mánadagur 3. oktober 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
Sosialurin
Leo Poulsen
Síðani Vinnuhúsið fór undir
kjósanina av Ársins Virki
hava tey á næstan hvørjum
ári eisini kosið Ársins Átak.
Hesaferð gjørdist tað tón
leikinum til heiðurs, og var
tað Jákup Zachariasen, ið
var kosin til Ársins Átak fyri
framleiðsluna
av
fløguni
»Faroe Islands« hjá kenda
gospel sangaranum, Russ
Taff.
Dómsnevndin gav hesa
grundgeving fyri valinum:
»Í skipanini fyri vinnu
degnum, herundir val av
ársins virki, verður sagt, at
umframt at velja ársins virki
kann dómsnevndin gera av
at heiðra virki ella persón,
sum hevur gjørt serligt átak,
ið kann gagna vinnuligum
framburði. Nevndin hevur
gjørt av at nýta henda møgu
leika eisini í 2011.
Hvat skal til fyri at fáa
eina vinnu at blóma? Kendu
vit uppskriftina uppá hetta
vóru vit helst ríkasta land
í verðini, og tað eru vit sum
kunnugt ikki - enn. Tó, um vit
hyggja eftir teimum vinnum,
har vit halda okkum duga
væl, er eitt eyðkenni, at vit
hava eitt teyggi av vinnum,
sum stuðla upp undir hvørja
aðra. Innan fiskivinnuna
hava vit t.d. fiskiskip, fiska
virki, framleiðarar av fiski
útgerð,
skipasmiðjur
og
KT-virki, sum hava ment
skipanir til fiskivinnuna.
Taka vit alivinnuna hava
vit umframt alifyritøkurnar
m.a. fóðurframleiðarar og
framleiðarar av útgerð til
alivinnuna.
Innan
tónleikavinnuna
hava vit í nógv ár haft
dugnaligar tónleikarar og
bólkar, harav fleiri eisini
hava klárað seg væl uttanfyri
landoddarnar. Tað krevur tó
nakað meir at menna eina
veruliga tónleikavinnu. Skal
tónleikurin gerast ein veru
lig vinnugrein krevst eisini,
at vit hava aðrar atknýttar
vinnur, sum hava tónleikin
sum miðdepil. Eina tónleika
teyggju. Her eru vit enn ikki
komin á mál, men møguliga
er henda vinnan við at ress
ast.
Tónleikavinnan og tón
leikaheimurin hevur eingi
landamørk. Okkara tónleik
arar ferðast dúgliga til onnur
lond at framføra og spæla
inn fløgur, og tónleikurin
sum vit lurta eftir, kunnu vit
líka væl hava keypt á einari
amerikanskari
heimasíðu
sum í einum føroyskum
fløguhandli ella bensinstøð.
Øktu ferðamøguleikarnir
merkja eisini, at tónleikarar
koma henda vegin at fram
føra á teimum tónleikafesti
valum, sum eru vorðnir eitt
av
hæddarpunktunum
í
tí føroyska summarinum.
Sambond verða knýtt mill
um tónleikarar og fólk inn
an tónleikavinnuna á hes
um festivalum. Eitt úrslit av
hesum er, at nýggjar spenn
andi verkætlanir verða settar
í gongd, nýggj hugskot verða
ment, og nýggjar avtalur
verða gjørdar.
Tað hevur verið vanligt, at
føroyskir tónleikarar í sam
bandi við festivalarnar gera
avtalur um at framføra ella
spæla inn aðrastaðni. Tað
hevur verið minni vanligt, at
útlendskir tónleikarar gera
avtalur um at koma henda
vegin at framføra ella spæla
inn. Tó, hví ikki?
Føroysk
tónleikafram
leiðsla hevur seinnu árini
flutt seg frá at verða eitt
frítíðarítriv í einum kjall
ara til at vit í dag hava fleiri
professionel innspælingar
høli, og føroyskir tónleika
framleiðararnir hava sam
stundis ment seg, so tað í
dag eru fleiri sera dugnaligir
tónleikaframleiðarar,
sum
bjóða seg fram.
Ein av hesum sera dugna
ligu
tónleikaframleiðarum
kom á einum tónleikafesti
vali í Føroyum í samband
við eina heimsstjørnu innan
sína
tónleikagenru.
Ein
tónleikari, sum hevur selt
milliónir av fløgum kring
allan heim. Áðrenn nakar
vardi av, var hugskotið um
at spæla inn og framleiða
eina fløgu í Føroyum ment,
og aftaná eina tíð, varð far
ið undir arbeiðið. Fleiri av
sangunum
avinnuhúsið
fløguni eru skrivaðir av
føroyskum
tónleika-
og
orðasmiðum og er fløgan
framleidd
av
føroyskum
tónleikaframleiðarum.
Saman við einari amerikan
skari heimsstjørnu og einum
altjóða tónleikaforlagi og
distributøri
hevur
hetta
verið
grundarlagið
undir
fløguni “Faroe Islands” hjá
Russ Taff.
Við hesari fløguni hevur
føroysk tónleikaframleiðsla
við Jákup Zachariassen á od
da víst, at tað ber til at fáa
altjóða tónleikarar henda
vegin at spæla inn, og dóms
nevndin heldur, at tað er eitt
átak, sum lýkur treytirnar
fyri at verða ársins átak.
Millum øll tey mongu
góðu átakini í landinum, er
dómsnevndin sannførd um,
at hon hevur valt rætt við
at heiðra Jákup Zachariasen
fyri framleiðsluna av fløguni
við Russ Taff sum ársins átak
2011«.
Jákup gjørdi
Ársins Átak
Tað gjørdist Jákup Zachariasen, ið fekk heiðurin fyri Ársins Átak,
hjá Vinnuhúsinum fyri upptøkuna av fløguni hjá Russ Taff
Marita Rasmussen, stjóri
í Vinnuhúsinum, handar
Jákupi Zachariasen,
vinnara av Ársins
Átaki, blómur
Mynd: Álvur Haraldsen