Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 113 · 30. september 2011 4 VIKUSKIFTI Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað var ein sangleikur á Strondum fyri góðum 20 árum síðani, sum av fyrstan tíð flutti Elis Poulsen frá at verða plátuvendari í Útvarpinum til at gera innsløg og at práta við fólk. Elis hevði í oktober í 1989 fingið fótin inn um í Útvarpinum. Hann gjørdi eina leygarkvøldssending, har hann spældi blandaðan tónleik, og nakað seinni var brúk fyri honum til at dekka ein sangleik á Strondum. – Eingin var at fara til Strendur, og tí spurdi Jógvan Arge, sum tá var pro­ gramleiðari, meg, um eg ikki kundi fara og gera eitt innslag um leikin. Eg ivaðist eitt sindur, men fór so avstað. Tað bleiv so til eitt innslag í mínari sending, og har byrjaði útvarpsarbeiðið hjá mær av álvara, sigur Elis Poulsen. Seinni gjørdist hann feriuavloysari á lurtarasendingini Lurtararnir og vit, og síðani hevur hann ikki verið til at steðga. Hann hevur gjørt vælumtóktar send­ingar sum Máltráðin, Á Tónatingi, Frí­vaktina, Millum Fjals og Fjøru, Hvat nú?, Upp Á Tá og aðrar. Hann hev­ur eisini verið íðin at dekka summar­ stevnur, og hann hevur verið fastur reportari á ólavsøku í nógv ár. Duga at fóta sær Ein felagsnevnari fyri sendingarnar hjá Elis Poulsen hevur verið, at hann hevur havt nógv og tætt samband við lurtararnar hjá sær. Hann hevur tos­ að við fólk, sum hava ringt inn til Útvarpið, og hann hevur ferðast land og ríki runt við mikrofonini. – Mær hevur altíð dámat væl at tosa við fólk, so hetta hevur passað mær sera væl. Men tá ið tú hevur eina sending sum Máltráðin, har fólk ringja inn, so skalt tú eisini duga at lofta tær, tí fólk kunnu tosa um bæði eitt og annað. Eina­ferð ringdi ein maður inn og fortaldi mær, at konan hjá honum júst var deyð. Tá ræður um at duga at fóta sær, men eg havi verið í so nógv vási, so eg haldi meg hava dugað væl at takla óvæntaðar støður, sigur Elis Poulsen. – Eg var helst tann fyrsti at lata menn­ingartarnað fólk ringja inn til Útvarpið, og eg eri ógvuliga glaður fyri, at tey eisini eru sloppin at tosa í Út­varp­inum. Tey skulu eisini hava ein møgu­leika at luttaka í samfelagnum og í mið­lunum. Kreppan var krevjandi Í truplu krepputíðunum í Føroyum í 1990’unum royndi Elis veruliga at verða ein positiv rødd í miðlalandslagnum. – Øll tíðindi vóru negativ, tí tað gekk so illa í Føroyum. Fyritøkur fóru á heysin, fólk mistu arbeiði, og nógv høvdu tað ógvuliga strævið fíggjarliga og menniskjaliga. Tá royndi eg veruliga at geva fólk ein góðan og positivan tíma gerandismorgnar. Eg royndi at lúka tað negativa burtur og fokusera uppá tað posi­tiva. Hetta var ein sera strævin tíð, men eg fekk at vita, at fólk vóru Í meira enn 20 ár hevur hann verið ein profilur í føroyska miðlaheiminum. Hann er maðurin, sum tosar við høg og lág á bygd og bý, spælir norðurlendskan dansibandstónleik og altíð er í góðum lag. Vit hava hitt Elis Poulsen til eitt prát um útvarpsarbeiði, um at verða í góðum lag, og um tá hann fekk ein undir vangan Eg havi ongantíð morgun- gron Elis Poulsen og Christer Sjøgren, sum vitjaði í Føroyum farna vikuskiftið