Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114 12 Sosialurin Leo Poulsen 12. árið á rað hevur Vinnu­ hús­i­ð skipað fyri Vinnu­ deg­num, har ein avgerandi part­ur er kjósanin av Ársins Virki. Og fyri aðru ferð er hes­in heiður fallin Vónini í lut. Sum undanfarin ár var eisini ein filmur gjørdur, sum skuldi visa, hvat virki fekk heiðurin. Hesaferð vóru tað roynd­ir leikarar í einum løg­ reglu umhvørvi, sum at enda góvu ábending um, hvat virk­ ið var. Dómsnevndin gav hesar or­søk­ir til, at Vónin gjørdist Ár­sins Virki 2011: »“Gev einum manni ein fisk, og hann verður mettur fyri ein dag. Lær hann at fiska, og hann verður mettur fyri lívið.” Flestu okkara ken­ na helst hetta gamla orða­tak­ ið. Ein nýggjara útgáva av hesum orðataki skoytir uppí: “Lær ein mann at fiska, og tú kanst selja honum fiski­reið­ skap.” P/F Vónin er ársins virki 2011. Gamla trolvirkið úr Fugl­a­firði hevur seinastu ár­ ini støðugt ment seg, og er í dag ein týðandi aktørur á mark­naðinum fyri trol, nót­ ir og aðra útgerð til fiski- og ali­vinnu­na um alla verðina. Fyri­tøk­an er ser­liga aktiv í Norður­at­lants­havi, og hevur deildir í Newfoundlandi í Kanada og í Grønlandi, og kastaði í 2008 sam­an við norsku fyritøkuni Refa Frøystad Group (RFG) A/S. Í tí sambandinum varð móður­felagið P/F VON stovn­að, sum eigur P/F Vón­ina og RFG. Saman­ legg­ing­in er ein náttúrligur liður í altjóða strategiini hjá Vón­ini og hevur styrkt um møgu­leikarnar hjá Vónini á altjóða marknaðinum. Al­ tjóða útsýnið hjá Vónini sæst eisini, um tú vitjar heima­ síðu­na hjá Vónini, sum bara finst á enskum máli. Dugnaliga leiðslan og starvs­fólki á P/F Vónini hava eisini dugað so sera væl at brúkt sínar styrkir fyri at vin­na nýggjar marknaðir. P/F Vónin hevur økt um sítt tilfeingi á marknaðinum við at flyta sínar førleikar frá tradi­tio­nel­lu fiskivinnuni til a­livinnuna. Seinastu ár­ini hev­ur P/F Vónin eisini víst áhu­ga fyri oljuvinnuni og vænta vit, at eisini har kem­ u­r felagið at gera seg gald­ andi. Búskaparligu úrslitini hjá P/F Vónini hava verið góð og støðug. Fyritøkan hev­ ur seinastu árini megnað at skapa eitt yvirskot á hvørj­ um ári, eisini í teimum ár­um, har altjóða fíggjar- og bú­ skap­a­rkreppan hevur herjað, og í mongum fyritøkum vent eitt avlop til eitt hall. Vónin hev­ur tó stýrt beint gjøgnum brota­sjógvarnar í altjóða bú­ skapi­num, og hevur klárað at forrentað eginpeningi. Egin­ pen­ings­avkastið var 15% í 2010. Sølan hjá Vónini er økt seinastu árini, og fór í 2010 upp um 100 mió. kr. Vøksturin í søluni í 2010 stavar frá øktari sølu uttan­ fyri landoddarnar, hóast fyri­tøkan enn selur meira innan­lands enn uttanlands. Vónin hevur í nógv ár arbeitt við menning av sínum vør­um og tænastum í tøttum sam­starvi við fiskivinnuna og aðrar tænastuveitarar til fiskivinnuna. Vónin hev­ur eisini verið við til at fíggja ph-d lestur innan uppi­ sjóvartrol og hevur í nógv ár arbeitt tætt sam­an við Hav­stovuni í menn­ing­ar­ ver­k­ætlanum. Tað ber til at royna nýggj hugskot og nýggj­ar vørur við teldu- simuler­ingum og í stóra roynd­ar­tanganum hjá Vón­ini, áðrenn tær verða roynd­ar undir veruligum umstøðum. Hesin dentur á gransking og menning hev­ur