Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-30, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 113 · 30. september 2011 5 VIKUSKIFTI glað fyri at hava eina positiva løtu í Útvarp­inum. – Men at eg royndi at verða glaður og positivur í útvarpinum hevði við sær, at fólk eisini ringdu til mín privat. Eg minnist eina familju, har mamman ringdi, tí dóttirin hevði mist arbeiði, og innanfyri stutta tíð høvdu eisini hon og maðurin mist arbeiði. Tað vóru nógvar samtalur um kvøldarnar og eisini um náttina onkuntíð, og tað gekk eitt sindur út yvir privatlívið, greiðir Elis frá. Hóast hann hevur verið almennur persónur í nógv ár, og nógv fólk kenna hann frá miðlaarbeiðnum, so hevur hann fyri tað allarmesta bert havt góðar upplivingar av at hitta fólk uttan fyri arbeiðstíð. – Okkurt keðiligt hevur verið, men tað er blivið burtur í øllum tí positiva, eg havi upplivað. Eg minnist í grundini bert eina keðiliga hending. Tað var í SMS einaferð, har ein maður gav mær ein flatan undir vangan orsaka av onkr­ um í útvarpinum. Men annars havi eg næstan bara upplivað blíð og fyri­ komandi fólk, og tað hevur verið framúr at vitja kring landið í útvarpsarbeiði, tí eg havi fingið sera góða móttøku alla­ staðni, sigur Elis Poulsen. Eingin morgungron Elis Poulsen er kendur sum tann glaði útvarpsmaðurin, sum altíð roynir at finna okkurt positivt við tí, hann fæst við. Tónin er lættur og frískur, og hóast hann hevur verið útvarpsmaður í meira enn 20 ár, er hann framvegis kendur sum tann positivi verturin og report­ arin. – Tað liggur eitt sindur til familjuna at verða í góðum lag. Mamma mín var altíð positiv, og eg kenni ikki sjálvur til at hava morgungron. Eg eri glaður fyri hvønn dag, eg vakni, og hóast veðr­ ið ikki altíð er tað besta, so takki eg Gudi fyri hvønn dag, eg fái, sigur Elis Poulsen. Fólk hava stundum spurt hann, hvussu hann kann ljóða so positivur, hóast hann sjálvur eisini hevur havt tað tungt. Millum annað var dóttir hansara álvarsliga sjúk í fleiri ár. – Tað var sjálvsagt hart fyri okkum, tí í grundini fingu vit deyðadómin hand­aðan, men dóttirin var lívsglað og hevði mót, og tað gjørdi tað eisini møgu­ligt hjá mær at verða positivur í mín­um arbeiði. Eg rokni við, at tað hevði bara gjørt ilt verri, um eg hevði mist mótið og gjørdist keddur. Dóttirin fekk góða viðgerð, og nú er hon frísk og hev­ur tað gott, sigur Elis. Fær fólk at dansa Elis Poulsen er kendur bæði heima og burturi fyri sínar sendingar við norður­lendskum dansibandstónleiki. Í løtuni eitur sendingin hjá honum Upp Á Tá, men aðrar sendingar hava verið ígjøgnum árini. Dansibandstónleikurin er nakað, sum Elis veruliga brennir fyri. – Lættur norðurlendskur dansi­ bands­tónleikur fær fólk í gott lag, og hann fær fólk at dansa. Og at dansa er ítróttur og fimleikur. Tað er gott fyri kropp­in og fyri sinnið at dansa, og eg frætti nógv frá fólki kring landið, sum taka seg saman at dansa, tá ið Upp Á Tá er í luftini. Fólk dansa heima, og nú hittast fólk eisini í bygdarhúsum til dans, sigur Elis Poulsen. – Dansur hevur fyrr verið saman­ tvinnaður við full fólk, men soleiðis er als ikki longur. Tað er stórur munur á, hvussu fólk eru fyri, tá ið tey dansa nú á døgum og fyrr. Ein stórur partur kemur í dans fyri dansin skyld, fyri at hugna sær, og ikki fyri at drekka seg full, sigur Elis Poulsen. Farna vikuskiftið vitjaði kongurin innan dansibandstónleik. Christer Sjøgren í Føroyum, og Elis Poulsen fegn­ast um, at tað bar til at fáa hann til Føroya at syngja. – Seinnu árini hava nógvir norður­ lendskir dansibólkar vitjað í Føroyum, og nú umsíðir kom tann størsti innan fyri hesa sjangruna til Føroya. Tað var eitt stór uppliving fyri mong, sigur Elis Poulsen. Eftir meira enn 20 ár í útvarpinum, er hann framvegis hugaligur í arbeiðnum og hevur hug at halda fram. – Dansibandssendingarnar kann eg í øllum førum gera inn í aldurdómin, sigur hann við einum smíli. – Mær hevur altíð dámt væl at tosa við fólk, so hetta hevur passað mær sera væl. Men tá ið tú hevur eina sending sum Máltráðin, har fólk ringja inn, so skalt tú eisini duga at lofta tær, tí fólk kunnu tosa um bæði eitt og annað. Einaferð ringdi ein maður inn og fortaldi mær, at konan hjá honum júst var deyð, sigur Elis Poulsen myndir: Álvur Haraldsen