mánadagur 3. oktober 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2011 · Nr. 114
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Víkingarnir
kiksaðu fyri
fjórðu ferð
hb - EB/Streymur 1-2 (1-0)
NSÍ fær úrtøku í Gøtu
At NSÍ í gjár fór úr Sarpugerði við fullari úrtøku er ikki eindømi. Í fjør
vann NSÍ 3-2 í Gøtu, og í 2007, tá ið NSÍ vann fyrsta og higartil einasta
FM heitið, vunnu teir í Runavík báðu ferðirnar í Gøtu – 2-1 og 4-0.
Finnur finnur ikki meskarnar
Toppskorari í Vodafonedeildini við 17 málum er Finnur Justinussen, er nú í málturki.
Hóast hann hevði møguleikar í gjár, so skoraði hann ikki. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at
Finnur er farin av vøllinum tvær ferðir á rað uttan at hava skorað í landskappingini.
vodafonedeildin Tað hevur kostað Víkingi nógv, at skansin í Sarpugerði
ikki hevur hilnast so væl í ár, sum hann ofta áður hevur gjørt
Jóannes Hansen
Víkingur stóð eftir við ongum, tá
ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað
fyuri seinastu ferð í vindinum í
Norðragøtu í gjár.
Fagnaðurin í NSÍ leguni var
stórur. Eftir tvær ferðir 5-1 tap á
útivølli – í Klaksvík og í Streym
nesi – eydnaðist tað at vinna 2-1
og harvið at styrkja um støðuna á
fjórða plássi, sum tóktist rilla eitt
vet, eftir at klaksvíkingar høvdu
vunnið tríggjar ferðir á rað.
Talan var um tætta uppgerð í
ikki serliga góðum líkindum.
– Avrikini hava ikki verið so
góð seinastu vikurnar. Tað vóru
vit samdir um, tá ið vit í vikuni
eftirmettu avrikið í Klaksvík. Vit
hava stutt sagt ikki lagt nóg nógv
fyri dagin, og tað vildu vit hava
at vera heilt øðrvísi hesa ferð,
segði væl nøgdi NSÍ venjarin,
Pauli Poulsen, eftir dystarlok, og
hann helt fram:
– Hesa ferð var avrikið hjá
spælarunum í lagi. Vit arbeiddu
miðvíst og hart, og vit megnaðu
at halda heimaliðnum frá upp
løgdum málmøguleikum, vildi
NSÍ venjarin vera við.
Víkinga
venjarin,
Jógvan
Martin Olsen, staðfesti eftir
dystarlok, at nú eru níggju stig
eftir at spæla um, og at tað eru
seks stig frá toppliðnum B36 og
aftur til Víking:
– FM møguleikin er nógv kám
aður, men vit fara at gera tað,
sum vit kunnu fyri at fáa so nógv
stig, sum tað ber til. Næstu ferð
verður tað ímóti EB/Streymi á
útivølli, og nú fara vit at fyrireika
okkum til ta uppgávuna, sum
vit sjálvandi taka í sera stórum
álvara.
Lítil ferð undan
Heimaliðið hevði fríska lotið
undan í 1. hálvleiki. NSÍ liðið
legði stóran dent á verjupartin.
Gestirnir lógu fyri tað mesta
tættir og aftarlaga, og harvið var
tað torført hjá Víkingi at bróta
ígjøgnum. Mátin í sovornum
støðum plagar at vera at spæla
skjótt og breitt, men tað megnaði
Víkingur ikki:
– Fyrsta hálva tíman vóru vit
alt ov tungir. At ferðin var so lág
bar við sær, at tað bar illa til at
spæla okkum til málmøguleikar,
segði Jógvan Martin Olsen.
At NSÍ spælararnir vóru av
gjørdir og løgdu nógv fyri í takl
ingunum, sást aftur í, at NSÍ í
tjúgu minuttir tríggjar ferðir
innkasseraði gult kort.
Tá ið tað restaðu tríggir
minuttir av 1. hálvleiki skoraði
Víkingur málið, sum tá kendist
sum tað, ið skuldi til fyri at loysa
upp í 2. hálvleiki. NSÍ málverjin,
Andras Gango, var óheppin, tá ið
hann rendi Finn Justinussen um
koll, og Sam Jacobsen umsetti úr
ellivu metrum og í málið.
Úrtøku úr
deyðbóltsstøðum
Eftir steðgin vendist alt á høvdið
eftir lítlari løtu. Hálvleikurin
var bara fýra minuttir gamal, tá
ið dómarin bríkslaði fyri brots
sparki til NSÍ, eftir at Christian
Høgni Jacobsen var farin um
koll. Liðformaðurin tók sjálvur
ábyrgdina á seg at skjóta, og tað
gekk upp á stás.
Og átta minuttir seinni var
NSÍ omaná, og aftur var talan
um deyðbóltsstøðu. Hesa ferð var
tað vongverjin í vinstru, Einar T.
Hansen, sum við nærra stólpan
eftir horna stýrdi bóltinum í
málið.
– Vit hildu teir frá møguleik
um, og eg haldi, at vit høvdu
uppiborið at vinna, segði NSÍ
venjarin, Pauli Poulsen, eftir
dystarlok.
Sammett við undanfarnu ferð
irnar var NSÍ liðið rættuliga nógv
umskipað. Í staðin fyri skadda
Petur Paula Mikkelsen var Fritleif
í Lambanum í miðverjuni, har
hann stóð seg væl undir liðini á
raska Jens Joensen. Jann Martin
Mortensen, sum oftast hevur
verið skiftisspælari úti í borð
unum, var hesa ferð á sentrala
miðvøllinum, og Debes Danielsen
var síðuspælari.
Tíðliga í 2. hálvleiki gjørdi
Jógvan Martin Olsen tríggjar
skiftingar. Páll Klettskarð, Hans
Jørgen Djurhuus og Hjartvard
Hansen komu inn, og sum 2.
hálvleikur leið, trýsti heimaliðið
rættuliga nógv. Men tað var ikki
fyrr enn síðstu tíggju minutt
irnar, tá ið Atli Gregersen fór úr
miðverjuni og fram í álopið, at
tað eydnaðist at skapa orduliga
spentar støður í brotsteiginum.
Finnur Justinussen var meiri enn
eina ferð tætt við, men heldur
ikki hesa ferð hevði hann neyð
uga hepnið við sær, og so fóru øll
stigini út um Gøtueið.
– Vit høvdu møguleikarnar,
sum skuldu til fyri at svara
aftur, men hetta var ikki dagurin
hjá okkara monnum, staðfesti
Jógvan Martin Olsen.
At víkingarnir fýra ferðir eru
farnir av heimavøllinum uttan
fulla úrtøku hevur kostað nógv.
Í hesum fýra førunum hava
úrslitini verið 1-1 ímóti B36 og
07 Vestur, 0-2 ímóti B36 og nú 1-2
ímóti NSÍ.
joannes@sosialurin.fo
Bóltar:
Christian Høgni Jacobsen
javnaði uppá brotsspark
Mynd: Álvur Haraldsen