Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113 18 Sosialurin Ítróttur Eftir at hava verið undir trýsti so at siga alt kappingarárið, so er møguleiki hjá KÍ í morgin at taka risafet móti bjargingini, um tað fyri fyrstu ferð í ár eydn­ast at vinna fulla úrtøku í tveim­um heimadystum á rað. Tá ið KÍ seinnapartin í morgin fær vitjan av B68, so verð­ur tað 11. ferðin í ár, at KÍ eigur heimavøll, og higartil hev­ur tað bara eydnast at vinna tríggjar ferðir. Fyrsti sigur­in var, tá ið B68 vitjaði í 2. um­fari, og úrslitið var 3-1. Tað er tunnilsdagur og har­ við verður tað frítt at koyra í morgin. Ofta hevur tað víst seg, at heimaliðið stendur seg illa, tá ið okkurt serligt er á skránni í Klaksvík. KÍ spældi við yvirskoti og sjálvsáliti sunnu­dagin, tá ið NSÍ varð sent til hús við 5-1 tapi, og álops­bogin hjá KÍ verður eisini spent­ur í morgin. – Móti NSÍ hilnaðist tað væl, tá ið vit ongantíð góvu teim­ um frið, men fóru alla tíðina eftir teimum, um tað so var aftarlaga hjá teimum, og vit fara at royna sama konseptið ímóti B68, verður sagt úr KÍ leguni. Einasta broyting hjá KÍ er, at Sørmundur Kalsø er við aftur í miðverjuni eftir leikbann. B68 hevur 26, og KÍ hevur 25 stig, og full úrtøka letur vinnaranum upp stórar møgu­ leikar longu nú at tryggja sær sessin í fremstu røð. – Vit vóru tiknir av bóli, tá ið KÍ í 2. umfari var rættuliga ágangandi og vann 3-1. Nú eru vit betri fyrireikaðir upp á ta støðuna, men vit hava sjálvandi stóra virðing fyri teimum bláu, sigur Bill Jacobsen, sum er upp­ vaksin í KÍ og tískil kennir væl til KÍ og menningina har. Sum vit søgdu mikudagin, so verða fleiri teirra, sum fyrr í summar mannaðu fremstu B68 plássini, ikki við í morg­in, tá ið B68 álopið verður mann­ að av nýggjum. Umframt Keita og Camara, sum eru skadd­ir og Óla Olsen, sum er burtur­staddur, so er eisini mið­vall­arin Remi Langgaard burtur­staddur. André Olsen er tøkur aftur eftir leikbann. Kristian Anton Andreasen og ung­linga­spælararnir Haraldur R. Kjeld og Bjarki Johannesen eru møguligir álopsspælarar sam­an við brøðrunum Jónleif og Dánjal Paula Højgaard, sum báð­ir eru sera skjótir og hava mann­að høgra borð higartil í ár. joannes@sosialurin.fo Tað er langt millum sigrarnar Fótbóltur Klaksvíkingar síggja ljóst upp á tað, hóast tað higartil í ár ikki er komið fyri, at KÍ hevur vunnið tveir heimasigrar á rað Vodafonedeildin upptakt Lagt til rættis: Jonhard Hammer og Jóannes Hansen Hesa ársins tíðina plagar tað at vera spennandi í og kring HB. Soleiðis er tað eisini í ár, men meðan spenningurin plagar at snúgva seg um, um tað skal eydnast HB at vinna FM, so snýr spenningurin í ár seg um, um tað skal eydnast HB at sleppa undan niðurflyting ella ikki. – Tá ið vit eru triði niðast og sunnudagin skulu spæla ímóti 07 Vestur, sum er næstaftast, so kunnu vit ikki renna undan, at vit eru í vanda fyri at flyta niður, staðfestir Jan Otto Holm, sum á triðja ári er formaður í Havnar Fótbóltur, sum rekur besta HB liðið. – Tvey tey undanfarnu árini hava verið hugalig. Vit hava vunnið FM, og vit hava havt marginalirnar við okkum. Í ár hevur tað gingið av skriðuni, hóast