Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Páll Guðlaugsson, er møguliga aftur á veg til føroyskan fótbólt, eftir at hann hevur verið nokk so víða tey mongu árini, síðani hann síðst í 90-unum segði føroyskum fótbólti farvæl og leitaði sær aðrar avbjóðingar í øðrum lond­um. Eftir tíðina í Føroyum sum landsliðsvenjari og venjari hjá ÍF, EB/Streymi, B36 og GÍ, var Páll í Íslandi, har hann vandi bæði Leiftur og Keflavík. Síðani fór hann til Bermuda, har hann var í fimm ár, og eftir tað til Onglands í hálvtannað ár, áðrenn kósin aftur var sett heim til Íslands, har Páll hevur verið hesi seinnu árini. – Øll árini, síðani eg fór úr Føroyum, havi eg fylgt væl við, hvat er hent í føroyskum fótbólti. Bæði umvegis prát við vinir, eg havi í Føroyum, og umvegis teir fjølmiðlar, eg kann lesa á netinum. So sjálvt um eg havi verið burturi leingi, kenni eg eitt sindur til, hvat rørir seg í føroyskum fótbólti, sigur Páll Guðlaugsson, ið ikki dylur fyri, at hann hevur góðan hug at koma aftur hendavegin. – Ein partur av mínum hjarta liggur í Føroyum og eg havi framvegis mítt føroyska pass, so tað liggur sera nær fyri hjá mær at hugsa um Føroyar, tá eg skal seta út í kortið fyri framtíðina. Eg havi longu verið í sambandi við fleiri føroysk fótbóltsfeløg, og okkurt av teimum hevur mín heilt stóra áhuga. Enn er eitt sindur eftir av føroyska kappingarárinum, so tí leggur Páll Guðlaugsson einki í at siga nakað um, hvørji føroysk feløg, hann hevur verið í sambandi við, men tað skilst á honum, at hann er væl nøgdur við tað, samrøðurnar við føroysku fótbóltsfólkini hava givið. – Eisini her í Íslandi eru fleiri møguleikar, nú kappingin akkurát er endað, men eg má siga, at Føroyar draga nógv meira, tí har havi eg havt míni bestu fótbóltsár. Tað kundi verið stuttligt aftur at roynt seg í føroyskum fótbólti, so nú fáa vit at síggja, hvat spyrst burturúr, sigur Páll Guð­laugs­ son. Hilmar Jan Hansen Hóast Linnea ikki er stór á vøkstri og fyri fyrstu ferð var við á landsliðnum hjá teimum vaksnu, fekk hon lutfalsliga nógva tíð á vøllinum, har tað gekst henni væl. Bara 16 ára gomul megnaði hon at gera vart við seg sum álopsspælari, og síðsta sunnudag kundi hon krýna innsatsin við gulli og heims­ meistaraheiti, tá hon og hinar á svenska landsliðnum vunnu 50-46 á Litava í finaluni. Við hesum gullinum skrivaði Svøríki seg í søgubøkurnar í ítrótti fyri deyv, tí kurvabóltslandsliðið hjá Svøríki er tað einasta, sum hevur vunnið gull í bæði EM, HM og Deaflympic, sum eru serligir leikir fyri deyv, átøkir olympisku leik­unum. – Linnea var øgiliga glað, tá hon kom heimaftur frá heims­meist­ arakappingini í Palermo í Italia, tí alt hevði gingið so væl, greiðir stolta mamman, Oddvør Lamhauge, frá í telefonini úr Stockholm. Oddvør er ættað úr Vestmanna, dóttir kenda ferðavinnumannin, Palla Lam­ hauge. – Hon hevur allíkavæl roynt nakað av hesum fyrr, tí tá hon var 14 ára gomul, vann hon eisini gull við ungdómslandsliðnum, og sum 15 ára gomul bleiv hon nummar fýra. Ætlar sær til USA Linnea Lamhauge byrjaði at spæla kurvabólt sum 10 ára gomul, so tað heila hevur gingið nokk so skjótt fyri seg hjá henni. Hon hevur eisini spælt flogbólt, men mamman sigur, at tað fyrst og fremst er kurva­ bólturin, ið hevur hugtikið Linneu. – Hon byrjaði saman við spæl­ arum, sum hoyra, men skifti so til at spæla við teimum deyvu, har tað gongur fyri seg upp á sama máta sum hjá teimum hoyrandi. Har eru tveir dómarar sum floyta, so tá kann koma fyri, at tær ikki fáa við, at dómarin hevur dømt, men annars riggar tað bara væl, sigur Oddvør. – Alt hevur gingið øgiliga skjótt hjá henni, og tá hon var í USA í eitt hálvt ár, kom av álvara gongd í spælið hjá henni, tí har mentist hon nógv. Tá hon er liðug við sína útbúgving sum student, ætlar hon sær aftur til USA, so kurvabólturin dregur, mugu vit siga. Yvirhøvur er nógvur ítróttur fyri deyv í Svøríki, men akkurát nú er ikki so nógv fyri gentur í hennara aldri, so Linnea Lamhauge fer helst at spæla saman við hoyrandi í heyst, men tað riggar eisini væl. Oddvør sigur, at viðhvørt hevur hon tolk við, men annars klárar hon seg rættiliga væl. hilmarjan@sosialurin.fo HEIMSMEISTARI 16 ára gamla Linnea Lamhauge, sum hevur føroyska mammu, hevur sum álopsspælari á svenska landsliðnum fyri deyv vunnið gull í heimsmeistarakappingini Mynd: Henryk Zwolinski Linnea Lamhauge er heims­meistari Kurvabóltur 16 ára gamla Linnea Lamhauge, sum er fødd og uppvaksin í Svøríki, men hevur mammu úr Vestmanna, er blivin heimsmeistari í kurvabólti fyri deyv Páll kanska aftur til Føroya Fótbóltur Maðurin, sum setti Føroyar á heimskortið í fótbóltshøpi, hevur síðstu árini verið í bæði Íslandi, Bermuda og Ongland, men kemur nú kanska aftur hendavegin FØROYAR DRAGA Páll Guðlaugsson hevur eftir fleiri ár í øðrum londum aftur hug at koma til Føroya at starvast sum fótbóltsvenjari