fríggjadagur 30. september 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 30. september 2011
8
VIKUSKIFTI
Eitt floksskifti hevði avgerandi ávirkan á fólkatingsvalið,
sum júst hevur verið, og sama floksskiftið og onnur kunnu
eisini fáa týdning fyri løgtingsvalið, sum er fyri framman
Hóast politiska søgan í Føroyum inni
heldur politikarar, sum fara úr flokkum
og upp í ein annan ella stovna nýggjan
flokk, er tað blivið alt meira vanligt í
nýggjari tíð, at politikarar skifta flokk
– og koma úr skápinum sum umboð
fyri annað politiskt sjónarmið.
Seinasta dømið er Sjúrður Skaale,
sum fór úr Tjóðveldi eftir politiska
ósemju við formannin í flokkinum.
Nakrar vikur seinni var Sjúrður Skaale
javnaðarmaður og varð valdur í fólka
tingið. Poul Michelsen takkaði fyri
nøkrum mánaðum fyri seg í Fólka
flokkinum og hevur stovnað nýggjan
flokk, Framsókn, sum veruliga skal
standa sína roynd á løgtingsvalinum.
Og atkvøðuslúkurin hjá Tjóðveldi á
býráðsvalinum í Havn seinast hevur
skift Tjóðveldi út við Fólkaflokkin og
stillar upp á løgtingsvalinum.
Meira vanligt
Tað eru dømi um týðandi flokskifti í
politiskari søgu í Føroyum. Jóannes
Patursson fór úr Sjálvstýrisflokkinum
og var við til at stovna Fólkaflokkin
saman við teimum í Vinnuflokkinum,
og hitt kenda dømið er, tá ið Jákup í
Jákupsstovu, sum var javnaðarmaður
og loysingamaður, bleiv ekskluderaður
av Javnaðarflokkinum og varð við til
at stovna Tjóðveldisflokkin.
Í nýggjari tíð hava markantir
politikarar sum Helena Dam á
Neystabø, Tordur Niclasen, Finnbogi
Arge, Kristian Magnussen og Karsten
Hansen skift flokk, og fleiri aðrir
politikarar, sum ikki hava verið eins
stórir profilar, men hava verið virknir,
hava somuleiðis skift ein flokk út við
annan.
Men hvussu er tað so at skifta flokk,
hvørjar avleiðingar og fyrimunir hevur
tað, og hvør er persónligi og politiski
kostnaðurin. Vit tosa við nøkur av
teimum, sum hava verið partur av
floksskiftum ella ikki vildu verða tað.
Mest umtalaða floksskiftið í hesum
árinum er tað hjá Sjúrði Skaale.
Politiska ósemjan millum hann og
formannin í Tjóðveldi gjørdist so stór,
at Sjúrður Skaale fór úr flokkinum.
Nakrar vikur seinni stóð hann fram sum
javnaðarmaður, og fyri tveimum vikum
síðani varð hann valdur í fólkatingið
umboðandi Javnaðarflokkin.
Sjúrður Skaale hevur í fjølmiðlunum
sagt, at hann gjørdi tað, sum hann helt
verða rætt, men hann hevur eisini kent,
hvussu fólk kunnu reagera, tá ið tey
verða vónbrotin av einum politikara.
– Tað hevur verið ein buldrut tíð, og
tað hevur ikki verið kostnaðarleyst
at skifta flokk. Flestu fólk eru bæði
virðilig og fólkalig, og eg havi bestu
viðurskifti við allarflest tjóðveldisfólk
– eisini fólk, sum valdu meg, men eru
vónbrotin av, at eg skifti flokk. Men so
eru tað eisini tey meira víðgongdu, sum
gera vart við seg, og tey kunnu verða
harlig í talu og á skrift, sigur Sjúrður
Skaale.
Hann hevur fingið fleiri brøv frá fólki,
um hava funnist harðliga at honum. Í
brøvunum ber millum annað til at lesa
hetta:
»Havi aldrin og fari neyvan at stemma
uppá teg. Kenni lyndi og verumáta
tín. Veit hvussu tú roynir at stjala tær
heiður fyri tað, sum onnur hava gjørt.
Í mínum eygum ert tú ein egocentrikari,
sum bara gert tað, sum er best fyri teg.
Fyri meg ert tú ikki nakað vónbrot, tí tú
vart ongantíð tjóðveldismaður, men ein
politiskur gleðisdrongur.«
»Sum vanligt fyri teg, so fert tú
uppum har garðurin er lægstur.
Í einum gajolpakka stóðu einaferð hesi
vísdómsorð, sum eg haldi tú eigur at
hugsa um: Du kan komme til verdens
ende på en løgn, men du kan ikki vende
tilbage.«
»Eg má siga tað Sjúrður. Tú ert
størsta politiska vónbrotið eg
sum tjóveldismaður veit um. Ein
fjølmiðlagreðingur og egotrippari so
tað forslær«.
Sjúrður Skaale viðurkennir, at tað
hevur avgjørt ikki bara verið lætt
at skifta flokk, hóast floksskiftið
eydnaðist væl, tá ið hugsað verður um
fólkatingsvalið.
Verðin broytist, men Fólkaflokkurin stendur
í stað. Tí valdi Poul Michelsen at fara úr
Fólkaflokkinum
– Sum ungur fór eg upp í Fólkaflokkin og fylgdi
honum í áravís, men tá ið flokkurin fullkomiliga
stagneraði, kundi eg ikki vera við longur. Verðin
flytur seg, men Fólkaflokkurin stendur í stað,
sigur Poul Michelsen.
Í etisku málunum, sum flokkurin ikki vildi flyta
seg í, var ofta langt millum hansara sjónarmið
og tí, sum fleiri av hinum stóðu fyri. Í etisku
spurningunum, má persónliga frælsið ráða, men
tað kann ikki vera rætt at forða øðrum í at hava
hetta frælsi, sigur Poul Michelsen.
– Tað var kommunumálið, sum gjørdi úrslitið.
Meirluti var fyri tí frálíka arbeiðinum, sum
Annika Olsen gjørdi við kommunuálitinum,
men minnilutin blokeraði og hótti við at fara.
Vit sluppu ikki so frægt sum at tosa um málið í
tinginum.
Poul Michelsen hevur ongar persónligar trupul
leikar havt av at fara úr Fólkaflokkinum. Eingin
hevur hartað hann fyri tað av álvara, og um so
var, hevði hann einki lagt í tað.
Tá ið hann fór úr Fólkaflokkinum, komu aðrir
flokkar beinanvegin og vildu hava hann til sín.
Men nei takk, segi Poul Michelsen. Hann fór ikki
at skifta flokk soleiðis.
– Eg eri frá tí skúlanum, at tú fer ikki úr einum
flokki í annan ella av einum liði til eitt annað.
Einasta alternativ hjá mær var tí at stovna
nýggjan flokk.
Poul Michelsen heldur framvegis, at stevnu
skráin hjá Fólkaflokkinum er góð.
– Stevnuskráin er góð, men hon verður bara ikki
handfarin rætt, sigur Poul Michelsen.
Hóast tey flestu hava verið fólkalig um floksskiftið hjá Sjúrði Skaale, hevur hann eisini
fingið onkrar hvassar viðmerkingar, síðani hann fór úr Tjóðveldi og upp í Javnaðarflokkin
»Tú ert ein politiskur gleðisdrongur«
Kundi aldrin farið
í annan flokk
lagt til rættis: Randi Jacobsen og Eyðun Klakstein
Tá politikarar
skifta flokk