Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-30, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 113 · 30. september 2011 9 VIKUSKIFTI Helena Dam á Neystabø var ikki virkin í landspolitiki, tá ið hon í 1990 meldaði seg úr Javnaðarflokkinum, og tá fekk hon áheitan frá Sjálvstýrsflokkinum um at koma upp í tann flokkin. Tí hevði hon tað ikki trupult við, tá báðir flokkar vildu virka fyri at geva sjálvbjargni meira rúmd. Grundgeving hennara var, at hon ikki helt teir stóru flokkarnir lurtaðu nóg væl eftir ávaringarklokkunum um, at kreppan var á veg. Í 1992 stillaði Helena Dam á Neystabø upp fyri Sjálvstýrisflokkin og varð vald. – Tað var ein spennandi tíð, men ein trupul tíð, tí vit fingu alla tíðina sett knívin á barkan og noyddust at taka illa dámdar avgerðir, sigur Helena Dam á Neystabø. Aftaná ásannaði hon, at Javnaðarflokkurin hevði stýrt landið trygt gjøgnum kreppuna. Seinast í 90-árunum longdist meira og meira millum Helenu Dam á Neystabø og ein stóran part av Sjálvstýrisflokkinum, so hon fekk hug at fara aftur í Javnaðarflokkin, sum hon helt seg hava framtíðina í. – Sjalvandi varð eg hartað fyri at skifta flokk, og tað serliga tá eg fór úr Sjálv­ stýris­flokkin og aftur í Javnaðarflokkin. Eg upp­livdi alt frá at fáa blídlig prik til nokkso nógv meira bersøgnar ábreiðslur, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon heldur tó ikki, at ein politikari kann vera smásárur, tá ið ein brennur fyri politikkinum. Til valið í 2002 var sonn herferð millum limirnar í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyri at forða, at hon ikki kom á listan, og úrslitið varð, at hon ikki kundi stilla upp. – Tað var ein ógvuslig uppliving. Helena Dam á Neystabø er fegin um, at hon fór aftur í Javnaðarflokkin, tí har hoyrir hon heima, tí hon altíð hevur tikið undir við sosialdemokratisku hugsjónini. Tað var ikki tí, at hann var so ósamdur við Tjóðveldi, at Karsten Hansen í 2006 tók seg úr flokkinum. Óbeinleiðis var tað 266b, men Karsten Hansen sigur, at veruliga orsøkin var, at tingmanningin breyt eina avtalu, og tað kundi hann ikki góðtaka. – Tingmanningin hevði eina greiða avtalu um, at einki uppskot skuldi berast í tingið, uttan so at full semja var um tað, men so hendi tað kortini, sigur Karsten Hansen. Eitt kvøldi ringdi flokformaðurin til hansara og boðaði frá, at ein partur av tingmanningini hevði lagt uppskotið um 266b fram. – Høgni Hoydal visti væl, at eg ikki kundi taka undir við tí. Tað vísti seg, at umframt Karsten Hansen vistu tveir aðrir tinglimir ikki um uppskotið. Tá helt Karsten Hansen, at hann illa kundi halda fram í flokkinum. Hann var noyddur at vera trúgvur móti síni egnu sannføring. Hann royndi at leggja trýst á flokkin, men einki hjálpti, og ein dag boðaði hann so frá, at hann tók seg úr flokkinum. Beint tá hugsaði hann als ikki um at fara í nakran annan flokk. Karsten Hansen sigur, at hann ongantíð fekk nøkur skitin orð frá tjóðveldisfólki um, at hann var farin. Tvørturímóti fekk hann fleiri vøkur orð frá fólki, sum takkaðu honum fyri árini í fokkinum. Summi royndu at biðja hann koma aftur. Samstundis fekk hann áheitanir frá fleiri av hinum flokkunum um at koma til teirra. Hann samskifti nógv við Sjálvstýrisflokkin, men har var ikki ov gott stev, og hann valdi at taka av tilboðnum frá Miðflokkinum, sum hann visti hevði somu sjónarmið sum hann í etiskum spurningum. Í Miðflokkinum kennir hann seg heima. Rúna Sivertsen vaks upp sum fólkafloksfólk. Foreldrini vóru í Fólkaflokkinum, og tað var undanfarna ætarlið eisini. Í 2007 tók Rúna Sivertsen ta fyri seg stóru avgerðina at melda seg úr Fólkaflokkinum og fara upp í Sjálvstýrisflokkin. Rúna