mánadagur 3. oktober 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tá eldradagurin varð settur
á
parkeringsplássinum
millum Hotel Tórshavn og
Posthúskjallaran um 10-tíð
inda seinasta fríggjamorgun,
helt Marita Arge Magnussen
røðu. Hon vísti á, at hetta er
aðru ferð, at skipað verður
fyri eldradegi í Havn.
- Í fjør helt formaðurin
røðu, har hann greiddi frá
um eldradagin og eldraráðið.
Marita vísti á, at eldradag
urin er sambært ST-viðtøku
num hin 1. oktober, men av
praktiskum orsøkum verður
dagurin í ár hildin hin 30.
september.
- Eldraráðið er valt av
borgarum
í
Tórshavnar
kommunu, sum høvdu fylt
60 ár valdagin. Fyrsta valið
var í 2006, og núsitandi
Eldraráð er valt í 2009 og sit
ur sostatt á øðrum ári.
Marita Arge Magnussen
segði í røðu síni, at hon sjálv
var formaður fyrstu trý árini,
og nú er Mortan Rasmussen
formaður.
Hann er uttanlands, og
tí er tað eg, sum havi fingin
lutin at siga nøkur orð.
Gott arbeiðslag
Røðarin á eldradegnum helt
fyri, at skal hon siga nakað
um arbeiðslagið í eldraráð
num, so er tað sera gott.
- Men tá tað kemur til
Tórshavnar kommunu kun
nu vit tíverri ikki siga tað
sama. Sambært viðtøkunum,
sum eru gjørdar av býráð
num, eru tær orðaðar eftir
donsku lógini um ”Ældreråd”,
men við teirri broyting, at
har danir í lógini brúka orð
ið ”skal”, hevur býráðið í við
tøkunum valt at brúka orðið
”kann”, tá talan er um at
spyrja eldraráðið til ráðs.
Marita segði, hetta ”kann”,
sum er broytt frá ”skal”, hev
ur higartil havt tað úrslit, at
eingin fyrispurningur enn
er komin frá býráðnum til
eldraráðið.
- Ein – og bert ein – fyri
spurningur frá eldraráðnum
til býráðið er svaraður. Tað
var, tá eldraráðið skeyt upp,
at eldradagurin bleiv hildin.
Ikki tí, at eldraráðið ikki
hevur verið virkið. Okkara
nógvu
skriv
til
býráðið
verða als ikki svarað, og vit
fáa heldur ikki at vita, hvar
skrivini fara til viðgerðar –
um tey fara, legði hon aftrat.
Virkið ráð
Marita
Arge
Magnussen
segði, tá hon helt røðu á
eldradegnum, at eldraráðið
als ikki hevur ligið á teirri
løtu síðuni.
- Fyri nøkrum árum síðan,
tá eldraráðið var sera nógv
forsømt, bæði av landi og
kommunu, gjørdi ráðið eina
kanning av bústaðarviður
skiftum og øðrum, sum varð
latin formanninum í sosialu
nevnd býráðsins. Í fylgi
kanningini var eisini ein til
ráðing um, hvat eldraráðið
mælir til at gera. Men vit
hoyrdu als einki aftur! Legði
hon aftrat.
Marita vísti á, at fleiri
slíkar kanningar hava verið
gjørdar. Seinast var í ár.
Haldi, hon varð skipað av
Útnorðurráðnum.
- Úrslitið var júst hitt
sama, sum allar framman
undan gjørdar kanningar
vístu
–
og
politkararnir
søgdu júst tað sama, sum
sagt varð frammanundan,
legði hon aftrat.
Havt ávirkan
Men tað almenna trýstið
hevur kortini havt sína
ávirkan.
- Ein neyðug bygging,
kallað ”Á Boðaneshamri”, frá
2007 við íbúðum á 60 og 70
fermetrum er órørd enn, men
niðan fyri – á trøðini hjá Júst
Sivertsen – er stór bygging
í gongd. Tað løgna er tó, at
eldraráðið hóast umbøn um
hetta IKKI slapp at síggja og
sostatt at gera viðmerkingar
til ætlanina.
Marita segði, at tey vistu
ikki, hvat býráðið ætlaði fyrr
enn, eftir at tíðindini um
verkætlanina høvdu staðið í
bløðunum.
Hon vísti eisini á, at nú
frættist eisini í fjølmiðlunum,
at allir limirnir í sosialu
nevnd býráðsins vóru í Dan
mark fyri at seta seg inn í
viðurskiftini
hjá
teimum
gomlu har.
- Eldraráðið í Havn visti
ikki um hetta, og heldur ikki
var nakar í eldraráðnum boð
in við, legði hon aftrat.
Ikki grenj
Í røðu síni helt Marita Arge
Magnussen fyri, at hennara
orð á eldradegnum vónandi
Tórshavnar býráð lurtar
ikki eftir eldraráðnum
- Ein – og bert ein – fyrispurningur frá eldraráðnum til býráðið er svaraður. Okkara nógvu skriv til
býráðið verða als ikki svarað, og vit fáa heldur ikki at vita, hvar skrivini fara til viðgerðar – um tey
yvirhøvur fara, segði Marita Arge Magnussen, tá hon helt røðu á eldradegnum í Havn fríggjadagin
okkara nógvu skriv
til býráðið verða als
ikki svarað
MARITA ARGE RASMUSSEN