fríggjadagur 30. september 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 30. september 2011
11
VIKUSKIFTI
1920-1930
Stál og glas er týdningarmikið í møblunum frá
hesi tíðini. Møblarnir eru sera vælgjørdir, og
nógv er runt, slætt og stramt. Funktiónin hjá
møblunum er tað, sum mest verður hugsað um,
og ikki at møblarnir skulu verða so snøggir.
Heimsframsýningin í París 1937 gjørdist
vøggan hjá modernismuni, ið skuldi fáa
stóra ávirkan á sniðgeving frameftir.
2000-2010
Seinastu árini hevur umhvørvisrákið gjørt, at vit aftur
spyrja eftir møblum við góðsku. Tey, sum ikki keypa
brúkt, vilja hava møblar, sum tey kunnu brúka í nógv
ár framyvir. Eisini skulu nýggju møblarnir verða gjørdir
á ein hátt, so at teir ikki skaða umhvørvið. Nýggja
orðið »Vintage« er ráðandi – ikki bara fyri klæði,
men eisini fyri hvussu vit vilja hava tað heima.
1960-70
Popp og rock 'n roll – blaka alt
gamalt vekk og inn við tí nýggja.
Nú kom plastikkið rættuliga fyri
seg, og møblar skuldu verða bíligir,
so at øll kundu keypa teir. Stórar
blómur, popputir litir og gjarna bleytir
formar. Tað, sum var gjørt úr træ,
var ofta úr ljósum træsløgum. Av tí
at plastikkið var so nýtt, vóru nógvir
øðrvísi og løgnir møblar at síggja.
1940-1950
Í miðjuni av farnu øld kom stovan rættuliga fyri seg. IKEA lat upp sítt
fyrsta vøruhús, og vanlig fólk høvdu ráð at keypa møblar. Enn var træ
og leður týdningarmikið, men plastikk byrjaði at koma meira og meira.
Litirnir vóru ein blanding av jørðlitum og sterkum litum. Møblarnir
frá hesi tíðini eru lættir at seta inn í eina nútímans stovu, og tí er
tað ofta torført at fáa fatur á teimum bíliga á loppumarknaðum.
1980-90
Tá vit øll vóru rík í 1980-unum, var stílurin oftast
at líkna við hann í »Dallas« ella filminum »Wall
Street«. Spegl, leðursofur, stálrør og stórar lampur.
Alt var rættuliga yvirdrivið. Í 1990-unum vóru ikki
so nógvir pengar eftir, og tá tók minimalisman
yvir við sínum nakna og lítilætna stíli.
Stólurin Wassily Chair er gjørdur
í 1925 fyri týska Bauhaus. Nú á
døgum er tað fyritøkan »Knoll«,
sum framleiður stólin og selur
hann fyri umleið 20.000 kr.
Krani hjá Arne
Jacobsen
Djúspressan hjá
Philippe Starck
er gjørd 1990
Gras vasi frá Normann
Copenhagen
Prince Chair úr
gummi og metall
Danski Arne Vodder
hevur gjørt hetta
síðuborðið
Ein klassikari
úr 1980 er
hillin Carlton
Formpressaður plastikkstólur, sum Charles
og Ray Eames gjørdu í 1940-50. Verður í
dag framleiddur av fyritøkuni »Vitra«