Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114 4 Sosialurin Helle Thorning-Schmidt vaks upp í Ishøj saman við for­eldrunum og tveimum eldri systkinum. Tá hon var níggju, fóru for­eldrini hvør til sítt, og Helle búði saman við mamm­uni tað, sum eftir var av barna­árunum. Hon gekk í studentaskúla í Ishøj og tók prógv haðani við meðalkarakterinum 10,7. Longu tá hevði hon áhuga fyri politikki, og tað táver­ andi EF hevði hennara ser­ liga áhuga. Tað er sagt, at hon var sera stinn í tí, sum vit rópa almenna vitan, og at hon hevði sáttmálar og eina røð av árstølum í høvdinum. Í studentaskúlanum var hon eisini virkin í tí felagslívi, sum næmingarnir høvdu. Eftir at hava fingið stu­ denta­prógv fór Helle Thorn­ ing-Schmidt til India, har hon reikaði runt í eitt hálvt ár. At hon júst valdi India komst av, at hon var vorðin hugtikin av filminum um Gandhi. Heimafturkomin fór hon á lærda háskúlan í Keyp­mannahavn, har hon las samfelagsfrøði, og tá hon eitt skifti var á Evropa­ kollegiinum í belg­iska býnum Brügge, møtti hon manninum, Stephen Kinnock, sum er sonur fyrrverandi Labour- formannin Neil Kinnock. Upp í politikk Í november í 1993 meldaði Helle Thorning-Scmidt seg upp í sosialdemokratiska flokk­in, og longu árið eftir fekk hon starv sum skriv­ stovu­leiðari hjá teimum donsku sosialdemokratunum í Evro­pa­tinginum. Haðani fór hon at arbeiða hjá fak­ felagsrørsluni, men eftir at hava røkt hetta arbeiðið í tvey ár, gjørdi hon av at fara upp í politikk. Hon stillaði upp til Evropatingið í 1999. Tá uppteljingin var liðug, hevði hon fingið 22.890 atkvøður, og tað var júst nóg mikið til at tryggja henni eitt pláss í Evropatinginum. Tá hon hevði verið limur í Evropatinginum í fimm ár, gjørdi Helle Thorning- Schmidt av at royna eftir einum sessi í Fólkatinginum. Hon stillaði upp á valinum í 2005 og fekk 4.591 persónligar atkvøður og slapp á ting. Stutt eftir skuldu sosial­ demokratarnir hava nýggjan formann. Frank Jensen, sum hevði verið løgmálaráðharri og frammarlaga í fleiri ár, stillaði upp, men Helle Thorning-Schmidt gjørdi av at bjóða seg fram eisini. Í einari atkvøðugreiðslu mill­ um flokslimirnar eydn­að­ist tað henni at vinna við 24.261 atkvøðum, meðan Frank Jensen fekk 21.348. Kend eru orðini, tá hon í takkar­røðu síni segði, at hon var før fyri at fella táverandi for­ sætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen. Tann møgu­ leikan fekk hon í 2007, men hon tapti. Í síðsta mánað fekk hon aftur møguleikan - hesaferð ímóti Lars Løkke Rasmussen, og nú bar til saman við SF, Teimum Radi­ kalu og Eindarlistanum. Ein skipað lív Tey, sum kenna Helle Thorn­ ing-Schmidt persónliga, siga, at hon er ein strembari, sum stríðist fyri at røkka sín­um politisku málum. Men sam­ stundis er hon eitt ógvuliga sosialt menniskja, og hóast hon hevur havt nógv at hugsa um bæði í arbeiðslívinum og seinni í politikki, hevur hon altíð varðveitt og røkt sam­bandið við sínar vinir og kenningar. Men tað er ein sannroynd, at skalt tú sum politikari seta tær mál og royna at røkka teimum, hevur tað stórar avleiðingar fyri gerandisdagin. Í bókini "Den Første - En samtale med Helle Thorning-Schmidt" sig­ ur hon einastaðni: – Tilvera mín byggir á eina beinharða raðfesting. Eg eri ongantíð í biograf ella til sjónleik. Tíverri. Tað er bara saman við børnunum, at eg eri til okkurt mentanarligt. Tað er so nógv, sum eg noyð­ ist at leggja til viks fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tað er tí, at eg raðfesti tað at vera saman við Camilla og Johanna, og so er tað mítt arbeiði. Mítt lív er ógvuliga strukturerað og skipað. Teir flestu gerandis­dag­ arnar arbeiðir Stephen Kin­ n­ock í Geneve í Sveis, men van­liga er hann heima í Dan­ mark um vikuskiftið. Júst hetta seinasta elvdi til nógv kjak í summar, tí okkurt av bløðunum setti spurnartekin við, um Stephen Kinnock er skattskyldugur í Sveis ella í Danmark, og at hann møgu­ liga hevði snýtt skattavaldið. Men SKAT hevur fríkent hann. arni@sosialurin.fo Strembarin Helle Fyri knappliga 18 árum síðani meldaði tann tá 26 ára gamla Helle Thorning-Sdhmidt seg upp í sosialdemokratiska flokkin í Danmark. Í dag er hon tann fyrsta kvinnan, sum stendur á odda fyri einari danskari stjórn FAKTA Fødd: 14. desember í 1966 í Rødovre Familja: Gift við Stephen Kinnock. Tey eiga døturnar Johanna og Camilla Útbúgving: Studentur 1986, cand.scient.pol. 1994 Arbeiði: 1994-97: Skrivstovuleiðari hjá teimum donsku sosialdemokratunum í Evropatinginum 1997-99: Altjóða konsulentur í LO Politisk lívsleið: 1999-2004: Limur í Evropatinginum 2005: Limur í Fólkatinginum 12. apríl 2005: Formaður í sosialdemokratiska flokkinum 3. oktober 2011: Forsætisráðharri. Tann fyrsta kvinnan í hesum embætinum Ein ovurfegin Helle Thorning-Schmidt uttan fyri Amalienborg í gjár Mynd: Politiken