borið ávøkstur, og vørur­nar hjá Vónini eru eftir­spurd­ar víða hvar, ikki bert í Norður­ atlants­havi. Starvsfólkatalið hjá fyri­ tøku­ni er støðugt økt, og í 2010 starvaðust í miðal 62 starvs­fólk hjá P/F Vónini. P/F Vónin hevur sum tað fyrsta virkið vunnið heiðurin sum Ársins Virki tvær ferðir, fyrs­tu ferð í 2002. Dómsnevndin heldur, at Vónin hevur uppiborið hen­ da heiðurin gjøgnum tað miðvísa arbeiði, sum fyri­ tøkan hevur lagt í at menna sínar vørur, at men­na teir marknaðirnar, sum Vónin virkar á, eitt miðvíst sam­ starv við onnur og ikki minst gjøgnum tey búskaparligu úrs­lit, sum fyritøkan hevur rokk­ið. Hjartaliga tillukku við heiðri­num sum ársins virki í 2011«. Vónin fyri aðru ferð Sum fyrsta virkið síðani byrjanina í 2000 hevur Vónin vunnið heiðurin sum Ársins Virki fyri aðru ferð Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini, takkaði fyri sýnda heiðurin við hesum orðum: »Fyrst vil eg fegin takka fyri hendan heiður, ið er sýndur okkum, at velja Vónina sum ársins virki 2011. Hetta var óvæntað og eru vit ikki sørt bilsin og fegin um, at fáa eitt tílíkt herðaklapp, nú á øðrum sinni. Tað stimbrar og hitar og eggjar eisini til at halda áfram við tí menning, vit eru í hvønn dag, vónandi langt inn í framtíðina. Í ítróttinum er vanligt at siga, at tað ofta er truplari at endurvinna kappingar ella meistaraheiti, enn at vinna á fyrsta sinni og er tað nokk eisini so. Tað er avgerandi neyðugt at hava eitt gott samanspælt lið við bæði royndum og ungum fólki, har øll vita hvat krevst av teimum fri at náa málinum, vit hava sett okkum. Ætlanir og mál verða sett út í kortið og taktikkurin skal vera tann rætti, bæði í strævnum og løttum dystum, tí mótstøðuliðið hevur uttan iva sín egna taktikk, fyri at vísa áskoðarunum, at teir eru bestir. Tí júst áskoðarin hevur jú nógv at siga her. Um tú ikki, sum oftast vinnur og gevur teimum ta vøruna, teir vænta at fáa, so vera teir ikki tínir trúgvu áskoðarar leingi og velja tá heldur at stuðla øðrum felagi. Tí vil eg fegin takka nevnd og starvsfólkum á Vónini fyri gott arbeiði og samstundis eisini takka okkara nógvu trúgvu viðskiftafólkum fyri hollan stuðul higartil og sjálvandi vóna, at tað heldur áfram í nógv ár aftrat. Vónin er ein partur fiski- og alivinnuni, sum so nógvar aðrar vinnur í Føroyum, og vildi eg ynskt og fari inniliga at heita á tey stýrandi í hesum landi at skipa soleiðis fyri, at møguleiki er at fáa sum mest burtur úr tí ríkidømi, vit eiga, og gera langtíðar ætlanir og karmar, saman við vinnuni, landi og fólki at gagni. Eri sjálvandi samdur í, at vit skulu skapa nýggjar og aðrar vinnur eisini, men ríkidømið í havinum og kanska havbotninum við, kemur at vera okkara týdningarmesta vinna í nógv ár framyvir. So lat okkum tí skapa virðing og áhuga fyri hesum yrkinum, so tí er lív lagað. Takk fyri«. Olaf Olsen, ein av stovnarunum av Vónini, tekur ímóti blómum frá Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, meðan Bergur Poulsen, formaður í Arbeiðsgevarafelagnum og Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini, eygleiða Mynd: Álvur Haraldsen Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini, takkar fyri heiðurin Mynd: Álvur Haraldsen