H71 og Neistan neyvan ein, ið verður púra javnur og spenn­andi, og helst er tað sama neyvan heldur væntandi av dyst­inum á Hálsi millum Kyndil og KÍF. Neistin og KÍF vunnu bæði sínar fyrstu dystir, og skuldu verið greiðir favo­ rittar at gera tað aftur hesa ferð. hilmarjan@sosialurin.fo Styrkiroynd í Sunset Hondbóltur Mest áhugaverdi hondbóltsdysturin um vikuskiftið er tann í Klaksvík, har Stjørnan tekur ímóti Neistanum, tí hann kann vísa, hvussu sterk liðini eru Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Um vikuskiftið verður fyrsta Grand Prix-kappingin í bad­ minton í vetur spæld á Kambs­ dali, og fevnir hon um U-11, U-13, U-15, U-17, U-19 og vaksin, umframt at hvør aldursbólkur nú er deildur upp í styrkibólkar, so eitt nú gentur og dreingir kunnu enda í somu bólkum og spæla ímóti hvørjumøðrum. Fyrsta kappingin, ið nevn­ist Kambsdal Open 2011, er skipað soleiðis, at teir yngru aldurs­ bólkarnir spæla í morgin og tey vaksnu sunnu­dagin. Hetta er broyting í mun til undanfarin ár, men gevur so teimum frægastu í U-15, U-17 og U-19 møgu­leika at bjóða teimum vaksnu av sunnudagin. Ein fyribils skrá sigur, at í morgin byrjar U-11 klokkan 9, U-13 klokkan 12, U-15 klokkan 14 og so byrja U-17 og U-19 klokk­ an 16. Fyrireikararnir siga, at best hevði verið, um spæl­ arar kundu møtt í minsta lagi ein hálvan tíma, áðrenn teir eru settir at spæla sín fyrsta dyst. Trý tey fremstu í hvørj­ um aldurs- og styrkibólki fáa heiðurs­merki. Badminton aftur í gongd Hilmar Jan Hansen – Vit vilja fegin fáa at vita frá polit­ isku flokkunum, hvat teir halda um føroyska ítróttararbeiðið í breið­ astu merking. Her meina vit bæði við tað, sum longu er í gongd, og tað, sum ætlanir eru um at fáa í gongd, bæði av stórum og smáum. Melda politisku flokkarnar út, hvønn ítróttar­politikk teir hava, verður tað kanska lættari hjá ítróttar­áhug­ aðum veljarum at seta krossin á løg­tingsvalinum um ein mánað. Tað sigur ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, nú Ítróttarsambandið hevur vent sær til politisku flokk­ arnar og biðið teir greiða frá, hvørjar hugsjónir teir hava í sambandi við ítrótt í Føroyum. So hvørt sum flokkarnir svara, kemur tað at standa á heimasíðuni isf.fo, so fólk kunnu síggja, hvat flokkarnir meina. – Tað hevur ikki so nógv at siga, um tað er ein heilur flokkur ella einstaklingar í einum flokki, sum koma við einum svari, men vit taka bara eitt svar frá hvørjum flokki, sigur Petur Elias Petersen, ið sigur hugskotið vera komið úr Danmark og Norra, har tey hava roynt nakað líknandi við góðum úrsliti. – Tú kanst siga, at vit við hes­um geva politisku flokkunum ein eyka pall at standa á, tá teir skulu fortelja velj­arunum, hvørjar ítróttar­polit­ iskar ætlanir, teir hava. Tað, sum ÍSF hevur biðið flokk­ arnar sagt meira um, er eitt nú, hvussu politikararnir vilja stuðla úrvalsítrótti, breiddarítrótti og ítrótti í umboðan og marknaðar­ før­ing av Føroyum úti og heima, og eisini verður spurt, hvønn týdn­ ing altjóða ítróttartiltøk í Før­oy­um hava. Somuleiðis verða politikar­ar­ nir spurdir, hvørji ítróttarverkløg, teir eru sinnaðir at byggja, og hvussu teir vilja lætta um fíggjarligu kor­ini hjá bæði sersambondunum og ein­støku feløgunum. hilmarjan@sosialurin.fo Ítróttur Fyri at gera tað lættari hjá veljarum við ítróttaráhuga at seta krossin, hevur ÍSF heitt á politisku flokkarnar um at melda út, hvat teir vilja við ítróttinum og hvønn ítróttarpolitikk teir hava Ítrótturin í løgtinginum Savnsmynd: Álvur Haraldsen Sunset-kappingin 02/10 14.30 Kyndil - VB 02/10 15.00 Stjørnan - Neistin Atlantic Airways 02/10 16.00 H71 - Neistin 02/10 17.30 Kyndil - KÍF