Sivertsen varð í 2004 sett uttan fyri landsstjórnina hjá Fólkaflokkinum, og við Sosialin 12. ugust 2007 segði hon m.a. soleiðis um tað: – Formella grundgevingin var, at eg ikki longur búði í økinum. Men eg varð ikki eftirspurd og fekk heldur ikki møgleikan at stilla nakran annan upp fyri meg, sigur Rúna Sivertsen og leggur afturat, at hon líka síðani stórt sæð ikki hevur havt møguleika at arbeiða politiskt innan flokkin. Hon sigur, at tað var hart at taka avgerðina, men hon sá sær ikki annan møguleika, tí í flokkinum hendi nógv, sum hon ikki kundi taka undir við. Eingin í Fólkaflokkinum royndi at fáa hana at koma aftur í flokkin. Hon hevði ongar trupulleikar av at skifta flokk. Fleiri harmaðust, men hon fekk ongar veruligar ábreiðslur. Eingi vinfólk vendu henni bakið. Pápin harmaðist, men var stillari hjá henni við næsta val kortini. Fólkaflokkurin visti væl, at Rúna Sivertsen fór at taka nakrar atkvøður við sær, og ti var ein ungur systursonur hennara stillaður upp. Teirra millum hevur ongantíð verið nakað galið av tí orsøk. Rúna Sivertsen sigur, at hon frá fyrsta degi kendi seg vælkomna í Sjálvstýrisflokkinum. Hon heldur ikki, at reglan um altíð at vera í sama flokki framvegis er galdandi. – Tað er upp á sama máta sum í ítrótti, at spælarar skifta lið. Annars heldur hon ikki tann stóra munin vera millum stevnuskráirnar hjá flokkunum, men hon kundi tó aldrin farið upp i ein sosialistiskan flokk ella ein sambandskan. – Eg helt meg ikki longur hava nakra ávirkan í Fólkaflokkinum, men eg hevði orku til at vera virkin í politikki. Í Fólkaflokkinum fekk eg einki gjørt, varð koyrd føst, og tí fann eg mær ein betri pall at standa á, sigur Rúna Sivertsen. Heini O. Heinesen kundi ikki funnið uppá at farið úr Tjóðveldisflokkinum, sjálvt um hann hevur merkt kulda Í 1984 kom Heini O. Heinesen fyrstu ferð í løgtingið, og 10 ár seinni varð hann valdur til formann í Tjóðveldi eftir uppskoti frá Erlendi Paturssyni, sála. Í seks ár var hann formaður. Í 2008 kom Heini O. Heinesen í mótvind í flokki sínum. Tað kom av, at hann ikki kundi taka undir við politikkinum hjá flokkinum, sum vildi skerja fiskidagatalið. Avleiðingin av hesum var, at hann varð koyrdur úr bæði vinnunevndini og fíggjarnevndini. – Tað var ræðuligt, sigur Heini O. Heinesen. Samskiftið millum hann og onnur í flokkinum hevur ikki altíð verið líka gott, og tað gav at býta, tá ið Norðoya Tjóðveldisfelag í summar skuldi gera lista til løgtingsvalið. Heini O. Heinesen slapp ikki á listan. – Tað er eitt tað grovasta, eg havi upplivað, eitt stórt skuffilsi, sigur hann. Heini O. Heinsen sigur seg als einki hava ímóti, at yngri fólk koma framat, men tað átti eisini verið nakað vert at havt fólk, sum hava drúgvar royndir og sita við nógvari vitan. – Nei, eg havi ongantíð hugsað um at farið í nakran annan flokk. Eg taki undir við øllum øðrum enn fiski­vinnu­politikk­ inum hjá Tjóðveldi. Fólk mugu minnast til, at eg sat sum formaður í fleiri ár og førdi flokkin fram til sigur, sigur Heini O. Heinesen. Helena Dam á Neystabø sigur, at hon í 1990 fór til Sjálvsstýrisflokkin, tí hon helt ikki teir stóra flokkarnar taka ávaringarteknini um kreppuna í nóg stórum álvara. Men ellivu ár seinni takkaði hon fyri seg og fór aftur í Javnaðarflokkin Tá ið nøkur tingfólk í Tjóðveldisflokkinum fóru í tingið við einum uppskoti, sum semja ikki var um, vildi Karsten Hansen ikki vera við longur Rúna Sivertsen fór í 2007 úr Fólkaflokkinum yvir í Sjálvstýrisflokkinum. Fólkaflokk­ urin hevði sett hana til viks, og hon helt seg kunna náa meira í einum øðrum flokki Fór heim aftur í Javnaðarflokkin Eg virdi meg sjálvan Mær tørvaði annan pall Grovt gjørt móti mær