Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114 Sosialurin Áki Bertholdsen Nú fer Tórshavnar Býráð aftur at rigga til at gera skoyti­ vøll niðri á Skálatrøð í Havn. Síðsta vetur royndi býráð­ ið á fyrsta sinni at seta ein skoytivøll upp í Havnini og tann royndin eydnast so av­ bera væl, at sjálvandi verður tað roynt aftur, siga tey í Tórshavnar Býráði. Í teir báðar góðu mánaðir­ nar, vøllurin stóð á Skálatrøð, royndu heili 27.000 fólk úr bæði bygd og í bý, skoyti­vøll­ in og hann bleiv ein mið­depil fyri trivnaðinum og hugnan­ um í høvuðsstaðnum ta tíðina, hann stóð. Á fíggjarætlanini, sum nú er løgd fram fyri Tórshavnar Býráð fyri næsta ár, er eisini pen­ingur settur av til ein skoytu­vøll á Skálatrøð í vetur. Heilt skjótt verður farið at rigga til niðri á Skálatrøð og Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, sigur, at skoytivøllurin gongst sum ætlað, verður hann klárur at taka í nýtslu longu 1. november og so fer hann at standa til í mars í vár, ella kanska út í apríl. Tjald um vøllin Men í vetur er ætlanin at umstøðurnar skulu verða munandi betri. Ætlanin er at leiga eitt stórt tjald at seta skoytivøllin inn í so at skoytast kann í bestu líkindum undir taki, sama, hvussu veðrið er uttandura. Tey siga, at tað verður ongin trupulleiki at fáa tjald­ ið at standa ímóti tí stormi, sum kann væntast at verða. Men býráðið hugsar sær eisini, at tjaldið skal hýsa yms­um øðrum virksemi, sum kann verða knýtt at skoyti­ vøllinum. Borgarstjórin sigur, at eftir ætlan verða borð og stólar sett upp inni í tjaldinum og har kunnu kunnu so hvíla beinini. Tað er eisini hugsandi, at tónleikaframørslur fara at vera í tjaldinum og eitt, sum liggur liggur beint fyri, er, at heitt kakao, bollar og annað gott eisini verður at fáa til keyps. Men tjaldið er ikki bara fyri at skapa hugna. Tað fer eisini at spara rættiliga nógva orku, tí að verður kaldari við vøllin og tað regnar ikki niður á hann. aki@sosialurin.fo Hava tit hugskot ella viðmerkingar, send ein sms til 225000 Áki Bertholdsen Tórhavnar býráð hevur nú sett hol á ætlanina at gera ein langhyl í Havn. Fyrsta uppskot til fíggjar­ ætlan fyri 2012 er løgd fyri Býráðið hóskvøldið og har stendur, at næsta ár skulu fimm milliónir setast av til nýggja svimjihøll. Tey, sum vara av svimjing í Føroyum, hava leingi fýlst á, at umstøðurnar hjá svimjar­ unum eru alt ov vánaligar. Eitt er, at ongin langhylur er í landinum. Men eitt annað er, at sum heild er stórur tørvur á eini svimjihøll afturat, tí í svimjihøllin í Gundadali er so trongt nú, at har flýtur alt yvir. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, sigur, at tað, sum ætlan­ in nú er at gera í Havn, er ein verulig svimjihøll við einum svimjihyli upp á 50 metrar. Harumfamt liggur í kort­ un­um, at í nýggju høllini skal eisini vera baðiland og væl­ veru­depil við heitum pott­um og øllum, sum har til hoyrir. Í Gundadali Ætlanin er, at nýggja svimji­ høllin skal byggjast beint við svimjihøllina, sum longu er í Gundadali. Í hesum sambandi liggur í kortunum, at ÍSF húsið skal takast niður. Tilsamans er talan um eina verkætlan, sum leyðsliga mett kostar 30-40 milliónir. Borgarstjórin sigur, at enn er ongin avgerð tikin Enn er sostatt óvist, nær nýggja svimji­høllin verður liðug, ser­ liga tá ið hugsað verður um, at býráðs­val verður aftur um eitt gott ár. - Men nú er so ætlanin at seta skjøtul á, men um hon verður liðug í 2013, sum onkur hevur sett nøsina upp ímóti, er kortini óvist. Hendan nýggja svimji­høllin kemur afturat høllini, sum er, so tá ið hon er liðug, verða tvær svimjihallir í Havn. - Í hesum sambandi er ikki yvir at dylja, at vit hugsa um at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya. Men vit hugsa eisini um at útvega kapp­svimj­ arunum betri sømd­ir. Og so hugsa vit eis­ini um skúlarnar í býnum, sum nú fáa mun­ andi betri umstøður. - Samstundis kann almenn­ingurin so í friði og náum hava svimji­høllina, sum vit nú hava, men sum er undir alt ov stórum trýsti, sigur borgarstjórin. aki@sosialurin.fo Hava tit hugskot ella viðmerkingar, send ein sms til 225000 Aftur skoytivøllur á Skálatrøð í vetur SKOYTING Skoytivøllurin í Havn síðsta vetur, fekk so rimmar undirtøku, at hann kemur aftur í vetur, men nú verða umstøðurnar munandi betri Nýggj svimjihøll við langhyli gerast í Havn SVIMJING Nú skal ein stór svimjihøll afturat gerast í Havn Tað, sum ætlanin nú er at gera í Havn, er ein verulig svimjihøll við einum svimjihyli upp á 50 metrar Tórshavnar býráð slóðar nú fyri, at ein ordiligur golfvøllur verður gjørdur í høvuðstaðnum. Í fíggjarætlanini fyri næsta ár eru fimm millión­ ir settur av til nýggjan golfvøll. Frammanundan eru fýra milliónir tøkar til golfvøll, so tilsamans eru nú níggju milliónir tøkar til endamálið. Tað sigst, at ein golf­ vøllur kostar eina millión fyri hvørt hol, so higartil er peningur tl níggju hol. Ein rættur golfvøllur hevur 18 hol, so enn er nakað á mál. Ein golfvøllur er ein av­ gjørd treyt fyri at Føroyar kunnu fáa oyggjaleikirnar henda­vegin einaferð afturat. Men borgarstjórin vísir á, at landssstýri hevur lov­að at hjálpa til at fáa oyggja­leikirnar aftur til Føroya. - Nú er at tað lyftið í verki, sigur hann. Eftir ætlan skal vøll­ ur­in verða á Glyvurs­nesi, men tað er ikki endaliga avgjørt, tí tað er eitt stórt lendi, sum Komm­unan skal ogna sær til enda­ málið og tann spurning­ur­ in er ikki avgreiddur enn. Gera ordiligan golfvøll í Havn Her eru tað frá vinstru, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og býráðslimirnir, Elin Lindenskov, Maria Hammer Olsen og Levi Mørk, sum skifta orð um fíggjarætlanina hjá Tórshavnar Býráð fyri næsta ár FÍGGJARÆTLAN Í vetur fer aftur at bera til at skoyta á Skálatrøð, men hesuferð verður tað í einum stórum tjaldi so at tað ger ongan mun, hvussu veðrið leikar í uttandura Skoytihøll