Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 30. september 2011 · Nr. 113 Sosialurin Ítróttur B36 er topplið, og B71 er botnlið. Seinnapartin leygardagin verð­ ur møguleiki í Gundadali at síggja, hvussu stórur mun­ur tað er á toppliðnum og botn­ lið­num. Síðani eftir 7. umfar hava sandoyingar verið á aft­asta plássinum, og tað er longu greitt, at B71 næsta kapp­ingar­ ár skal spæla í næstbestu deild­ ini. B36 hevur síðani eftir 5. umfar verið fremst og har­við favorittur at vinna meistara­ heitið. Eftir 2-1 heimatapið ímóti EB/Streymi, og eftir at EB/ Streymur í gjárkvøldið vann fulla úrtøku ímóti ÍF, er mun­ urin frá B36 og aftur til EB/ Streym tódnaður til tvey stig. So lítil hevur B36 leiðslan ikki verið síðani eftir 18. umfar, tá ið Víkingur bara var eitt stig aftanfyri B36. – Lagið er gott í hópinum, og tað er framvegis kapping um plássini. Vit fara við eyðmýkt undir hesa uppgávuna, og um vit vísa rætta hugburðin og har­við stríðast og spæla fyri søk­ini, so vita vit, at tað ber okk­um til at vinna, verður sagt úr B36 leguni. Allir teir B71 spælararnir, sum sunnudagin vóru við til at tapa 3-0 á heimavølli ímóti Víkingi, eru tøkir hesa ferð. Tað hava verið rættuliga fáar broytingar í B36 verjuni higartil, men hesa ferð verður øðrvísi. Vinstri vongverjin Símun Joensen er leikbannaður eftir útvísingina ímóti EB/ Streymi, og miðverjin Odmar Færø er farin til Skotlands at lesa. Tað er rættuliga sannlíkt, at Kenneth Jacobsen verður avloysari í vinstra borði, og at onkur av teimum, sum kappast um plássini á miðvøllinum, verður fluttur aftur í mið­verj­ una – Klæmint Matras, Atli Danielsen ella Súni Olsen. Álopsspælarin Mahmud Suleiman hevur leingi verið plág­aður av skaða í fótinum. Nú er hann tøkur aftur. Tá ið B71 í 2. umfari vitjaði í Gundadali, var úrslitið 4-1 til heimaliðið. Toppur og botnur í Gundadali Fótbóltur Sjálvsálitið í B36 er stórt, hóast kappingar­neytarnir nú eru nærri, enn teir leingi hava verið Vodafonedeildin upptakt Lagt til rættis: Jonhard Hammer og Jóannes Hansen Í gjárkvøldið vann EB/Streymur 1-0 á heimavølli ímóti ÍF, og sunnu­ dagin fáa fuglfirðingar møguleika á heimavølli at siga takk fyri seinast. Nigerianski álopsspælarin Chris Muomaife hevur verið nógv skaða­ plágaður, og tá ið hann hevur verið á vøll­inum, hevur hann verið sann­ ur fongur hjá ÍF. Tað sæst aftur í, at ÍF bara hevur tapt ein av níggju landskappingardystum, sum Chris hevur verið við í, og í at Chris skoraði seks mál í teimum trimum dyst­unum, sum undan vitjanini í Streym­nesi bóru níggju stig við sær. Hóskvøldið var stórur saknur í álopsspælaranum við Margáir. Tað er greitt, at Chris orsaka av skaða ikki verður við sunnudagin, og tað er rættuliga ivasamt, hvussu nógv hann verður førur fyri at spæla aftrat í ár. Bartal Eliasen var leikbannaður í gjárkvøldið. Hann verður við aftur sunnudagin. Hjá EB/Streymi vóru Gert Hansen og Egil á Bø leikbannaðir í gjár­kvøldið. Teir vera báðir tøkir aftur sunnudagin. Alex José dos Santos sá gult fyri fimtu ferð í gjár­kvøldið. Tí verður hann leik­ bannaður sunnudagin. Pauli G. Hansen var ikki við í gjár orsaka av skaða. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. Tá ið EB/Streymur í 2. umfari vitjaði í Fuglafirði var eingin ivi. Sunda­lagsmenn fóru til hús við 4-0 sigri! joannes@sosialurin.fo Chris er ikki førur fyri at spæla Fótbóltur ÍF toppskjúttin verður ikki førur fyri at spæla næstu vikurnar, og hjá EB/Streymi verða fleiri broytingar Sunnudagin verður oyggjauppgerð og grannauppgerð í Sarpugerði, tá ið NSÍ kemur at vitja Víking. Fyrr í summar var NSÍ við í telv­ ingini um oddasessin, men soltna úrtøkan síðani í juni mánað hev­ ur borið við sær, at NSÍ ikki hevur møguleika at blanda seg í kapp­ ingina um heiðursmerkini. Tá ið NSÍ í 2007 við Jógvani Martin Olsen við róðrið vann FM fyri fyrstu ferð, var úrtøkan 61 stig. Tað er hægsta stigatalið, sum nakað felag higartil hevur vunnið. NSÍ metið frá fyri fýra árum síðani stendur fyri falli. Fýra umfør undan kappingarenda hava B36 og EB/Streymur ávikavíst 55 og 53 stig, og tað er eisini møguleiki fyri, at Víkingur skal røkka magiska tal­ inum, sum Víkinga venjarin í 2007 var við til at røkka saman við lið­ num, sum hesa ferð vitjar í Gøtu. At tað ikki bara hevur gingið væl hjá Víkingi, men eisini hjá B36 og EB/Streymi ber við sær, at í løtuni liggur tað til, at Víkingur skal vinna bronsukrónurnar. Tað kann tó broyt­ast, um tað eydnast Víkingi at vinna á NSÍ og so at vinna á EB/ Streymi á útivølli í 25. umfari. Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir. Tað ber við sær, at tað er kapping um plássini. Í stórsigrinum á 07 Vestur fyri einari viku síðani vóru ungu menninir Kaj Leo í Bartalsstovu og Páll Klettskarð millum teir fyrstu ellivu. Teir stóðu seg væl, og tí hevur Jógvan Martin Olsen positivan trupulleika at taka støðu til. Tá ið NSÍ tapti 5-1 í Klaksvík vóru fleiri umskipingar gjørdar sammett við undanfarnu umførini, og undir dystinum varð aftur umskipað. Heðin á Lakjuni var ikki við í Klaksvík. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. joannes@sosialurin.fo Víkingur setir met Fótbóltur Samansetta liðið hevur kós ímóti størri úrtøku enn nakrantíð áður, og í hvussu so er silvurkrónurnar eru framvegis í ljósmála Mynd: Álvur Haraldsen nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 23 17 4 2 53 22 31 55 2 EB/Streymur 23 17 2 4 58 27 31 53 3 Víkingur 23 16 4 3 50 25 25 52 4 NSÍ 23 8 8 7 50 42 8 32 5 B68 23 7 5 11 37 36 1 26 6 ÍF 23 7 4 12 34 36 -2 25 7 KÍ 23 7 4 12 38 42 -4 25 8 HB 23 6 5 12 38 47 -9 23 9 07 Vestur 23 5 6 12 25 56 -31 21 10 B71 23 3 2 18 23 73 -50 11 Vodafonedeildin Vodafonedeildin 01/10 15.00 . . . . . . . B36 - B71 01/10 17.00 . . . . . . . KÍ - B68 02/10 15.00 . . . . . . . HB - 07 Vestur 02/10 15.00 . . . . . . . ÍF - EB/Streymur 02/10 15.00 . . . . . . . Víkingur - NSÍ