fríggjadagur 30. september 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 30. september 2011
15
VIKUSKIFTI
Samuelsen, og hann bað tey bíða til
í morgin, tí so fingu tey siðbundnan
countrytónleik frá Hallur Joensen
Band. Eg sá ikki parið dagin eftir. Men
eg rokni ikki við, at tey blivu svikin av
framførsluni hjá Halli.
Tá ið David Waddell úr USA hevði
verið á palli, fóru vit avstað. Áðrenn
legði eg leiðina inn í fløguteltið og fann
fleiri áhugaverdar fløgur fyri sámu
ligan prís. Millum annað mína yndis
LP-plátu við Bobby Bare ,»Hard Times
Hungry« í fløgu útgávu. Tá ið so Hallur
greiddi sølumanninum aftan fyri diskin
frá, at Bobby Bare hevði verið inni hjá
mær privat í Føroyum fyri einari góð
ari viku síðani og signerað mína LP
»Hard Times Hungry«, so vildi hann
ikki trúgva tí.
Nú var so farið heim at hvíla seg til
morgin, tá ið stóra brakið skuldi verða.
Tað bleiv hugt dúgliga í verðurkortið,
um tað fór at regna dagin eftir. Tað hevði
tað ikki gjørt hesar báðar dagarnar.
Okkurt ælstroyggi við fínregni, sum
helt uppat uppá stutta tíð. Várharra
mundi halda hondina yvir okkum. Tí
í Skanderborg, sum liggur tætt við
Silkeborg, vóru tey um at drukna av
regni. Hallur var eitt sindur óróligur
fyri, at kom tað samregn, so fóru fólk
ini, sum hildu til í húsvognum úti á
»Udelukket«, bara heim aftur til sín
sjálvs og komu ikki til konsertina.
Og Karl Sofus, hann setti seg sum
vant, at fáa dagsins filmfong, førdan
inn á fartelduna, og at seta øll battaríini,
hann hevði við, til at løða, so alt var
klárt til morgindagin, tá ið Hallur
Joensen Band skuldi á pall.
Sunnudagur 14. august
So upprann tann stóri dagurin. Annika,
kona Hall, var tíðliga á fótum og var
farin við einum leigubili heilt suður til
Brørup eftir Hjalmu Joensen, mammu
Hall, og koyra hana upp til Silkeborg,
so hon eisini kundi fáa hesa stóru upp
living við.
Vit møttust til morgunmat kl. 9.00.
Tað bleiv gingið dúgliga út um og hugt
upp í luftina fyri at meta um, hvussu
veðrið fór at halda sær. Enn var so einki
æl komið.
Eftir morgunmatin fóru Hallur og
tónleikararnir niður á »Headkvarterið«,
at leggja seinastu hond á leikskránna og
avtala ymiskt, hvat hvør skuldi gera.
Skráin bleiv printað út, og har stóð
»Fagra blóma« á. Eg spurdi Hall,um
danir kendu sangin. Hann segði, at
teir vóru púra villir í honum, og tað
skuldi verða tann føroyska útgávan.
Og tað fekk eg eisini at sanna, seinni
uppá dagin.
Og so var at lata seg í og verða klárur.
Tí kl.11.00 kom ein bussur, sum skuldi
koyra tónleikaraútgerðina út á festival
økið. Brádliga kom ein umleið 8 metrar
long hvít Cadillac Limosine at koyra
ein part av bólkinum, Allan, Anniku
og Karl Sofus út á festivaløkið. Hetta
virkaði stórt. Har stóð køld sjampanja
við gløsum á einum borði í bilinum.
Og stóð hetta í stóran kontrast til reyða
ferðabussin hjá Halli, sum hann nýtir í
Føroyum, og sum hann sum regul koyr
ur sjálvur.
Við tað at hann hevði lova samregn
út á dagin, hevði eg tikið oljujakkan
við. Oljubuksurnar tordi eg ikki at hava
við. Hevði sæð út sum ein línufiskari,
sum var farin á countryfestival.
Konufólkini, sum ofta eru meira um
hugsnar, høvdu tikið fleiri paraplyir við,
sum allar fóru í mín beriposa. So var
farið út á økið at fáa sær eitt gott pláss
beint frammafyri pallin, nakað niðan
frá. Makkarin Karl Sofus, hann gekk
uppi á palløkinum og setti filmstól upp
á stativ og gjørdi klárt til upptøkur.
Tað sást beinanvegin, tá vit komu
til festivaløkið, at har var ein innrás
av føroyingum. Og høvdu tey føroysk
pappírsfløgg við sær. So tú fekk alla
tíðina ábendingar um, hvar hesir bólkar
sótu.
Har sat eg so og hugsaði um støð
una, hvussu Hallur fór at klára seg.
Eg hevði nú í tveir dagar hoyrt, hvat
hini countrynøvnini høvdu at bjóða.
Hetta var ikki mín meira siðbundni
countrytónleikur, sum bleiv framførdur.
Tað, sum bleiv framført, var meira í
countryrock og linedance stíli. Og ofta
hoyrdi tú ikki sangaran, sum bleiv
yvirdoyvdur av instrumentum. So eg
var vísur í, at Hallur fór at geva okkum,
sum eru meira til siðbundan country
tónleik, tað sum vit vildu hava.
So kom løtan, tá ið Hallur Joensen
Band skuldi á pallin. Jytte og Ole, sum
vóru frásøguparið á pallinum, komu
væl frá tí. Jytte byrjaði við at greiða
frá, hvussu Hallur var uppvaksin við
countrytónleiki, sum kom úr New
Foundlandi »med linefiskere«. Teir
høvdu ikki bara fisk heim við sær, men
eisini LP-plátur og kassettubond.
Hon segði, at tey høvdu havt ein
annan føroying, á Silkeborg Country
festivalinum. Tað var Alex Bærendsen
í 1986. Hon segði at hann var her í dag,
og vildi lurta. Eg vóni ikki, at hann er
her, segði Ole. Tí eg lovaði honum, at
senda nøkur kassettubond aftur í 1986,
og tað havi eg ikki gjørt.
Jytte skuldi skoytt uppí her, at
dóttir Alex Bærendsen, kom at syngja
kór saman við Halli í dag. Og at hon
var bert 3 ára gomul, tá hon í 1986 var
saman við pápa sínum á festivalinum.
Og slapp at sita á hestasaðlinum, sum
stendur frammanfyri pallin. Men tað
visti Jytte nokk ikki av.
Ole segði sum var, at hann dugdi
ikki at krúlla tunguna og siga Hallur. So
hann bað Jytte um at presentera Hall,
og bleiv hetta gjørt við lít. Manna
múgvan reisti seg upp og klappaðu.
»Sheriffarnir«, sum stóðu rundan um
økið, lótu skotvápnini av, og so kundi
byrjast. Hallur byrjaði við »Kiss An
Angel Good Morning«. Og tað vísti
seg, at hann fangaði áhoyrararnar
beinanvegin.