fríggjadagur 30. september 2011síða 48
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 30. september 2011
16
VIKUSKIFTI
Val
Jóannes Hansen
post@sosialurin.fo
Í hesum døgum verður í øllum flokk
um arbeitt við uppstillingini til løg
tingsvalið, sum verður leygardagin
29. oktober. Listarnir skulu handast
formanninum í løgtingsvalnevndini
í seinasta lagi fjúrtan dagar undan
valinum ella leygardagin 15. oktober
klokkan 18.
Hetta valið verður tað næsta, síðani
alt landið varð skipað í eitt valdømi.
Fyrsta valið í einum valdømi var 19.
januar 2008. Tá atkvøddu veljararnir
øðrvísi, enn teir plagdu at gera, tá ið
landið var skipað í sjey valdømum.
Stóri munurin var tann, at tað vóru
væl færri, sum atkvøddu fyri listunum,
enn tað plagdu at vera, og at tað harvið
vóru væl fleiri, sum atkvøddu fyri per
sónum, enn tað plagdu at vera.
Samlaða talið á listaatkvøðum á
løgtingsvalinum fyri knappliga fýra
árum síðani var 1106 ella 3,6 prosent.
Á løgtingsvalinum í 2004 var talið á
persónligum atkvøðum 3880 - 12,0 pro
sent ella næstan fýra ferðir so høgt sum
fyri fýra árum síðani.
Sum tað sæst á talvuni, so er munur
á, hvussu stórur partur av atkvøðunum
hjá einstøku flokkunum eru listaat
kvøður, og hvussu stórur partur er
persónligar atkvøður.
Undan broytingini fyri fýra árum
síðani átti Sambandsflokkurin lutfals
liga størsta partin av listaatkvøðunum.
Á valinum 19. januar 2008 átti Mið
flokkurin størsta lutfalsliga partin av
listaatkvøðum. Millum gomlu flokkar
nar vóru tað lutfalsliga fleiri, sum at
kvøddu fyri sambandslistanum enn tað
vóru, sum atkvøddu fyri persónum.
Ongar kanningar eru, sum vísa,
hvussu veljararnir flyta seg millum
flokkarnar í Føroyum. Aðra staðni vísa
kanningar, at flytingarnar eru stórar
og vaksandi. Talið á kjarnuveljarum,
tað vil siga teimum, sum eru trúføst
ímóti einum flokki, minkar, og talið á
marginalveljarum, tað vil siga teimum,
sum so at siga sappa millum flokkarnar,
økist.
Tað má roknast við, at tey, sum at
kvøða fyri listanum og ikki persónum,
eru ógvuliga flokstrúgv. Hjá teimum
ræður tað fyrst um, at flokkurin fær
umboðan, og so koma persónarnir í aðru
røð. Sambandsflokkurin hevur altíð
átt flesta listaatkvøður, og saman við
kjarnuveljarunum hjá Miðflokkinum
vóru sambandsatkvøðurnar tær trú
fastastu fyri fýra árum síðani.
Broytingin í 1939
Frá tí, at Løgtingið varð endurreist í
1852 og fram til 1906 var bara talan um
persónligt val. Tað vóru eingir flokkar
at atkvøða fyri.
Frá floksbýtinum í 1906 og fram til
og við valinum í 1936 var skipanin so
leiðis, at tann, sum stóð nummar eitt á
listanum, varð valdur sum fyrsta um
boðið, og um listin fekk fleiri umboð,
so komu tey á ting í teirri røð, sum tey
vóru stillað upp. Tað var bert møguleiki
at atkvøða fyri listanum og ikki fyri
persónunum, sum vóru uppstillaðir.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at
uppstillingin sambært lógini, sum var
galdandi til og við valinum í 1936, var
alt avgerandi fyri, hvør varð valdur.
Í 1940 var fyri fyrstu ferð møguleiki
fyri at greiða atkvøðu fyri einstøku
valevnunum á løgtingsvalinum. Men
hurðin var trong at sleppa ígjøgnum
hjá teimum, sum stóðu undir honum,
ið var uppstillaður sum nummar eitt.
Uppstillað varð í nummarrøð, og tann,
sum stóð ovast á listanum, var fyrstur
at fáa ágóðan av listaatkvøðunum og
so tann, sum stóð næstovastur.
Hetta hevði t. d. ávirkan á, hvør í
1930-1950 umboðaði Sambandsflokkin
í Eysturoyar valdømi. Jens Chr. Olsen –
pápi fyrrverandi tingformannin Jógvan
I. Olsen og núverandi tingmannin Alfred
Olsen – fekk heilt nógvar persónligar
atkvøður, men á fleiri valum varð hann
ikki valdur, hóast Sambandsflokkurin
altíð átti tveir tingmenn í Eysturoy.
Onnur orsøkin var tann, at Andrass
Samuelsen og Johan Poulsen so at siga
áttu rættin til tvey tey ovastu plássini
á listanum, og hin orsøkin var tann, at
tað altíð vóru lutfalsliga nógvar lista
atkvøður hjá Sambandsflokkinum í
Eysturoy.