spælararnir ein fyri ein heilt víst eru betri enn til niður­ flyting. Men liðið hevur ikki riggað, og vit hava ikki havt marginalirnar við okkum, hvørki í málmøguleikum ella viðvíkjandi skaðum. Formaðurin heldur, at tað ber ikki til at lúgva seg burturfrá, at við­setingin ikki hevur verið nóg góð. Longu í fjør var ætlanin at seta ungt fólk við, men tað eydn­aðist ikki, og so varð spælt við roynd­um spælarum. Í ár varð miðj­að eftir at spæla fleiri ungar menn inn á liðið, og hann ásannar, at niður­ flytingin als ikki var eitt tema undan kappingarbyrjan. Men fyri­ treyt­irnar hava ikki verið góðar, tí tað er altíð lættari at spæla ungar menn inn á eitt lið, sum hevur undan­vind. – Í vánaligu gongdini er tað ein glotti, at einir seks ungir spælarar hava ment seg, men tað verður alt annað enn gott, um tað ikki eydnast at varðveita plássið í deildini, og júst her og nú telur bjargingin meiri enn nakað annað. Vit fegnast um góða potentialið í teimum ungu, men tá ið plássið í fremstu røð skal bjargast, so hugsa vit ikki, um tað eru teir yngru ella aðrir, ið spæla. Hvussu kennist tað í felagnum, at gongdin hevur verið merkisverd vánalig? – Fólk eru ørkymlað, og sjálvs­ álitið fær eitt skot fyri bógvin. Men tað er hugaligt bæði hjá leiðslu og liðnum at kenna, at áskoðararnir bakka okkum upp. Serliga síðani summarsteðgin hevur stuðulin verið góður. Eitt nú vóru eini hálvt­ annað hundrað og stuðlaðu í Klaks­ vík, og í heimadystunum ímóti EB/ Streymi og Víkingi hevur tað sæð gott út. Tað er langt millum HB tap av tí støddini og avrik av tí slagnum, sum HB vísti í Fuglafirði. Síðsta ferðin, at HB tapti við seks málum var í 2006, tá ið B36 vann 6-0. Jan Otto Holm var í Fuglafirði, og hann roknar avgjørt við nógv betri hugburði og avriki sunnudagin: – Hatta var ófatuliga vánaligt og óveruligt. Um nakar glotti skal finn­ast, so er hann, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Um hugburðurin og inn­ satsurin høvdu verið í lagi, so hevði tað verið uppaftur verri, um úrslitið var soleiðis. Nú vita allir, at hugburðurin var vánaligur, og at persónlig mistøk á grundstøði vóru orsøk til flestu av málunum. Eg eri púra vísur í, at hetta fer ikki at endurtaka seg móti 07 Vestur, men vit fara at síggja HB liðið í heilt øðrvísi útgávu. Vit hava stutt sagt ryggin ímóti múrinum, og tað eigur at síggjast, at vit øll eru tilvitað um tað. Hjá HB eru allir spælararnir tøkir. Hjá 07 Vestur er Kristian Joensen burturstaddur, og í hansara stað verður Hans Jørgensen í mál­inum. Eli Falkvard Nielsen er leik­bann­ aður. Tíggju tær seinastu ferðirnar er 07 Vestur farið av vøllinum uttan, at tað hevur eydnast at vinna fulla úrtøku. Um tað sunnudagin ikki eydnast, so verður støðan vánalig undan trimum teimum seinastu um­førunum, tá ið mótstøðuliðini verða B36 (h), B68 (h) og ÍF (ú). joannes@sosialurin.fo Halda seg vera ov góðar at flyta niður Fótbóltur Men formaðurin í Havnar Fótbólti ásannar, at soleiðis sum støðan nú er vorðín, so er tað reellur møguleiki fyri, at tað kann koma fyri, sum als eingin undan kappingarbyrjan ímyndaði sær bar til Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen