fríggjadagur 30. september 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 30. september 2011
7
VIKUSKIFTI
Okkum føroyingum dámar so
øgiliga væl danskar ósiðir, at vit
yvirtaka teir allar uttan nakra
politiska viðgerð frammanundan
ella aftaná. Uttan obligatoriska
goragangin um ríkisrættarligt
støðuloysi og kúgan og 1946 og
serstaka tjóð og ikki galdandi
grundlóg og stjórnarskipan við
dubiøsum formæli.
So nú eru føroyingar farnir at
lata hundarnar í. Tíkar í ljósa
reytt, pink, og hundar í blátt ella
neongrønt.
Tað er djórapínsla. Hundar, ja,
eingi djór, eiga at vera í klæðum.
Tað er sjúkligt. Harafturat eru
hesir jakkar ella frakkar ella
troyggjur ella bodystockings,
hvat hundin, tað so er, sum fólk
noyða sínar neyðars hundar
í, so ljót, at fólk flenna eftir
hundunum. Og so fáa hundarnir
minnilutakenslur, og so fara
teir at bíta fólk, og so verða teir
skotnir, áðrenn teir fáa eina
terapitíð hjá hundapsykologinum.
Men, eg veit, eg veit, at í
Danmark lata tey hundarnar í.
Og tað er eisini burturvið, hóast
har er nógv kaldari enn her hjá
okkum um veturin. Í Danmark
lata tey hundarnar í, og so gera
vit tað sjálvandi eisini her í Før
oyum. Sá tveir ílatnar hundar
uttan fyri ein handil herfyri.
Vit lata klæði til børn og
vaksin eystan fyri tærda tjaldið,
tí har liva fólk í ringastu armóð
eftir fall kommunismunnar, so
tey hava heldur ikki ráð at lata
hundarnar í. Bara vit ikki eisini
fara at savna klæði til hundarnar
eystanfyri, tí teirra lív er eisini
eitt hundans hundalív.
Vit eru annars so góð við
okkara hundar. Teir sleppa at
ganga og renna og goyggja leysir,
hóast kravið er, at teir eru tjóð
raðir.
Hundar eru ikki bara hundar.
Bæði lógir og kunngerðir eru
um hundar, nógvar paragraffir,
treytir og krøv.
Hundabrævið frá 1350 er elst,
og so norska lóg frá 1687. Hon er
hundaóð:
»Fanger mand Skade af anden
Mands Hors, eller Nød, eller
noget andet Fæ, eller Hund, som
gaar løs, og den, som Skaden fik,
ikke selv foraarsagede det, da
skal den, som Fæet, eller Hunden,
ejer, give Badskerløn. End fanger
hand Lyde deraf, da bøde den, der
Fæet, eller Hunden, ejer, Lyden
efter Sagens Beskaffenhed. En
Hund, som haver giort saadan
Skade, og haver Vane dertil, skal
af Ejermanden selv ødelæggis;
Hvis det ej skeer, da være hand
forfalden til højere Bøder, naar
Hunden atter giør Skade; Og
være en hver frit for at ihielskyde
Hunden, hvor den findes.«
Eingin revsing er tó fyri at lata
hund í. Hon er heldur ikki komin
eftir 1687, hvørki í danskari ella
føroyskari lóg.
Hundurin er okkara besti og
trúfastasti, hjá nógvum einasti,
vinur, so hann hevur ikki slíka
háðan uppiborna at verða ílatin
sum eitt smábarn.
Hvar er Djóraverndarfelagið?
Í grind.
Og so eitt afturat. Eftir at
fjarstýrarin hevði gjørt seks
ella sjey stikl steðgaði eg á
NRK 2 sum so ofta, tí hetta er
ein frálík rás. Har var filmurin
um konsertferðina í Íslandi hjá
heimsins keðiligasta poppbólki,
Sigurrós.
Myndirnar eru frálíkar ferða
vinnureklamuglansmyndir, men
vælverustovumusakkurin hjá
Sigurrós oyðileggur tær.
So var bara eitt at gera,
sløkkja ljóðið og njóta myndirnar
til eisini tær gjørdust keðiligar, tó
ikki so keðiligar sum tónleikurin.
Hvør lovaði annars hundinum
út naknum?
Umafturafturum
høgni djurhuus
Eyðstein Jacobsen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Hvat fekk teg at keypa Træsmiðjuna?
Tað er mítt gamla lærupláss og dreymurin at
kunna veita eina heildarloysn til kundan
Er hetta er tung vinna at starvast í í løtuni?
Eri lættur av lyndi og hvør tíð hevur sína avbjóðing
Hvat er tað besta við starvinum?
At síggja okkara væl nøgdu kundar og at hvør
morgun hevur eina nýggja avbjóðing
Hvat er minni gott?
Er lívið ikki gott
Hvussu heldur tú teg í form?
Royni at spæla fótbólt tá ið tíð er til tess
Íðkar ella hevur tú íðkað ítrótt?
Havi spælt fótbólt frá barnsbarni
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ja, um Suðuroyarfjørð
Tá tú ferðast uttanlands, er tú til sól
á strondini ella til aktiva feriu?
Eitt sindur av hvørjum
Hvat er tín lívrættur?
Eitt gott føroyskt lambstjógv
Hvørji frítíðarítriv hevur tú?
Manchester United
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Peter Pedal & Rasmus Klump hjá soninum
Verður tú framvegis í
snikkaravinnuni um tíggju ár?
Ja um eg havi lív & heilsu
Hvør morgun
hevur eina
nýggja avbjóðing
Eyðstein Jacobsen hevur júst keypt sítt gamla
lærupláss og er tí vorðin stjóri í Træsmiðjan.
fo. Eitt gott føroyskt lambstjógv er hansara
lívrættur og frítíðarítrivið er Manchester United
Hundsa
hundar
myndir: Álvur Haraldsen