Broytingin í 1966
Í 1966 varð løgtringsvallógin broytt
soleiðis, at tað nú var tann, sum fekk
flestar persónligar atkvøður, ið varð
fyrst valdur, um listin fekk umboðan.
Harvið gjørdist talan um javna kapping
ímillum øll tey, sum vóru uppstillað. Tað
var líka mikið, um listarnir vóru settir
upp í nummarrøð ella í bókstavarøð,
sum hevur verið tað vanliga síðani
broytingina í 1966.
Broytingin hevði útskiftingar í
Løgtinginum við sær, sum ikki høvdu
komið fyri, um lógin ikki hevði verið
broytt.
Eitt dømi um hetta var, tá ið
Finnbogi Ísakson, sáli, í 1966 fyrstu ferð
varð valdur í Norðoya valdømi. Hann
varð valdur við tveimum persónligum
atkvøðum fleiri enn Johan Simonsen,
sáli, sum hevði verið tingmaður. Um
gamla skipanin hevði verið galdandi,
so høvdu tær 44 listaatkvøðurnar hjálpt
Johan Simonsen inn á ting – um hann
hevði verið uppstillaður sum nummar
eitt.
Broytta lógin hjálpti í 1970 Jógvani
Sundstein á ting sum umboð fyri
Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi, har
listaatkvøðurnar annars høvdu kunn
að vart sessin hjá Poul Petersen, sála.
Jógvan Sundstein fekk 201 persónligar
atkvøður, Poul Petersen 135 og listaat
kvøðurnar vóru 78.
Í 1974 varð Pauli Ellefsen valdur á
ting við 242 persónligum atkvøðum.
Men hann hevði ikki verið valdur eftir
gomlu lógini. Trygve Samuelsen, sáli,
fekk 231 persónligar atkvøður, og um
hann hevði verið stillaður upp sum
nummar eitt eftir gomlu skipanini, so
høvdu tær 166 listaatkvøðurnar hjálpt
honum í Løgtingið.
Broytingin í 2008
Tá ið vallógin varð broytt fyri fýra árum
síðani, og landið fór frá at vera skipað
í sjey og til at vera eitt valdømi, var
ein av grundgevingunum, at nú ráddi
tað um at fáa fólk á ting, sum hugsaðu
um landið alt og arbeiddu yvirskipað
og ikki lokalt.
Broytingin hevði við sær, at trygdin
fyri regionalari umboðan úr gomlu
valdømunum var burtur. Tað siga tølini,
at veljarin hugaði um, og tí minkaði
lutfalsliga talið av listaatkvøðum. Nú
ráddi um fyrst at hugsa um regionala
umboðan og síðani um flokkin. Framm
anundan hevði raðfestingin verið tann
øvugta, tí vallógin tryggjaði regionalu
umboðanina.
Gongdin seinastu árini hevur bent
á, at vit eru á veg aftur ímóti skipanini,
sum var galdandi fram til 1906. Men
tølini siga ikki treytaleyst, at vit eru
á veg aftur til skipan, har tað bara
snýr seg um at velja persónar og ikki
flokkar:
Á fólkatingsvalunum hevur talið
á listaatkvøðunum ofta verið lutfals
liga minni, enn tað plagdi at vera á
løgtingsvalunum. Eisini á fólkatings
valunum hevur Sambandsflokkurin átt
lutfalsliga flestu listaatkvøðurnar.
Á fólkatingsvalinum 15. september
í ár var munurin millum Edmund
Joensen, sum varð valdur við 1578 at
kvøðum, og Kaj Leo Johannesen, sum
fekk 1554 atkvøður, 24 atkvøður. Kaj
Leo Johannesen er uppstillaður av Sam
bandsflokkinum í høvuðsstaðnum, og
Edmund Joensen er uppstillaður av
valfelagnum í Eysturoy. Á fólkatings
valinum atkvøddu 179 av teimum 1653 í
Havnini, sum atkvøddu fyri Sambands
flokkinum, fyri listanum. Um hesi vildu
hava formannin á fólkating í staðin fyri
veteranin og fyrrverandi løgmannin og
tingformannin, so høvdu tey fingið sín
vilja, um tey atkvøddu fyri løgmanni.
Men hjá hesum kjarnuveljarunum
ráddi tað um, at sambandsmaðurin
varð valdur, og so hevði tað minni
týdning, um tað var annar ella hin.
Spurningurin er nú, hvussu nógv
fara at hugsa um listan og ikki um per
sónin á løgtingsvalinum leygardagin
29. otkober!
Talið á teimum, sum atkvøða fyri listanum í staðin fyri at atkvøða fyri
persónum, lækkaði munandi, tá ið Føroyar fyrstu ferð vóru eitt valdømi
Sambandið eigur
størstu kjarnuna
VAL OG TØL
A
204 4,3
640 9,8
124
2
171 4,3
B
610 11,3
1178 15,7
407 6,2
619 9,7
C
365 7,8
800 11,6
196 3,3
307 7,1
D
43 5,4
164 11,2
74 3,3
24
5
E
236
4
756 11
191 2,6
180 4,5
H
95
6
342 20,6
114 8,5
63 7,2
FV 2007
%
LV 2004
%
LV 2008
%
FV 2011
%
Listaatkvøður