Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114 Sosialurin Morgindagurin verður tann fyrsti arbeiðs­dagurin hjá Helle Thorning-Schmidt og 20 øðrum á einari ráðharra­ stovu, tí 21 av teimum 23 ráð­ harr­unum hava ikkið havt tílikt arbeiði fyrr. Bara Mar­ grethe Vestager og Henrik Dam Kristensen hava verið ráðharrar fyrr. Bæði vóru ráð­harrar í Nyrup-stjórnini. Hon í skúlamálum, hann sein­ast í matvørumálum. Tann nýggja stjórnin kem­ ur í søgubøkurnar, tí hon er tann fyrsta við einari kvinnu sum stjórnarleiðara. Men hetta er eisini tann stjórnin, sum hevur tann yngsta ráð­ harran nakrantíð. Tað er tann 26 ára gamli SF-arin Thor Möger Pedersen, sum skal umsita skattamál. Ráðharralistin sær annars soleiðis út: MANNINGIN hjá Helle 23 ráðharrar manna ta nýggju stjórnina í Danmark. Bara tvey hava royndir sum ráðharri, og so hevur stjórnin eisini tann yngsta ráðharran, sum Danmark nakrantíð hevur havt Sosialdemokratarnir Forsætisráðharri: Helle Thorning-Schmidt Fígjarmálaráðharri: Bjarne Corydon Løgmálaráðharri: Morten Bødskov Sosialmálaráðharri: Karen Hækkerup Evroparáðharri: Nicolai Wammen Býar- og bygdaráðharri: Carsten Hansen Barna- og ungdómsráðharri: Christine Antorini Verjumálaráðharri: Nick Hækkerup Arbeiðsmarknaðarráðharri: Mette Frederiksen Flutningsmálaráðharri: Henrik Dam Kristensen Matvørumálaráðharri: Mette Gjerskov SF Uttanríkisráðharri: Villy Søvndal Vinnu- og vakstrarmálaráðharri: Ole Sohn Heilsumálaráðharri: Astrid Krag Umhvørvismálaráðharri: Ida Auken Útflutningsmálaráðharri: Pia Olsen Dyhr Skattamálaráðharri: Thor Möger Pedersen Tey Radikalu Búskapar- og innanríkismálaráðharri: Margrethe Vestager Mennningarmálaráðharri: Christian Friis Bach Vísindamálaráðharri: Morten Østergaard Mentamálaráðharri: Uffe Elbæk Kirkju- og javnstøðumálaráðharri: Manu Sareen Veðurlagsráðharri: Martin Lidegaard Tann nýggja stjórnin uttan fyri Amalienborg aftan á vitjan hjá drotningini Mynd: B.T. Thor Möger Pedersen er 26 ára gamal og tann yngsti ráðharrin í Danmark nakrantíð Mynd: Politiken