Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114 Sosialurin Ítróttarblaðið ÍF - EB/Streymur 0-2 (0-0) Vunnið síðan 27. juli EB/Streymur hevur vunnið allar sínar dystir síðani tann 27. juli í ár. Tað er ein sigursrøð, sum hevur verið seinastu 10 landskappingardystirnar. ÍF hugsar ikki um Evropa Um EB/Streymur verður føroyameistari, skal ÍF umboða Føroyar í Europe League sum steypavinnari næsta ár. Tað var tó ikki nakað, fuglfirðingar hugsaðu um í gjár. – Vit eru í vanda fyri at flyta niður, og vit hugsa um at sleppa undan tí ræðuliga støðuni. Vit hugsa ikki um Evropa, sigur Dánjal á Lakjuni EB/STREYMUR ER EINASTI AVBJÓÐARIN vodafonedeildin EB/Streymur greiddi sína skyldu og vann í Fuglafirði. Sigurin ber í sær, at liðið úr Sundalagnum er einasti avbjóðarin í stríðnum um føroyameistaraheitið Uni Holm Johannesen – Eg haldi, at tað var lættari at fáa hendan sigurin til høldar, sam­mett við sigurin við Margáir hóskvøldið. Hesaferð verða vit ikki settir undir sama trýst, tá vit fáa leiðsluna. Vit hava tamarhald á støðuni. Tað sigur Heðin Askham, venj­ari hjá EB/Streymi. Sum ábyrgdar­maður í Sundalagnum hev­ur hann nú vunnið samfullar 10 lands­kappingardystir upp í slag. 30 stig av 30 møguligum. Stórsligna sigursrøðin hev­ur lagt stórt trýst á B36, sum hevur verið oddaliðið alt kapp­ingarárið. Tvey stig skilja ovastu liðini í Vodafonedeildini. Trý umfør eru eftir at spæla. Í Sunda­lagnum snýr tað seg nú bara um at vinna komandi lands­kapp­ingar­dyst­ irnar og sam­stundis dúva uppá, at B36 snávar. EB/Streymur vann 2-0 í Fugla­ firði í gjár. Samstundis tapti Víkingur fyri NSÍ á heima­vølli. Tað hevur við sær, at sunda­lags­ menn eru einasti av­bjóð­ararnir í stríðnum um føroya­meistara­ heitið. Harmast skipanina Hetta var aðruferð eftir fýra døgum, at EB/Streymur vinnur á ÍF. Liðini spældu við Margáir í Sundalagnum hóskvøldið. Tað var ein útsettur dystur, sum skuldi avgreiðast stutt eftir summar­frítíðina. Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, heldur ikki, at tað er ein góð skipan, tá tvey lið hittast tvær ferðir eftir fáum døgum. – Tað vísir seg oftast, at lið­ ini vinna hvør sín dyst, tá kapp­ ingarskipanin lagar seg soleiðis. Tað er helst tí, at liðið, sum tapir fyrsta dystin, vil gera alt fyri at hevna ósigurin, sigur Heðin Askham. Hann leggur afturat, at hann kann hinvegin ikki klaga hesaferð, tí EB/Streymur vann báðar dystirnar. Pætur Dam Jacobsen sendi EB/Streym á sigurskós, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin í gjár. Miðvallarin var fyrstur á bólt­ inum eftir hornaspark og stútaði bóltin á stongina, sum umvegis Karl Løkin, ÍF, fór í málið. Leif Niclassen økti um leiðsluna við fínum skoti til 2-0, tá fáir minuttir restaðu í. Muomaife var tannleysur Tað vísir seg, at tað er mest sum bara Chris Muomaife, sum kann skjóta mál fyri Fuglfirðingar í ár. Nigerianski framherjin hevur verið darvaður av skaðum stóran part av kappingini, men hann var tøkur til dystin í gjár. Muomaife gjørdi tó ikki stór­ vegis um seg. Tað ásannar Heðin Askham. – Vit høvdu sera gott tak á honum, staðfestir hann. ÍF hevði ikki nógv at bjóða í framrættaða spælinum í gjár. Heldur ikki, tá EB/Streymi var komið á odda, og tá Bartal Eliasen var fluttur úr miðverjuni og fram í álopið. Tað ger Dánjal á Lakjuni, ÍF, púra greitt. – Tá vit umsíðir royndu okk­ um, tá raktu vit ikki málið, sigur hann. Tvey stig á muni Víkingur á heimavølli, B71 á heima­vølli og B68 á útivølli. Tað eru uppgávurnar, sum bíða EB/ Streymi næstu vikurnar. Tað eru upp­gávur, sum skulu loysast, um sundalagsmenn skulu hava nakran møguleika at vinna føroya­meistaraheitið í ár. Tvey stig skilja eisini ovastu lið­ini eftir hetta umfarið. uni@sosialurin.fo EB/Streymur hevði tamarhald á støðuni og vann uppiborið í Fuglafirði í gjár. Úrslitið varð 2-0 Mynd: Álvur Haraldsen Bóltar: