mánadagur 3. oktober 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
Sosialurin
ikki skulu takast fyri tað
bera grenj.
- Eg fari at enda við at
siga, at bøtt verður mikið
um viðurskiftini hjá teimum
eldru í kommununi – tíbet
ur – men okkara áheitan á
eldradegnum 2011 um betri
samstarv millum kommun
una og eldraráðið er tíverri
ikki gingin á møti.
Hon endaði við at vísa á,
at nú verður alt eldraøkið
lagt til kommunurnar at
umsita.
- Tí er tað okkara áheit
an: Gerið sum øll hini norð
urlondini – setið eldraráð í
øllum kommunum og setið
viðtøkurnar í lógina, segði
Marita
Arge
Rasmussen,
sum umboðaði eldraráðið
í Tórshavnar kommunu, tá
hon helt røðu á eldradegnum
í Havn seinasta fríggjadag.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Tað var Heðin Mortensen,
borgarstjóri, sum beyð væl
komin og setti eldradagin
í
Havn
fríggjamorgunin
klokkan 10.
Borgarstjórin segði, at ST
samtykti fyrst í nítiárunum,
at 1. oktober skuldi vera al
tjóða eldradagur. Í granna
londum okkara hevur verið
vanligt, at dagurin verður
hildin, og tað eru eldraráðini,
sum í stóran mun skipa fyri
hesum. ST ásetir evnið fyri
dagin, sum so er felags evni
kring allan heim.
- Her hjá okkum mæltu
vit eisini til, at hesin dagur
verður dagur teirra eldru.
Við tiltakinum verða Tórs
havnar kommuna og eldra
ráðið partar av tí altjóða
týdningarmikla arbeiði, sum
setir fokus á umstøðurnar
og lívsdygdina hjá teimum
eldru.
Ríkari samfelag
Heðin
Mortensen
segði,
at øll skjótt kunnu gerast
samd um, at vit eiga at
tryggja okkum, at vit hava
eitt samfelag, har tað er gott
og trygt at gerast gamal.
- Men vit standa við stór
um avbjóðingum. Miðal
aldurin hækkar støðugt,
tí fólk liva longri. Summi
kalla hetta eina eldrabyrði
– summi kalla tað eina
eldrabumbu. Hetta er ein
løgin hugsunarháttur, tá
fólk heldur áttu at fegnast
um, at tað eru fleiri frísk
eldri sum hava eitt virkið lív
longri - og harvið eru við til
at skapa eitt ríkari samfelag
fyri øll ættarliðini.
Heðin segði, at so mangan
hevur verið víst á, at okkara
samfelag er samansett av
øllum aldursbólkum.
- Áður vóru ættarliðini
knýtt
saman
náttúrliga
gjøgnum arbeiði í gerandis
degnum. Ættarliðini høvdu
brúk fyri hvørjum øðrum,
og omma og abbi høvdu
sín
náttúrliga
leiklut
í
húsarhaldinum, eisini eftir
pensjónsaldur. Í dag tykist
tíverri
ofta
sum
yngru
ættarliðini
hava
gloymt
tørvin á tí lívsvísdómi, sum
tey eldru sita inni við.
Heðin Mortensen vísti
á, at fyri tveimum árum
síðan prentaði Tórshavnar
kommuna ein faldara við til
boðum til eldru borgararnar
í kommununi.
- Og rætt skal vera rætt:
Tað er nógv at fara til! Men
vit – kommunan – vit skapa
bara karmarnar, og tað er
ein avbjóðing fyri okkum
øll at fylla karmarnar, legði
borgarstjórin aftrat.
Fjølbroytt samfelag
Heðin Mortensen helt fyri,
at dagliga er tað honum ein
fragd at síggja, at vit taka
ímóti avbjóðingunum og
fylla karmarnar, tí vit hava
virkin fólk, ið skapa trivna
og eisini vegleiða og læra tey
yngru. - Eg haldi, at okkara
eldru eru besta prógv um,
at her er ikki talan um
viknaðar sálir ella boygdar
kroppar, men um virkin
og vakin fólk, ið hava eina
innara orku og eitt vit, sum
bert lívsins lærdómur gevur.
Hann helt fyri, at politik
arar ofta hava hug at skera
alt yvir ein kamb og gloyma,
at pensjónistar eins og allir
aðrir samfelagsbólkar eru
ein fjølbroyttur samfelags
bólkur.
- Tá vit møta eldri fólki,
sum eru virkin, hava vit
lyndi at gloyma, at tað eisini
eru eldri, sum eru óhjálpin.
Tí er tað gott, at vit hava
virkin eldrafeløg, ið kunnu
seta okkum politikarar uppá
pláss og siga okkum, hvar
skápið skal standa.
Og
borgarstjórin
helt
fram:
- Virkin og vakin, kalla
tit átakið. Tilvitanin um,
at matur og ítrótt og rørsla
eru heilsugóð, er grund
leggjandi, og tí hevur rørsla
stóran týdning og er við
komandi fyri øll, sum kunnu
røra seg. Júst hetta, at
aktivera borgarar – at eggja
til ítrótt og rørslu – er eitt av
hjartamálunum hjá okkum,
sum
varða
av
landsins
størstu kommunu. Vit eru
tilvitað um henda týdning,
bæði heilsuliga og sosialt.
Men, sum eg havi sagt so
mangan, at kommunalpoli
tikarar og umsiting kunnu
bert tryggja, at karmarnir
eru í lagi. Tað nyttar einki við
eini flottari FIMI-høll ella
eini Tórsbreyt og smáum
hugnaligum fríøkjum, um
vit ikki standa saman og
gera nýtslu av tilboðunum
og
fylla
karmarnar.
Eg
ivist onga løtu í, at okkara
borgarar yvirhøvur fegnast
um møguleikan at sleppa at
røra seg í góðum umhvørvi
innanfyri góðar og tryggar
karmar.
Nøgdsemi
- Borgarstjórin vísti á, at
ein stór kanning fyri ikki
so langari tíð síðan vísti,
at bara seks av hvørjum
hundrað fólkapensjónistum
eru illa nøgdir við tilveruna.
Samstundis vísti kanningin,
at her í høvuðsstaðnum er
nøgdsemið størst, tí 81%
siga seg vera væl nøgd við
tilveruna, meðan tilsvarandi
70% aðrastaðni í landinum
vóru nøgd.
- Vónandi eru hetta tøl,
ið vísa, at vit eru á rættari
leið og støðugt fáa undir
bygt visjónina um okkara
kommunu
sum
vakstr
ardepil – og eisini sum
eitt
trivnaðarsterkt
øki
fyri okkara eldru. Okkum
tørvar tó als ikki nakað
greiningararbeiði fyri at
staðfesta, at tað eru eldri,
sum
hava
stóran
bráð
feingis tørv á røkt, tí tað eru
bíðilistar til røktarheim og
eldrasambýli. Vit vita, at tað
eru pensjónistar, sum ikki
hava nógvan pening at liva
fyri. Eisini á hesum øki ger
Tórshavnar kommuna alt,
ið tilber, til tess at tørvurin
verður nøktaður.
Borgarstjórin segði, at bý
ráðið hevur eitt stórt ynski
um, at kommunan skal vera
eitt gott og trygt stað hjá øll
um, yngri sum eldri, og alla
tíðina hevur kommunan
fyri eyga, at trivnaðurin
skal standa í hásæti, tí uttan
hann kann alt hitt líkasum
gera tað sama.
- Við hesum fari eg at
ynskja okkum øllum ein
góðan eldradag við vón
um, at eisini hesin dagurin
fer at økja um trivnað
og samanhald og at stór
nytta
verður
í
teimum
átøkum og tilboðum, sum
standa øllum í boði í dag,
segði borgarstjórin, Heðin
Mortensen.
vilmund@sosialurin.fo
Tey eldru skapa
eitt ríkari samfelag
- Vit standa við stórum avbjóðingum. Miðalaldurin hækkar støðugt, tí
fólk liva longri. Summi kalla hetta eina eldrabyrði – summi kalla tað
eina eldrabumbu. Hetta er ein løgin hugsunarháttur, tá fólk heldur áttu
at fegnast um, at tað eru fleiri frísk eldri sum hava eitt virkið lív longri
- og harvið eru við til at skapa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarliðini,
segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti eldradagin í Havn
Tað var borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin
Mortensen, sum setti eldradagin í Havn fríggjamorgunin
Hóast røðan hjá Maritu Arge Magnussen var eitt
sindur lemjandi mótvegis býráðnum í Havn, endaði hon
kortini við at siga, at nógv verður bøtt um viðurskiftini
hjá teimum eldru í kommununi, tó at hon ynskti
eitt betri samstarv millum kommunu og eldraráð
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eftir setan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra og røðu hjá
Maritu Arge Rasmussen var fimleikur á parkeringsplássinum
millum Hotel Tórshavn og Posthúskjallaran
Myndir: Álvur Haraldsen