Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-30, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 113 · 30. september 2011 14 VIKUSKIFTI 2. partur Oddbjørn Vágslíð post@sosialurin.fo Leygardagur 13. august Dagurin í gjár mundi verða nakað strævin fyri meg. Tí eg møtti ikki upp til morgunmatin. Eg vaknaði av, at Karl Sofus kom inn á kamarið, og segði, at nú komu stovugenturnar inn at reiða upp. Eg slapp mær upp og fór út á gongina saman við Karl Sofus. Har gekk eisini Hallur við guitara úti á gongini, tí tey gjørdu eisini reint hjá honum. Og so treiv Hallur í »Someday You'll Call My Name«, ein av yndis­ sang­unum hjá Hank Williams Sr. Og har gingu so stovugenturnar og gjørdu reint, smíltust um alt andlitið og blivu undirhildnar av føroyska country­ konginum. Hetta vóru tær ikki vanar við. Live countrytónleikur, ímeðan tær gjørdu reint á hotellinum. Joan, systir Hallur, var nú eisini komin upp í hópin. Hon býr í Brørup í Suður Jyllandi, har tey hava eitt bakarí og handil. Hon hevði sagt við mannin, at nú mátti bollar verða bollar. Og hann mátti ansa handlinum, tí nú fór hon til Silkeborg at lurta eftir Halli. Vit høvdu sett okkum fyri ikki at troytta okkum áðrenn tað stóra brakið sunnu­dagin við Halli. So vit fingu fatur á einum minibusshýrivogni, sum koyrdi okkum til miðbýin í Silkeborg. Kvinn­ urnar fóru sín veg. Har var okkurt, tær líka skuldu hyggja eftir eina ferð afturat, áðrenn tær keyptu. Vit mann­ fólkini, spákaðu okkum oman eftir gøtuni og fingu okkum tøkan pening úr einari pengaautomat. Skamt har frá hevði Beddi fingið eygað á ein tón­ leika­handil. So har var gingið oman. Og so var. Har hingu guitarar í alskyns útgávum og prísi. Eg haldi, at tað var hjá Beddi og Halli, sum hjá einum smá­ drongi at koma inn í ein bomm­handil. Sølumaðurin var blíður. Segði við teir, at teir kundu royna guitarar. Tá ið Beddi spurdi um forsterkara, var tað eingin trupulleiki. Teir fingu tveir krakkar, og so setti hann forsterkaran til guitaran. Og har sótu so Beddi og Hallur, og spældu »Wildwood Flower«, sum A. P. Carter gjørdi á sinni, og sum Mother Maybell Carter hevur gjørt ódeyðiligan við sínum sermerkta guitarspæli. Fólk, sum komu inn í tónleikahandilin, fóru heldur at lurta enn at keypa. Og sølumaðurin stóð eisini og hugdi at og lurtaði. Hetta var ikki dagligur kostur í hansara tónleikahandli. Komnir út aftur, var farið at leita eftir, hvar kvinnurnar vóru. Tað eydnaðist. Og nú vit vóru í miðbýnum, var farið inn á »Jensens Bøfhus« at fáa sær okk­ urt niður í búkin. Nú var bíðitíðin ikki ein til tveir tímar, sum dagin fyri. Og vit komu til borðs beinanvegin. Hallur hevði ynski um at hoyra týska bólkin »Herman Lammers Mayer Band«. So vit fóru út á festivaløkið. Vit sluppu inn uppá sama máta sum dagin fyri. Karl Sofus og eg vóru uttan arm­bond, tí vit høvdu ikki fingið fatur á Allan. Hann var tíbetur á økinum. So vit fóru niðan aftur í teltið, har armbond við áskrift »Pressa« blivu sett á Karl Sofus og meg. Eg hevði sett mær fyri, at spurdi nakar danskari, hvat countryblað eg umboðaði. So nyttaði lít­ið hjá mær at siga »Norðlýsið«. Tað mátti heldur verða »Country Music People«. Ímillum framførslurnar gingu vit runt á økinum. Og nú byrjaðu vit at møta føroyingum, sum vóru komnir til Silkeborg til hesa stóru country­upp­ living saman við Halli. Har vóru millum onnur Eiler Østerø av Skipanesi, Jógvan, bróðir Hallur við damu, Óla Martin og Elsa, sum hava røtur úr Klaksvík, og Alex Bærendsen, sum var komin at síggja og hoyra dóttrina á palli. Einaferð, Karl Sofus og eg komu oman aftur á konsert økið, settu vit okk­um ovarliga á rekkjunum. Har kom eitt danskt par, sum søgdu við eitt annað par: »Det er ikki countrymusik de spiller. Man burde vende røven til dem«. Eitt annað par, sum sat beint aftan­fyri okkum søgdu: »Vent til i morgen, da kommer Hallur fra Fær­ øerne«. Tá ið vit søgdu við tey, at vit vóru við í ferðalagnum hjá Halli, bleiv tað heilt áhugavert. Parið kom frá Thy í Norður Jyllandi. Tey søgdu sum var, at tey ætlaðu at fara heim til Thy í dag, men vóru so komin at tosa við Allan Í august mánaði spældi Hallur Joensen á contryfestivali í Silkeborg. Oddbjørn Vágslíð var við á ferðini og hevur skrivað ferðafrásøgn. Hetta er annar partur av trimum hallur á palli í silkeborg